Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 45 • 2. november 2015 36 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Býarferðir blivnar bíligari Vilja hava fleiri kvinnuligar flogskiparar Hotellprísirnir í europeiskum stórbýum eru bíligari nú, enn teir vóru fyri einum ári síðani Bert trý prosent av flogskiparunum kring heimin eru kvinnur, og fleiri flogfeløg royna at fáa fleiri kvinnur í starv P rísirnir á rúmum á gist­ing­ar­hús­ um í fleiri væl umtóktum europ­ e­iskum bý­um eru falnir munandi sam­anborið við sein­asta heyst. Tað vís­ir ein uppgerð hjá­ enska stovninum Office for Natio­nal Statistics. Størsta fallið er í Moskva, har eitt hot­ell­rúm í miðal kostar helvtina av tí, tað kostaði fyri trimum árum sið­ani. Aft­ur­gongdin í oljuvinnuni sæst aft­ ur á hotellprísunum í norska høv­uðs­ stað­num Oslo, har prísirnir eru lækk­ að­ir 34 prosent seinasta árið. Í italska høvuðsstaðnum og søgu­ liga býnum Rom eru hotelrúmini í heyst 19 prosent bíligari, enn tey vóru sein­asta heyst. Í spanska høv­uðs­ stað­num Madrid eru prísirnir falnir 15 pros­ent, og sjálvt í býi býanna, Paris, eru hotelrúmini blivin bíligari – har er fall­ið 11 prosent. Sambært serfrøðingum eru fleiri or­søk­ir til teir lægru prísirnar – mill­um ann­að valutabroytingar og bú­skap­ar­ støð­an í Europa. London verður roknaður sum dýr­ asti hotellbýur í Europa, og har eru prísirnir hækkaðir, so at mið­al­prís­urin á einum hotellrúmi í enska høv­uðs­ stað­num nú er næstan 1400 krónur. Av teimum umleið 130.000 flog­ skip­arunum kring heimin eru bert 4.000 kvinnur. Tað vísir ein meting hjá International Society of Women Air­line Pilots. Traditionella uppbýtið, at menn eru flogskip­ar­ar og kvinnur flogternur tykist verða trup­ult at broyta, og hóast kvinn­ur hava fing­ið størri ávirkan og leik­lut í nógv­um fakum, sum áður vórðu domin­er­að av monnum, gongur ógvu­liga strilt­ið inn­an flogvinnuna, har menn sita í teimum allarflestu flog­skip­ara­stólunum. Fleiri flogfeløg hava gjørt átøk fyri at fáa fleiri kvinnuligar flogskiparar í starv. Eitt nú hevur British Airways roynt fingið fleiri kvinnur at stýra flog­før­unum, og har hava tey 200 kvinnu­ligar pilotar, meðan 3.300 eru menn. EasyJet hevur boðað frá, at tey vilja tvífalda talið á kvinnuligum flogskiparum fram til 2017, so at 12 prosent av flogskiparunum verða kvinnur. BORG l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo 289,- pr. m2 FYRR 659,- SPAR 370 HARO PARKETT PLANKA GÓLV Eik hvítt mattlakk - bustað og kálkað AVMARKAÐ NØGD Rúm á hotellum í Rom eru blivin 19 prosent bíligari seinasta árið Alt ov fáar kvinnur eru flogskiparar, halda fleiri stór flogfeløg Heimsins ljótastu hotell Nógv stórsligin gistingarhús eru bygd kring heim­in, men tað finnast eisini rættiliga mis­hátt hotell. Eitt av teimum er Le Grand Hotel du Lac í Tunesia, sum varð bygt við ógvusligum 70 ára arki­ tekt­uri, sum hvørki sær elegantur ella inn­bjóð­andi út í dag. Tú fært næst­an tunglyndi av at síggja hetta gistingarhúsið. Hotel Alatau í størsta býnum í Kasakhstan, Al­maty, bjóðar um­ veg­is heimasíðuna inn í eitt heitt og hugnaligt hotell. Sæð uttanífrá tyk­ist hot­ellið alt annað enn tað. Í Tel Aviv í Ísrael hava tey millum ann­að Isro­tel gistingarhúsið, sum hev­ur skap sym syl­indari. Onkur arki­tektur hevur ivaleyst fing­ið eitt geni­alt hugskot, sum seinni vísti seg ikki at verða so framúr gott, tá ið alt kom til alt. Le Grand Hotel du Lac í Tunesia Hotel Alatau Isrotel