týsdagur 3. november 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugsa teg um, áðrenn
tú trýstir á send
Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, sigur, at tey nýta nógva orku upp
á at læra tey ungu at ferðast trygg á alnetinum.
Danjal av Rana
Hóast fólkini í sakarmálin
um, sum var fyri í Føroya
rætti, vóru yvir 18 ára gomul,
so er hetta, at víðarisenda
ónærisligar myndir, als ikki
ókent millum yngri fólk held
ur. Tað váttar Óli Rubeksen,
SSP-ráðgevi. Hann heldur,
at trupulleikin er ein ávís
pornofisering, sum fer fram
millum fólk, har tey royna at
síggja lekkur út.
– Vit síggja, at serliga
gentur, ofta heilt niður í 12
ára aldur, nýta hetta sum
eitt tól til at hevja seg sjálvar.
Onkrar gera tað í ovfarakæti,
men tíverri eru tað ikki øll,
sum duga so væl at ansa sær
sjálvum á netinum, sigur Óli
Rubeksen.
Hann sigur, at tey allar
flestu duga sær hógv á netin
um, men kortini er neyðugt
áhaldandi at arbeiða fyri
at børn og ung í Føroyum
kunnu hava eina trygga
ferðslu á netinum.
Hann vísir á, at tað ikki
er ólógligt, at taka slíkar
myndir, ei heldur at senda
øðrum tær, men at tað er ein
alsamt vaksandi trupulleiki,
at myndirnar síðani verða
sendar víðari, og tað er revsi
vert.
Óli Rubeksen sigur, at ein
trupulleiki er, at fólk hava
lyndi at gerast eitt sindur
líkasæl og hugsa, at soleiðis
er tað bara.
– Shit happens, plaga tey
ungu at taka til, men vit
mugu greiða teimum frá, tað
er ikki líkamikið, og at tey
hava ábyrgd av tí, sum hend
ir, serliga um tey sjálvi senda
myndir víðari, sigur hann.
Hann sigur tó tað sama,
sum Hildur Hentze og Linda
Hesselberg.
– Er myndin fyrst farin út
í cyberspace, so er hon farin.
Tí er so týdningarmikið, ikki
at trýsta á send. Privatar
myndir eru privatar. Tær
skulu ikki út í cyberspace.
Tað sama er galdandi fyri
nakinmyndir, sigur Óli Rub
eksen.
SSP-samstarvið
roynir
eisini at undirvísa foreldr
unum á hesum økinum og
upplivur, at hetta er eitt øki,
sum fyllir nógv í huganum
á foreldrunum, meiri enn til
dømis spurningar um rús
drekka.
– Vit hava gjørt faldar
ar og hava javnan foreldra
fundir, har vit royna at veg
leiða foreldrum, um hvussu
tey skulu møta hesi avbjóð
ingini, sigur hann. Eisini ger
SSP-samstarvið í løtuni eitt
arbeiðshefti, sum skal hjálpa
skúlum at orða ein politikk
innan sosialt samskifti, sum
skal stuðla og hjálpa børn
um og ungum at hava góðar
vanar, tá tey ferðast á netin
um.
tíðindi
– Hetta er eitt gott dømi
um, hvussu vandamikil
sosiala media er vorðið, sig
ur Linda Hesselberg, ákæri.
Tað er vorðið alsamt
vanligari hjá ungum fólk
um at taka myndir av sær
sjálvum og senda til vinir
og kenningar og millum
mest nýttu appurnar eru
Snapchat og Instagram,
hvørs einasta endamál er
at taka myndir og vísa vin
um tínum tær.
– Vandin er, at myndir
nar verða nýttar í einum
heilt øðrum samanhangi
og til eitt heilt annað
endamál enn upprunaliga
ætlað, sigur Linda Hessel
berg, og vísir til málið, sum
vit umtala aðra staðni í
blaðnum, har ein ungur
maður leggur eina mynd
av fyrrverandi damuni,
naknari, út á Facebook.
– Ungdómurin hugsar
kanska ikki so nógv um
tað, tá myndin verður tikin
og send, men tað er skjótt,
at myndin verður nýtt til
annað endamál, sigur hon.
Linda Hesselberg vísir
eisini á, at tá myndin er
farin í umfar, er so gott
sum ógjørligt at steðga
henni.
– Tað ber altíð til at
strika upprunaligu mynd
ina, men trupulleikin er, at
vit vita ikki, hvussu nógv
hava goymt myndina ella
tikið eina skíggjamynd
(screenshot á enskum). Tí
er so torført at tálma út
breiðsluni av eini mynd,
sigur Linda Hesselberg
ákæri.
Á borðinum hjá ákæru
valdinum liggur eitt líkn
andi mál. Í vár varð ein
filmur deildur á Snapchat,
av trimum ungum fólkum,
undir 18 ár, ið høvdu sam
legu. Í hesum føri var tal
an um at ein av teimum
trimum hevði tikið film
av teimum og deilt filmin
á Snapchat. Onkur hevur
síðani tikið eina upptøku
av filminum og sent hend
an víðari til sín vinaskara.
Enn er ikki greitt, um
ákæra verður reist í hesum
málinum.
Myndirnar kunnu
skjótt misnýtast
Tað er skjótt, at myndin verður nýtt í øðrum
samanhangi og til annað endamál, enn
upprunaliga ætlað, sigur Linda Hesselberg.
Løgreglan fær lítið gjørt
Danjal av Rana
Fólk standa ofta hjálparleys,
tá myndir av teimum enda á
Facebook og øðrum støðum
á alnetinum. Í mongum før
um røkkur føroysk lóggáva
sera stutt, og tí kann gerast
ómetaliga trupult at strika
myndirnar aftur.
Av løgreglustøðini í Havn
siga, tey, at í slíkum førum,
tá onkur hevur lagt myndir
av tær út á netið uttan títt
samtykki, tað verið seg bæði
ónærisligar myndir og aðrar,
hevur løgreglan lítlan møgu
leika at gera nakað við málið.
– Vit heita sjálvandi á
fólk um at melda tilburðin,
soleiðis at vit kunnu kanna
málið, tí tað er heilt greitt
brot á revsilógina at leggja
ónærisligar myndir av øðr
um út á Facebook og aðrar
miðlar, men vit fáa tíverri
ikki gjørt nógv við at strika
myndirnar, um tær fyrst eru
sendar í umfer, sigur Hildur
Hentze, varaleiðari á krimi
naldeildini.
– Tað einasta, vit kunnu
gera fyri at strika myndirnar,
er at heita á fólk um at melda
myndirnar til Facebook, og
biðja tey um at strika mynd
ina. Tíverri vísir tað seg, at
Facebook ikki er serliga sam
starvssinnað, ei heldur hvat
viðvíkur at lata okkum per
sónsupplýsingar av teirra
síðu.
Hon sigur, at talan er heilt
greitt um brot á revsilógina.
– Ein mynd, sum tilhoyr
ir eitt eyðsæð privat parlag,
kann ikki almannakunnger
ast, uttan samtykki frá báð
um pørtum. Samtykkir annar
ikki og hin almannakunnger
myndina, er talan heilt greitt
um brot á revsilógina, sigur
hon.
Hildur Hentze heitir tí á
fólk um at hugsa seg væl um,
í fyrsta lagi áðrenn tey yvir
høvur taka slíkar myndir og
í øðrum lagi áðrenn tær vera
sendar víðari.
– Tað kann tykjast spenn
andi, tá ein er í parlagi at
taka slíkar myndir, men lat
vera. Tú veitst ongantíð, hvar
myndin endar, tá parlagið
endar. Míni ráð eru, at tú ikki
tekur myndir av tær sjálv
um, sum tú ikki vilt at omma
tín skal síggja, sigur Hildur
Hentze.
– Síðani vil eg eisini heita
á fólk, um at hugsa seg um,
áðrenn tey deila myndir av
øðrum. Hevði tú viljað, at
ein slík mynd av tær sjálvum
varð send víðari, spyr hon.
Hildur Hentze ávarar um,
at myndirnar vera liggjandi
á netinum, tá tær fyrst eru
sendar í umfar, og at tær
kunnu vera liggjandi leingi.
– Hetta kann eisini fáa
keðiligar avleiðingar fyri teg
og onnur í framtíðini, tí meiri
og meiri eru arbeiðsgevarar
farnir at kanna komandi
starvsfólk á internetinum. Tí
kann tað gerast óheppið, um
arbeiðsgevarin finnur slíkar
myndir av tær ella sær, at
tú deilir slíkar myndir, sigur
Hildur Hentze at enda.
Løgreglan hevur sjáldan heimild at strika ónærisligar
myndir, sum fólk leggja út á internetið.