Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 10 Sosialurin Bill Justinussen ávarar nýggju samgonguna TAÐ ER EIN FYRIMUNUR AT SUMMI HAVA GÓÐA LØN LANDSFUNDUR MIÐFLOKSINS Áki Bertholdsen – Tað, sum er mest týdn­ing­ ar­mikið nú, er at halda fast. Tað staðfesti Bill Justin­ us­sen, tingmaður fyri Mið­ flokkin, á landsfundi hjá flokk­inum um vikuskiftið. Sum vit síggja í aðrari grein her á síðuni, er Bill Just­inus­sen ikki sørt errin av politikkinum hjá undan­ farnu samgonguni, har dent­ ur varð lagdur á at veksa seg burtur úr kreppuni, ikki at spara seg burtur úr henni – og heldur ikki at skatta seg burtur úr henni. Men hann heldur kortini, at vandi er fyri, at nýggja CEF samgongan metir støð­ una øðrvísi. – Tað er vandi fyri, at sam­ gongan nú sær ein møgu­ leika at fara til vinnuna eftur skattum og avgjøldum til at fíggja samfelagið. Neyðugt at halda fast Bill Justinussen ásannar, at summastaðni eru pengar at fara eftir, tí veruleikin er eisini, at nøkur fá eru vorðin ovurrík hesi seinastu árini. – Tað sleppa vit næstan ikki undan við tí politikki, undanfarna samgonga hev­ ur ført. Men tað eru eisini mong, sum vóru rættiliga illa fyri, og sum nú eru væl fyri, leggur hann afturat. Hann heldur, at nú er tað týdningarmiklasta av øllum, at samgongan heldur fast um at føra ein politikk, sum tryggjar, at vøksturin í búskapinum heldur fram. Tí ávarar hann ímóti at leggja ov nógvan skatt á vinnulívi. – Vónandi setir samgong­ an ikki tiltøk í verk, sum elva til, at stígur kemur í bú­ skapin, sigur Bill Justinus­ sen. Hann vísir á, at tær stóru fyritøkurnar hava ein ógvuliga viðbreknan íløgu­ politikk. Støðan er rættiliga greið á hesum øki, og hon er, at vera fyritøkurnar skatt­aðar ov hart, fer tað at av­marka íløgurnar, og tað skapar so ikki fleiri arbeiðs­ pláss. – Fara vit at skatta okkum burtur úr kreppuni, heldur enn at arbeiða okkum burtur úr henni, kann tað øgiliga skjót geva baksláttur, sigur Bill Justinussen. Hann staðfestir, at tað kann aftur føra til eina frá­ flyt­ing. – Men fara fleiri føroy­ing­ ar av landinum, fáa tey, sum eftir eru, enn tyngri byrðar at bera – og tey eru ofta í lægra endanum. – Hvørja ferð, onkur rýmir undan skattinum, verður byrð­an tyngri hjá teimum, sum eftir eru. Bill Justinussen heldur enntá, at tað ein fyrimunur, at onkur hevur góða løn, tí so kemur eisini meiri inn í skatti í felagskassan, vit øll njóta gott av og sum tryggjar vælferðina. – So ávaringin til sam­ gonguna er: Steðgið ikki bú­skaparvøkstrinum við hørð­um inntrivum og við og herða skattatrýstið ov nógv, ella við at kollvelta tær skipanir, vit hava. Vit skulu ikki lata fjáltur koma á okkum fyri tað, um javnvág ikki er komin í bú­ skapin enn, tí so leingi hann veksur, kemur javnvág í, sigur Miðfloksmaðurin. Vit skulu ikki lata fjáltur koma á okkum fyri tað, um javnvág ikki er komin í búskapin enn, heldur Bill Justinussen Veru­ leikin er eisini, at nøkur fá eru vorðin ovurrík hesi seinastu árini Tað kann aftur føra til eina fráflyting