týsdagur 3. november 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
Sosialurin
LANDSFUNDUR MIÐFLOKSINS
Vit kunnu vera stolt
Nú ber til at tosa um at býta virðini ímillum føroyingar
Áki Bertholdsen
– Vit kunnu vera stolt av tí
mesta, vit hava avrikað!
Bill
Justinussen,
ting
maður fyri Miðflokkin, er
ikki illa nøgdur við politikkin,
hann hevur verið við til at
føra hesi seinastu fýra árini,
hann var í samgongu.
Nú hann átekur sær ein
nýggjan leiklut, sum ting
maður í andstøðu, heldur
hann, at CEF samgongan,
sum nú hevur tikið við,
hevur nógv betri fortreytir
fyri at arbeiða undir, enn
undanfarna samgonga hevði,
tá ið hon tók við eftir valið í
2011.
– Nú ber til at tosa um,
hvussu virðini skulu být
ast
ímillum
føroyingar.
Tá ið vit tóku við, tosaði
eingin um tað, tí tá vóru
ikki so stór virði at býta,
staðfesti Bill Justinussen
á landsfundinum hjá Mið
flokkinum um vikuskiftið.
Eydnaðist avbera væl
Hann sigur, at hugsjónin
hjá undanfarnu samgongu
var, at vit skuldu ikki spara
okkum til avlop fíggjarlógini.
– Tíðirnar vóru ikki góðar,
men við í samgonguni settu
okkum fyri, at vit skuldu
heldur veksa okkum burtur
úr kreppuni, enn at spara
okkum til eitt avlop, staðfesti
hann.
Hann sigur, at endamálið
hjá undanfarnu samgongu
var at lyfta búskapin og
ein partur av tí var at fara
í stríð við ES um at hækka
makrelkvoturnar. Tað eydn
aðist avbera væl og sam
stundis setti vit so høgt
avgjald á, hvørja ferð, skip
avreiddu uppsjóvarfisk utt
anlands, at tað loysti seg
ikki, og sostatt kom allur
uppsjóvarfiskurin eisini upp
á land í Føroyum, har stórur
partur frammanundan varð
avreiddur uttanlands.
– Vit høvdu ikki nóg
mikið av virkjum á landi í
Føroyum til at taka ímóti
uppsjóvarfiskinum
og
tí
mestsum noyddust reiðarar
at byggja stór uppsjóvarvirki
í Føroyum.
Samstundis
eru
átøk
gjørd fyri at geva alivinnuni
so góðar vakstrarumstøður
sum gjørligt.
– Alt tað hevur ført við
sær, at arbeiðsloysið er at
kalla burtur í dag, samstundis
sum at hundraðtals nýggj
arbeiðspláss eru skapt.
Vit hava fingið eina flat
skattaskipan og hon hevur
forðað fyri, at fólk eru
rýmd
uttanlands
undan
skattatrýstinum í Føroyum.
Og hon hevur eisini ført við
sær, at fólk, sum hava verið
uttanlands, eru flutt heim
aftur at búgva.
– Sostatt eru føroyar í
tí heilt sermerktu støðu, at
vit eru einasti útjaðari um
okkara leiðir, har fólkatalið
veksur, staðfestur tingmað
urin fyri Miðflokkin.
– Vit hava ført eitt virk
nan, arbeiðsskapandi poli
tikk. Úrslitið av tí er, at
búskapurin er vaksin. - Tí
ber nú til hjá hesari nýggju
samgonguni seta seg at býta
virðini ímillum føroyingar,
og tað kunnu vit í undan
farnu samgongu vera errin
av, leggur hann afturat.
Hesum hava vit bíðað eftir í 27 ár
Áki Bertholdsen
Nú verður tað heilt skjótt,
at tað fer at bera til at fáa
grundstykki í Kollafirði.
Og tað er ikki á hvørjum
degi, at tað letur seg gera, tí
seinast ein útstykking var
í Kollafirði, var heilt afturi
í 1988.
Tórshavnar Býráð hevur
nú samtykt at seta 190.000
krónur av til at projektera
útstykkingina, og at bjóða
arbeiðið út.
Jákup Dam, býráðslimur,
var ein av teimum, sum
fekk grundstykki í seinastu
útstykkingini og hetta er
sostatt nakað, kollfirðingar
hava bíðað eftir í 27 ár.
Og Jákup Dam vísir á,
at nú eru tað mong, sum
eru rættiliga ótolin eftir at
sleppa at seta spakan í.
Hann staðfestur, at av tí
at ongi grundstykki hava
verið at fáa, eru tað rætti
liga nógv, sum eru rýmd av
bygdini, og hava búsett seg
aðrastaðni.
– Sostatt hevur hetta
eisini kostað Tórshavnar
Kommuna rættiliga nógv í
inntøku, hesi árini, at ongi
grundstykki hava verið til
taks, sigur hann.
So bíligt sum gjørligt
Tróndur Sigurðsson, for
maður í byggi og býarskip
anarnevndini, sigur, at ætl
anin er at bera so skjótt at,
sum til ber – og ætlanin er
eisini grundstykkini skulu
vera so bílig sum gjørligt.
Sum tað nú liggur í kort
unum, fara grundstykkini
at kosta 542 krónur fyri fer
meturin og sostatt fer eitt
stykki upp á 500 fermetrar
at kosta 271.000 krónur.
Talan er um eina út
stykking á Hamrabøi, mið
skeiðis í Kollafirði og eftir
ætlanini vera 21 grund
stykki í útstykkingini, og
tey vera ímillum 510 og
600 fermetrar. Harafturat
verður pláss fyri tveimum
grundstykkjum fram við
Homrum.
Í sambandi við útstykk
ingina skulu parkerings
pláss gerast og vegurin til
nýggja býlingin verður átta
metrar, har av gongubreyt
upp á ein metur verður á
hvørjari síðu.
Gongst sum ætlað, verða
stykkini tøk næsta ár.
Tað hevur verið ein stórur inntøkumissur fyri Tórshavnar Kommunu
Nú sleppa kollfirðingar loksins aftur at seta føtur undir egið borð
Føroyar eru einasti útjaðari um okkara leiðir, har fólkatalið veksur, staðfestur tingmaðurin
fyri Miðflokkin. Á myndin hevur tingmaðurin Jenis av Rana orðið