týsdagur 3. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ein lítil tablett á stødd við ein fiska
oljuhúsa skal í framtíðini gera tað
meira trygt at verða kannaður fyri
tarmkrabba, samstundis sum hetta
skal spara samfelagnum pengar.
Á Universitetssjúkrahúsinum í
Odense (OUH) verður í løtuni ein
lítil kamera-tablett roynd við 250
fólkum á Fjóni.
Hesi fólk luttaka eisini í kann
ingarætlanini hjá stjórnini í sam
band við tarmkrabba.
400.000 myndir
Tey, sum eru við í hesum royndum
á
Universitetssjúkrahúsinum
í
Odense, skulu dagin fyri kikara
kanningina eta hesa lítlu tablettina,
sum ávegis gjøgnum tarmarnar
tekur 400.000 myndir.
Myndirnar
kunnu
nevniliga
vísa seg at vera so neyvar, at talið
av kikarakanningum minkar. Har
aftrat kann ein annar vinningur
vera, at tey, sum annars skuldu havt
eina kikarakanning, fáa staðfest
eina meira ítøkiliga sjúkugreining.
– Vónirnar eru, at vit við
kamera-tablettini
kunnu
bjóða
borgarunum nakað, sum er lætt
ari enn ein skarnroynd. Kamera-
tablettin er meira neyv og fer at
senda færri sjúklingar til óbehagi
ligu og ikki heilt vandaleysu kikara
kanningarnar.
Tað sigur serlæknin og stjórin
fyri
Universitetssjúkrahúsið
í
Odense, Peder Jest.
John Brodersen, sum er serlækni
og lektari við Keypmannahavnar
Universitet, heldur hinvegin ikki,
at núverandi kanningarhátturin
er nóg neyvur, og tí er hann eisini
positivur fyri kamera-tablettini.
– Um vit finna eitt betri alterna
tiv til kikarakanningarnar, sum í
dag verða brúktar við kanningum
av tarmkrabba, hevði tað verið
óført, leggur hann aftrat.
Um trý ár
Royndirnar við tí lítlu tablettini
eru enn ikki komnar undir land, og
tí skulu tablettirnar roynast eina
rúma tíð aftrat, men Peder Jest
væntar, at tablettin verður klár til
nýtslu um trý ár.
Men, her er yvirlæknin og kann
ingarstjórin innan tarmkrabba í tí,
sum rópt verður Region Hoved
staden, Morten Rasmussen, ikki
samdur.
– Tey næstu fimm árini verður
kamera-tablettin ikki eitt alternativ
til núverandi kanningarhættirnar.
Tað fer at taka fleiri ár, áðrenn
vit kenna potentialið við kamera-
tablettini.
Longu nú vísa kanningar tó, at
kamera-tablettin gevur eitt neyvari
kanningarúrslit, tá ræður um tarm
krabba, enn ein skarnroynd gevur.
Peder Jest vónar tí, at fleiri vilja
lata seg kanna fyri tarmkrabba, tá
kamera-tablettin kemur á markn
aðin.
– Kanska er tað lættari hjá fólki
at luttaka í kanning, um tey bara
skulu taka eina tablet enn at senda
inn eina skarnroynd. Hetta fer
eisini at spara pengar til starvsfólk,
sum skulu fremja kikarakanningar,
sigur serlæknin og stjórin fyri Uni
versitetssjúkrahúsið í Odense, Ped
er Jest.
– Tað er lættari hjá fólki at luttaka í eini kanning móti tarmkrabba, um tey bara skulu taka eina tablett
enn at senda inn eina skarnroynd. Tablettin fer eisini at spara pengar til starvsfólk, sum skulu fremja
núverandi kikarakanningarnar, sigur serlæknin og stjórin fyri Universitetssjúkrahúsið í Odense, Peder Jest
HEILSA
Et eina tablet og tú sært
um tú hevur krabbamein
At hugsa positivt
Tað verður sagt, at mátin, vit hugsa, avger, hvussu vit eru. Vit velja, hvat vit hugsa, og vit blíva tað, vit hugsa. Hin positivi hugsar:
Eg skapi mítt egna lív. Tann negativi: Soleiðis er mítt lív bara. Hin positivi: Eg vil vinna. Tann negativi: Bara eg ikki tapi. Hin
positivi hugsar stórt; tann negativi gongur í smáum skóm. Hin positivi takkar fyri rós; tann negativi skammast við rós. Hin
positivi bjóðar sínum ótta av. Tann negativi letur seg stýra av sínum ótta. Hin positivi hugsar: Gongur tað ikki fyrstu ferð, royni
eg enn einaferð. Tann negativi: Hetta fer ongantíð at ganga. Hin positivi byggir brýr; tann negativi byggir múrar. Hin positivi sær
møguleikar; tann negativi sær forðingar.
Kelda: www.fegin.fo
Peder Jest er serlækni og stjóri fyri Universitetssjúkrahúsið
í Odense, sum ger royndir við kamera-tablettini
Á Universitetssjúkrahúsinum
í Odense (OUH) verður í løtuni
ein lítil kamera-tablett roynd
við 250 fólkum á Fjóni
Mynd: Vilmund Jacobsen