týsdagur 3. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KÍ VÍSTI MÆR
STØRRI ÁHUGA
Súni Olsen, sum hevur slitið sínar barnaskógvar í Gøtu, hevur nú skift heimavøllin í Sarpugerði út við
Djúmumýru í Klaksvík. KÍ vísti størri áhuga at fáa undirskriftina. Tí spælir Súni í bláu KÍ troyggjuni komandi ár
Tróndur Arge
Súni Olsen skrivaði mána
kvøldið undir sáttmála við
KÍ. Tað hevur leingi ljóð-að,
at miðvallarin hevur ver
ið á veg úr Víkingi. Áhald
andi áhugi úr Klaksvík er
høvðusorsøkin til, at fyrr
verandi landsliðsmiðvallarin
nú skal spæla sínar heima
dystir hinumegin leirvíks
fjørð.
– KÍ vildi meg meir.
Teir vístu stóran áhuga og
ringdu javnan til mín. Tað
hevur nógv at siga, at tað
er stuðul og trúgv upp á ein
í baklandinum, sigur Súni
Olsen um orsøkina til, at
hann valdi at skifta til KÍ.
34 ára gamli Súni Olsen
hevur umframt GÍ, og síðani
Víking, eisini spælt við B36 í
føroyskum fótbólti.
Arbeitt við
Mikkjali fyrr
Tað eru fleiri orsøkir til, at
Súni Olsen hevur skift til
KÍ. Fleiri ferðir nevnir hann
áhugan, sum KÍ og Mikkjal
Thomassen hava víst honum.
–
Høvðusorsøkin
til
skiftið er áhugin, sum KÍ og
Mikkjal Thomassen hava víst
mær. KÍ vóru mest grammir
at fáa undirskriftina, og tað
hevur nógv at siga, at venj
arin fleiri ferðir vísir á, at
hann vil hava meg til felagið,
sigur Súni Olsen.
Í 2011 bleiv Súni Olsen
FM vinnari við B36. Tað árið
setti B36 met við 67 stigum.
Venjari í B36 var Mikkjal
Thomassen. Tí kennast Súni
og Mikkjal frá fyrr av. Tað
hevur eisini spælt inn.
– Eg havi arbeitt við
Mikkjali fyrr. Tað var nokk
tann tíðin, har eg havi verið
best fyri í føroyskum fót
bólti. Hann kennir meg, og
veit hvussu hann skal brúka
meg, sigur fyrrverandi lands
liðsspælarin.
Væntandi áhugi
frá Víkingi
Í
samrøðuni
sigur
Súni
Olsen, at KÍ hevur víst størst
áhuga fyri undirskriftini hjá
sær. Tað merkir somuleiðis,
at Víkingur ikki hevur víst
eins stóran áhuga. Hesum
avsannar Súni Olsen heldur
ikki.
– Víkingur vísti áhuga,
men ikki á sama hátt sum
KÍ. Teir ringdu og vístu
áhuga, meðan tað eri eg, sum
havi sett meg í samband
við Víking. Tú kanst siga,
at Víkingur hevur sovið í
tímanum, sigur Súni Olsen
og leggur afturat:
– Eg vil spæla har eg fái
stuðul og uppbakning, sigur
34 ára gamli miðvallarin.
Ynskti at halda
fram í Víkingi
Onnur feløg settu seg eisini
í samband við Súna, men tá
samanumkom, so var tað
bara ein spurningur um Vík
ing ella KÍ
– Ja, tað vóru nakrir fyri
spurningar, men valið stóð
bara millum Víking og KÍ,
sigur frísparkssnillingurin,
sum upprunaliga ynskti at
fáa eina semju við Víking.
– Eg ynskti at halda fram
í Víkingi, men vit blivu ikki
samdir. Eg haldi eg vísti
tolsemi, og greiddi allatíð
Víking frá støðuni hjá mær.
Tað er eisini orsøkin til, at
avgerðin dró út, greiðir Súni
Olsen frá.
Tað var ikki lætt fyri
gøtumannin, at velja Víking
frá.
– Eg eri góður við felagið
og fólkini rundanum. Eg eri
keddur av at fara úr felag
num, men vit skiljast í sátt
og semju. Tað er ongin hurð,
sum er klamsað aftur, greiðir
miðvallarin frá.
– Tey flestu eg havi tosað
við, skilja mína støðu. Serliga
seinastu tíðina bleiv nógv
tosað um støðuna hjá mær.
Tí mátti ein avgerð takast.
Tá so ein semja ikki fæst í lag
við eitt, meðan onnur vísa
áhuga, so valdi eg at skifta,
fortelur gøtumaðurin víðari.
KÍ er ein stór avbjóðing
Súni Olsen hevur í eina
tíð verið settur í samband við
KÍ. Søguríka felagið hevur
mist spælarar sum Heðin á
Lakjuni, Henry Heinesen,
Gunnar Christansen, Kenan
Hajdarevic og Ndende til
komandi
kappingarár.
Tí
skulu royndar kreftir til.
– KÍ er ein øðrvísi avbjóð
ing. Tað verður gjørt nógv
burturúr fótbóltinum, og
tað eru altíð nógvir áskoð
arar, vísir fyrrverandi lands
liðsspælarin á.
– KÍ er eisini eitt lið í
menning, og tí kunnu mínar
royndir eisini brúkast á lið
num, sigur 34 ára gamli mið
vallarin.
Súni Olsen spældi í fjør
12 dystir Víking í einum
kappingarári,
har
skað
ar gjørdu um seg. Í Víkingi
hevur hann onkrar dystir
spælt á verjukenda mið
vøllinum, men væntar at
spæla meiri framrættaður í
Klaksvík.
– Eg og Mikkjal hava ikki
tosað um smálutirnar, men
tað liggur í kortunum, at
tað eru mínar framrættaðu
dygdir, sum skulu brúkast á
KÍ liðnum, sigur Súni Olsen,
Súni Olsen:
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR