Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 4. november 2015 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ið hevur fingið gipsið av arm­ inum eftir skaða, og aftur kann venja. Ikki vónbrotin At enda sigur Súni Olsen, at hann ikki er vónbrotin av Víkingi, sjálvt um tað kann ljóða so í støðum. – Lívið snýr seg um at taka avgerðir. Tað hava eg og Víkingur gjørt í hesum førinum, sigur Súni Olsen, sum enn eina ferð staðfestur, at tað er einki ilt millum hann og felagið. – Eg ímyndi mær, at teir hava ynskt at longd við meg, men tað hevur ikki latið seg gjørt. Eg havi havt fleiri góð ár í felagnum við steypa­sigrum, sigur Súni Olsen at enda. KÍ skal í Evropa Málið hjá KÍ tykist vera at koma í Evropa. Í ár var lítið, sum restaði í, tá felagið end­ aði tvey stig aftanfyri HB, sum fór avstað við seinasta atgongumerkinum til Evropa. Tó hevur KÍ havt nakað av frágongd í seinastuni. Heðin á Lakjuni er givin, Kenan Hajdarevic er fluttur av landinum, Ndende er farin til TB, meðan Henry Heinesen og Gunnar Christiansen eru farnir til ÍF. Hinvegin eru komnir mál­verjin, Kristian Joensen, og nú Súni Olsen. Líkt er til, at KÍ fer at fáa tilgongd at onkrum spælara afturat. Vónin er, at Súni Olsen skal vera við til, at skjóta KÍ á kós móti Evropa. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Seinnu dagarnar hava verið fleiri spælaraflytingar í før­ oysk­um fótbólti. Á Skála halda tey fram at styrkja hóp­in til kom­a­ndi kapp­ ing­ar­ár. Um­framt spælarar sum Andras Gango, Jón­ hard Frede­riks­berg og Frit­ leif í Lamb­an­um, so er Álvur F. Christian nýggjur í Skála hópinum. hann skiftir frá AB. – Eg havi boða AB frá, at eg ikki haldi fram har. Orsøkin er, at vit flyta til Runavíkar, og at eg skal vera pápi í februar. Tí fer at passa so illa, at vera í skúla og spæla fótbólt í havn, segði Álvur F. Christiansen stutt undan skiftinum til Skála. Eisini í Fuglafirði verður arbeitt við at styrkja hópin. Teir hava fingið tilgongd av høgra bakkinum, Gunnari Christiansen, sum kemur til úr KÍ. 07 Vestur hevur boðað frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við serbiska Ivan Stojkovic, sum seinastu mongu árini hevur vart mál­ið hjá TB. Ivan Stojkovic kom til Føroyar í 2007, og hevur samanlagt leikt 250 dystir fyri besta liðið hjá TB. Hetta er annar spælarin, sum 07 Vestur heintar frá TB. Fyri stuttari tíð síðani boðaði felagið frá, at tað eisini hevur gjørt avtalu við fyrrverandi TB spælaran, Martin Tausen. Lítið man vera at ivast í, at 07 Vestur í komandi kapp­ingarárið ætlar sær upp­f­lyting í Effo-deildina. Fleiri spælaraflytingar