Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 Matgleði á Torginum Í kvøld, mikukvøldið 4. novembur, verður sonn matgleði á Torginum í SMS, har fólk fáa høvi at royna alt tað besta úr havi og haga ókeypis. Tað verða so navnframir kokkar sum eitt nú Birgir Enni og Ruben Busk, ið fara at matgera, og eisini fara eitt nú tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, ið hava gjørt Lætt & Leskiligt bøkurnar, at taka lut. Ein nýskotin hara verður flett á Torginum, og slaktarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, fer at skera kjøt. Harumframt fer Rói Egholm, sum í mong ár hevur selt saltfisk í Suður- Evropa, og sum eisini sjálvur hevur búð í Spania, at greiða frá um saltfisk. Eisini luttekur Gómagott við síni føroyskt framleiddu sjokulátu. Tónleikur verður somuleiðis á skránni. sms-blaðið 4. november 2015 lýsingablað Miðlahúsið