Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum 4. november 2015 2 Sms - Miðlahúsið Tekstur: terji Nielsen Snið og uppseting: Pætur Eyðunsson Jensen / Sosialurin www.sms.fo Fólk, sum koma á gátt í SMS, brúka ofta høvið til at fáa sær ein góðan bita undir vitjanini. Og um tú heldur, at tað bert eru burgarar, grillaðar tvíflísar og aðrir skundverðar, sum borðreitt verður við í SMS, so fert tú skeivur. Tað finnast eisini aðrir verðar. Í gomlu Perluni, sum í mong ár var savningarstaðið í SMS, fekst eitt nú ein góður búffur við øllum tí, sum hartil hoyrir. Og í dag ber framvegis til at keypa ein slíkan leskiligan búff, tá tú vitjar í SMS. Í Baresso/Hvonn hava tey nevnliga ein sonevndan SMS-búff á matarlepanum. Talan er um ein búff á umleið 200 gram úr Angus-kjøti, har kundin kann velja millum annaðhvørt bakað epli ella kips aftur, og eisini eru ikki færri enn trý sløg av sós at velja millum. Fólk flest halda ivaleyst, at tað bert eru skundverðar, ið fáast til matna á matarstøðunum í SMS, men tað er ikki so. Í Baresso/Hvonn hava vit umframt navnframa SMS-búffin eisini nógv annað gott á matarlepanum, og til børnini hava vit eitt nú barnapitsur, siga tey í SMS. Sjálv matstovan í Baresso/Hvonn er eisini meiri lík eini veruligari matstovu, enn man vanliga ofta upplivir tær í stóru sølumiðstøðum. Dempaða ljósið gevur ein serligan dám, og innbúgvið er heitt og fjálgt og skapar ein serstakan hugna, har tú sum gestur fær hug at seta teg niður og njóta ein góðan bita í frið og náðum. Innrættingin í Baresso/Hvonn er eisini broytt nakað, soleiðis at tað nú eru ikki færri enn 94 sitipláss til gestir í matstovuni. Vit uppliva eisini, at vit selja meiri og meiri av kaffi og líknandi vørum ”to go”, har fólk bara taka tað við sær í hondina og fara víðari, meðan tað fyrst og fremst eru fólk, sum keypa sær ein bita, ið velja at seta seg niður í matstovuni. Hetta er meiri og meiri ein matstova heldur enn ein kaffistova, siga tey í Baresso/Hvonn. SMS-búffur sum í gomlu Perluni Hvør ger flottastu kakuna Hendingarríkur leygardagur Hósdagin verður stóra føðingardags- bakikappingin í SMS. Tá fara umleið 10 av okkara bestu amatør-bakarum at vísa sína bestu føðingardagskaku á Torginum í SMS. Stóra bakikappingin er skipað soleiðis, at luttakararnir hava fingið 300 krónur at keypa rávørur til kakuna fyri, og hósdagin verða kakurnar settar fram á Torginum, og ein vinnari verður funnin. Ein dómsnevnd við trimum limum velur bestu føðingardagskakuna. Millum dómararnar er Tóra Effersøe frá Cute Carbs, og vinnarin fær eitt gávukort frá SMS áljóðandi 1.500 krónur. Harumframt verður uppskriftin uppá vinnandi kakuna í næsta SMS-blaðnum. Føðingardagsvikan í SMS endar leygardagin, tá ið ein rúgva av tiltøkum eru á skránni. Lagt verður til brots longu klokkan 9 leygarmorgunin, tá ið SMS bjóðar ókeypis morgunmat til tey vitjandi. Tað er einki at taka seg aftur í, at skráin leygardagin fyrst og fremst vendir sær til børnini. Á skránni verður eitt nú andlitsmálin, tekniborð, filmskrókur og ikki minst skattaveiða. Ein, sum mangan vitjar í SMS, og sum øll børn í Føroyum dáma sera væl er klovnurin Bubu. Og sjálvsagt kemur Bubu eisini á vitjan, nú SMS hevur føðingardag. Tvær ferðir leygardagin fer Bubu á pallin á Torginum í SMS saman við Lulu at undirhalda bæði børnum og vaksnum. Men áðrenn Bubu verður á skránni, fer heimsins kendasti kollfirðingur, Jens Marni Hansen, at spæla og syngja saman við børnunum. Øll skráin fyri føðingardagsvikuna hjá SMS sæst annars aðrastaðnis her í blaðnum og á www.sms.fo. Umbýtingarrættur líka fram til 6. Januar Serliga jólagávu-umbýtingartænastan er longu komin í gildi. Tað merkir, at tú longu nú kann keypa jólagávurnar og samstundis vita, at tann, ið fær gávuna, kann býta hana um heilt fram til 6. Januar komandi ár. Frá nú av og frameftir verður eitt serligt jólamerki klistrað omaná príslepan, og tað gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein tíðgóðarseðil fyri vøruna. Hetta er sjálvsagt treytað av, at vøran er í sama standi, sum tá hon bleiv keypt. Henda serliga tænastan hjá SMS er galdandi heilt fram til og við mikudagin 6. Januar, so tað er góð tíð eftir jól at býta um í, um tørvur er á tí. Vørur, sum eru keyptar á útsølu ella uppá tilboð, kunnu tó ikki býtast um, og goldin peningur verður ikki endurrindaður.