hósdagur 5. november 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
6
persónssøga
Barbara Holm
M
angan hevur brotið
um bæði borð í Tinga
nesi tey seinastu sjey
árini, Kaj Leo Holm
Johannesen hevur sitið við borð
endan á løgmansskrivstovuni. Síðani
2004 hevur hann verið formaður í
Sambandsflokkinum, men tann 24.
oktober í ár legði hann kongin, og
nýggjur formaðurin tók við. Hendan
sólskinsdagin í miðbýnum kemur Kaj
Leo á gátt í Miðlahúsinum. Spurt
verður dúgliga um, hvussu lívið er
hinumegin løgmansstarvið, og ting
maðurin dylur ikki fyri, at tað er ein
lætti at lata ábyrgdina frá sær.
– Eg haldi markið er eini 5-6 ár. Tá
misti eg fokusið eina løtu, heldur Kaj
Leo.
Sæð í bakspegilin dugir Kaj Leo
væl at skilja eitt nú amerikanska skip
anina, sum ásetir, at forsetar einans
kunnu sita tvær setur. Tí tú rustar
eftir tað.
– Eg haldi, eg gloymdi at vera eyð
mjúkur um mítt starv. Sjálvandi – tú
brennur fyri tí, men er neistin eins
stórur, sum tá tú byrjaði. Nei, tað er
hann helst ikki aftaná so nógv ár, sig
ur Kaj Leo.
Vit sessast, og sum svar til spurn
ingin um lívið sum púra vanligur
tingmaður sigur Kaj Leo.
– Fantastiskt!
Tí ágangurin seinnu árini – hann
hevur verið stóru hjá 51 ára gamla
havnarmanninum og familju hans
ara.
Almennu ósemjurnar
kostaðu valið
Mong hava fýlst á, at Kaj Leo ikki
legði formanssessin frá sær áðrenn
løgtingsvalið, tí ivaleyst hevði úrslitið
hjá Sambandsflokkinum verið betur
til valið 1. september, halda summi.
Men í tí er Kaj Leo ósamdur. Ein
av høvuðsorsøkunum til, at flokkurin
tapti valið, var illoyaliteturin.
– Seinastu tvey árini hevur tað ikki
verið bakkað nóg nógv upp um mínar
avgerðir sum formaður. Tað er ein av
høvuðsorsøkunum til, at vit taptu
valið, heldur Kaj Leo.
Men tað eru eisini aðrar orsøkir til,
at Kaj Leo ikki lat aðrar kreftir sleppa
framat at stýra flokkinum í valstríð
num. Ein orsøk er, at hevði flokkurin
staðið seg illa við einum nýggjum for
manni, so hevði tað verið ein trupul
støða hjá flokkinum og nýggja for
manninum eftir valósigurin.
– Tað er einki løgið í, at fólk gerast
troytt av at síggja tey somu andlitini
í politikki, og at tey hoyra somu boð
skapirnir fleiri ár á rað. Fólkið var
troytt av at síggja og hoyra okkum, og
tí vóru sannlíkindi fyri, at vit høvdu
tapt valið óansæð hvør stóð á odda,
heldur Kaj Leo.
Men samanumtikið heldur fyrr
verandi formaðurin, at ósemjurnar,
sum Bárður Nielsen og onnur valdu
at taka út í fjølmiðlarnar, vóru
høvuðsorsøkin til, at Sambandsflokk
urin fall niður á seks tingmenn.
Tá Kaj Leo stuðlaði Jørgen
Seinastu fýra árini í Tinganesi, og sum
oddamaður fyri Sambandsflokkin,
hava verið merkt av gølum av ym
iskum slag. Nevnast kunnu eitt nú
tollmálið og CIP málið, og rættarsakir
og kanningarstjórar hava sett síni sín
dám á politiska umhvørvið seinnu
árini.
Skrúva vit tíðina aftur til ársbyrj
an í 2014, var tað merkt av, at lands
Eg haldi eg
gloymdi at vera
eyðmjúkur
um mítt starv.
Sjálvandi – tú
brennur fyri tí,
men er neistin
eins stórur sum
tá tú byrjaði. Nei,
tað er hann helst
ikki aftaná so
nógv ár«
Bárður var
ikki loyalur
móti mær
– Eg eri ein loyalur maður og má bara
viðganga, at Bárður ikki altíð hevur verið
tað ímóti mær, tá ið eg sat sum formaður.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú
vanligur tingmaður í Sambandsflokkinum