hósdagur 5. november 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
7
stýrismaðurin við fíggjarmálum
Jørgen Niclasen kallaði inn til tíð
indafundar um nógv umrødda
tollmálið. Frágreiðing varð latin
miðlunum, men tað viðførdi ikki, at
miðlarnir tagdu. Tvørturímóti varð
nógv fokus á málið og frágreiðingina
og at enda viðførdi tað eitt uppskot
um misálit á Jørgen Niclasen, sum
fall, men fekk undirtøku eisini úr
Sambandsflokkinum.
Brádliga var løgmansflokkurin í
tvíningum. Meðan Kaj Leo Holm Jo
hannesen stuðlaði Jørgeni Niclasen,
so vóru aðrar kreftir í flokkinum, sum
vildu hava løgmann at koyra Jørgen
Niclasen úr starvi.
– Eg stuðlaði Jørgen, tí eg helt ikki
viðferðin var rættvís. Og tað kom eg
so eisini í trupulleikar av, minnist Kaj
Leo aftur á.
Ávísir politikarar úr Sambands
flokkinum vóru alment frammi í
miðlunum og vístu sína ónøgd við
avgerðina hjá løgmanni um at lata
fíggjarmálaráðharran halda fram í
sínum sessi. Ein teirra, var núverandi
formaðurin, Bárður á Steig Nielsen.
– Nakrar ferðir hevur Bárður ikki
verið loyalur móti mær sum for
manni. Hann vildi hava formanssess
in, og fór eftir honum í miðlunum. Og
tað er tað heldur einki galið við, sigur
Kaj Leo.
Fyrrverandi formaðurin leggur
dent á, at politikkur er eitt valdsspæl,
og einki forgjørt er í, at ein tinglimur
vil hava ávirkan og vald.
– Bárður hevur langt síðani sagt
mær, at hann vildi vera formaður í
Sambandsflokkinum, og at hava am
bitiónir er altíð gott, heldur Kaj Leo.
Men illoyalitetur – ja, hann tænir
ikki nøkrum endamáli.
– Summi halda kanska, at flokkur
in hevur verið ov topstýrdur seinnu
árini. Fólk halda meg vera so fittan,
men eg vænti tey høvdu hildið nakað
annað, um tey sóu, hvussu eg kundi
Seinastu tvey árini hevur tað
ikki verið bakkað nóg nógv
upp um mínar avgerðir sum
formaður. Tað er ein av høvuðs
orsøkunum til, at vit taptu valið«
framhald