Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 8 persónssøga seta fólk upp á pláss, tá ið ástóð, sigur Kaj Leo. At halda saman upp á sam­gong­ una í hesi seinastu fýra, buldraligu ár­ini, hevur ikki altíð verið eins lætt. Upp­skriftin er at fara við øðrum, sum man vil tey fara við tær. Tað ljóðar kanska sum ein klisjé, men Kaj Leo held­ur, at hetta er gott at hava sum mál. – Eg havi ongantíð alment funnist at mínum partamonnum ella sam­ gongu­fe­løgunum. Tað er í øllum før­ um vist, at gert tú tað, so verður støð­ an verri í síðsta enda, heldur Kaj Leo. Edmund hevði trupult við at góðtaka støðuna Mangan hevur verið hugleitt um, at trupult er hjá fyrrverandi politiskum for­monnum at finna seg til rættis und­ir einum nýggjum formanni. Tað er torført at leggja seg undir eina nýggja kós, siga summi. Kaj Leo held­ur tó ikki hesa uppgávuna vera av tí ringastu. Men at fyrrverandi løg­menn og floksformenn hava tað trup­ult undir nýggjum formanni? Tað kennir Kaj Leo alt til. – Edmund hevur havt trupult við, at eg var formaður og ikki hann. Og tað geri eg hann heldur ikki ringan fyri, sigur Kaj Leo. Hóast fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum, fólka­tings­ maðurin og løgmaðurin, Ed­mund Joensen, mangan hevur funn­ist alment at Kaj Leo og førda poli­tikk­in­ um, so hava teir ongantíð havt trup­ ul­leik­ar sína millum. – Eg veit ikki reiðiliga, hví Edmund hevði trupulleikar við at góðtaka linj­una. Hann var ósamdur í okkara førda politikki, og tað skal man hava loyvi til at vera, sigur Kaj Leo. Eisini fyrrverandi forkvinnan, Lis­ beth L. Petersen, hevur alment verið sera atfinningarsom mótvegis førda poli­tikkinum hjá nú fyrrverandi ABDH samgonguni. Men heldur ikki her veit Kaj Leo hví ónøgdin var so stór. – Er tað tí, at tit lótu Fólkaflokkin fáa ov nógv ígjøgnum í farnu sam­ gongu? – Nei tað haldi eg ikki, tú kanst siga. Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokk­ur­in fingu nøkur ting ígjøgnum, sum hin ikki tók undir við, sigur Kaj Leo. Hann ásannar tó aftaná eina løtu, at iva­leyst hevur samgongan við Fólka­flokk­inum merkt, at Sam­bands­ flokk­urin slepti ov nógv at sínum sosi­al-liberala profili, og ístaðin gjørd­ ist ein borgarligur flokkur nærmast burt­ur­av. – Tað kann gott vera, at Fólka­ flokk­urin onkuntíð hevði ov stórt vald og fekk ov nógv ígjøgnum. Tað er eis­ini tað, sum okkara bakland fýltist at, sigur Kaj Leo. Og á ársfundi hjá Sam­bands­flokk­ in­um var tað júst hetta, sum nú fyrr­ ver­andi formaðurin vísti á. – Neyðugt er at styrkja um sosiala profilin nú. Eing­in ivi um tað, sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen. Hart fyri familjuna Lætta lyndið á fyrrverandi løgmanni Før­oya hendan dagin í Miðlahúsinum ber boð um, at gerandisdagurin nú er mun­andi lættari. Lættari í arb­eiðs­ høpi, men sanniliga eisini lættari, tá ið umræður familjulívið. Mangan hava vit hoyrt Kaj Leo alment finnast at, at tónin í pol­it­ iska landslagnum er so harður og náði­leysur. – Eg kann siga tær, at ein natúrlig av­leið­ing av, at eg ikki longur skal vera savn­ingarmegin í landinum er, at nú kann eg lættari tosa avslappað og op­ið við journalistar. Tað kennist gott at standa á síðulinjuni eina løtu, sig­ur Kaj Leo. Fyri fyrrverandi løg­mans­fam­ilj­ una hevur tað mangan verið torført. Dag­arnir eru fult bókaðir við fundum, fyri­reikingum og virksemi annars, og miðl­arnir eru javnan fyltir við hvøss­ um vendingum og álvarsligum ákær­ um um hetta og hatta. »Eg havi ongantíð gjørt eina av­ talu við CIP, og eg kundi ikki funnið upp á at gjørt tað«. Hvør kennir ikki tað nógv um­ rødda brotið frá tingsins røðarapalli, har Kaj Leo eftir øllum at døma gjørdi íðan ov nógv av. Hann var í øll­um førum funnin sekur í at siga ósatt fyri tinginum í niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum. – Hatta er sikkurt spælt hundrað ferð­ir í teimum ymsu miðlunum, og tað er ikki stuttligt hjá mínari familju at hoyra slíkt. Tú skalt ímynda tær, at ein tú elskar verður søplaður niður al­ment nærum dag og dagliga, sigur Kaj Leo. Og tað hevur merkt familjuna. Eitt nú hevur orðið »happing« verið nógv uppi og vent heima hjá Kaj Leo. – Tað er ótrúliga ringt at forklára børn­um, at tey ikki skulu happa í skúl­an­um. Tað siga vit vaksnu altíð, men tað vit gera innan politiska um­hvørvið er jú júst tað øvugta, so hvussu skulu tey ungu skilja tað, spyr Kaj Leo. Hann heldur, at forstáilsi fyri pol­it­ isk­um avgerðum og truplum støðum eig­ur at vera størri í framtíðini. Og hann hevur sett sær fyri, at komandi ár­ini í andstøðu frá hansara síðu í øll­ um førum, vera merkt av forstáilsi, stuðl­an og konstruktivum kritikki. – Eg skilji væl hvørjari støðu hend­ an samgongan er í og ivaleyst kemur í, sigur Kaj Leo. Eitt er politiska valdsspælið og re­tor­ikk­urin millum samgongu og and­støðu. Tað kenna vit øll til. Men Kaj Leo Holm Johannesen hevur so sett sær fyri, at hann í orðaskiftinum í ting­inum skal nýta sínar royndir og sína vitan um lívið við valdið til fyri­ muns fyri alt løgtingið og við kon­ strukti­vi­teti fyri eyga. Tað kann gott vera, at Fólkaflokkurin onkuntíð hevði ov stórt vald og fekk ov nógv ígjøgnum. Tað er eisini tað, sum okkara bakland fýltist at« Eg stuðlaði Jørgen, tí eg helt ikki viðferðin var rættvís. Og tað kom eg so eisini í trupulleikar av«