fríggjadagur 7. juli 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 128 - 7. juli 2000
Nr. 128 - 7. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
út at koyra
Longsti undirsjóvartunnil
til bilaferðslu í Europa
Magnus Gunnarsson
Um vit hyggja í Norrakort-
ið, síggja vit, at strekkið frá
Bergen til Stavanger sær so
trupult út, av tí at høvuðs-
vegurin, E39, verður avbrot-
in av ferjusambondum í
trimum støðum.
Næsta ár verður lættari
hjá teimum, sum ætla sær
at koyra hendan vegin, tí tá
verður eitt ferjusamband
minni.
260 metrar undir
havyvirflatuna
Oyggjarnar Stord og Bømlo
verða samanbundnar við
tveimum heingibrúgvum,
einari stoyptari brúgv og
einum undirsjóvartunnli,
sum verður gjørdur inn á
fastlandið, nakað norðan
fyri Haugesund.
Tunnilin verður 7.831
metrar langur og sostatt
longsti undirsjóvartunnil til
bilaferðslu í Europa. Lægsta
punktið í tunnlinum verður
260 metrar undir havyvir-
flatuni. Hesar oyggjarnar
við sínum 30.000 íbúgvum
eru í dag, stórsta oyggja-
samfelag í Norra, sum ikki
hevur vegasamband til fast-
landið. Hetta hevur við sær,
at fýra ferjusambond verða
niðurløgd. Til sammeting
kunnu vit nevna, at tunnilin
um Vestmannasund eftir
ætlan verður umleið 4.900
metrar langur og lægsta
punktið um 105 metrar und-
ir vatnyvirflatuni.
»Trekantsambandet«,
sum verkætlanin verður
kallað, varð samtykt í Stór-
tinginum í 1996, og byrjað
varð á vári 1997. Byggitíðin
bleiv mett til fýra ár, og prís-
urin verður umleið 1.8 mill-
iardir norskar krónur. Stat-
ens Vegvesen Hordaland, ið
er byggiharri, stendur fyri
verkætlanini og hevur eftir-
litið við arbeiðinum. Sjálvt
arbeiðið verður gjørt av
Statens Vegvesen og boðið
út til aðrar entreprenørar.
Skjótari enn væntað
Arbeiðið við undirsjóvar-
tunnilinum hevur gingið
væl, og komið var ígjøgnum
eitt hálvt ár fyrr enn væntað.
Arbeitt varð báðumegin frá,
og teir møttust undir havi-
num í september mánað í
fjør, og holini raktu beint á
hvørt annað.
Koyribreytirnar til heing-
ibrúgvarnar verða gjørdar í
Hollandi og Italia. Hvørt el-
ement vigar 125 tons, og
verða tey førd á stórum
prámum, sum verða sleip-
aðir til Noregs, har ein flót-
ikrani heingir koyribreytir-
nar uppá pláss.
Roknað verður við eini
øking í ferðsluni uppá eini
30%, og at umleið 4.000
bilar fara at brúka fasta sam-
bandið um samdøgri.
Størsta verkætlan
aftaná Gardermoen
Statens Vegvesen samstarv-
ar við Sunnhordaland Bru
og Tunnelselskap A/S um
fíggingina, og koma teir at
standa fyri innkrevjingini av
bummpengunum. Hetta er
stórsta verkætlan í Norra
aftaná Gardermoen luft-
havnina.
Stutt norðan fyri Stavang-
er eru tveir undirsjóvartunn-
lar, sum eru væl upplýstir
og sera tryggir at koyra í.
Tað er lítið øðrvísi enn at
koyra í einum vanligum nú-
tímans tunnli. Um tann
komandi tunnilin um Vest-
mannasund verður á slíkum
støði, hava tey, sum ikki
unnast við tankan um at
koyra undir sjónum, onki at
óttast fyri.
Keldur: Statens Vegvesen &
Bømlo Nyt
My
He
koy
.
Brúgvarnar samanbinda oyggjarnar Stord, Føyno, Nautøy, Spissøy og Bømlo. Undirsjóvartunnilin gongur frá Føyno til Sveio, nakað norðanfyri
Haugesund. Tunnilin fer undir oynna Otterøya
út at koyra
Mitsubis-
hi og
Daimler-
Chrysler
Daimler-Chrysler hava
gjørt eina avtalu við
Mitsubishi Motors, um
at keypa 34% av av
fyritøkuni.
Kelda: BIL
Saab 9-5
frítíðar-
bilur
Eftir at Volvo V70 XC
og Audi A6 Allroad eru
komnir á marknaðin,
hevur Saab tikið avgerð
um at gera ein líknandi
9-5 frítíðbil.
Kelda: Bilen Motor &
Sport
Hvør sína
helvt
í NedCar
Mitsubishi Motors og
Daimler-Chrysler eiga
nú hvør sína helvt í
hollandsku NedCar bil-
averksmiðjuni, sum ger
m. a. Mitsubishi Car-
isma og Volvo S/V40.
Kelda: BIL
Peugeot 607 til danska
umhvørvis og orkumálaráðharran
Magnus Gunnarsson
Nú verður skjótt eitt ár síðan
Peugeot 607 alment varð
vístur fram á altjóða bila-
framsýningini í Frankfurt í
september í fjør. Bilurin
koyrir í eitt nú heimland-
inum hjá Peugeot, Frak-
landi, og kemur á danska og
føroyska marknaðin í heyst.
Stórur, ljóðleysur
og rúmligur
Peugeot 607 er ein stórur,
snøggur og rúmligur bilur,
stabilitetskontrol
(EPS).
Peugeot 607 verður fram-
leiddur eftir einari nýggjari
skipan, ið gevur kundanum
møguleikar fyri at fáa bilin
uppbygdan eftir egnum
ynski.
High Density Injection
Bilurin er sera væl útgjørd-
ur, og standard útgerðin er
m. a. klimaanlegg við mikr-
ofiltri, ið kann regulerast til
tey, sum sita í høgru ella
vinstru síðu. Eisini hevur
hann fartpilot, koyriteldu og
ið er ein sonn fragd at koyra.
Hann er so ljóðleysur, at tey,
sum sita aftan og framman
kunnu kunnu lættliga tosa
saman, tá koyrt verður við
nógvari ferð.
Av trygdarútgerð er mill-
um annað 6 airbags, harav
tvær eru sum rullumadrass-
ur, ið blásast upp og verja
høvdið við ein síðusaman-
stoyt.
ABS bremsurnar hava el-
ektroniskan bremsukraftfor-
deilara, eins og antispin
(ARS) og elektroniskan
regnsensorar, ið automatiskt
seta viskararnar í gongd, tá
tað regnar á forrútin.
Umframt el-rútar og el-
spegl við varma, kann við-
førisrúmið lætast upp elek-
triskt ella uttanífrá, við
knøttinum, ið situr í nulli-
num á 607 embleminum
aftan.
Møguleiki er at velja í-
millum tríggjar motorar, ein
2.2 litur bensinmotor við
160 hk, ein 3.0 litur V6 við
210 hk, og tann nógv um-
talaða 2.2 litur HDI (High
Density Injection) common
rail dieselmotorin við 133
hk og tí nýggja framkomna
filtrinum, ið við eini eyka
forbrenning reinsar teir
smáu sótmolarnar burtur.
Bílagt 607
sum ráðharrabil
Danski umhvørvis- og ork-
umálaráðharrin, Svend Au-
ken, vil ganga undan sum
eitt gott fyridømi, og hevur
saman við bilførara sínum
bílagt ein metalgráan Peu-
geot 607 HDI.
Auken verður argaður av
øðrum politikarum fyri at
koyra við stórum bensin-
slúkara, ið dálkar umhvørv-
ið. Hann sigur millum ann-
að við Politiken:
– Hvis branchen kommer
med en god løsning, så viser
jeg den gerne frem!
Eisini gleðir hann seg yv-
ir, at hann við nýgga ráð-
harrabilinum fer at koyra
næstan dupult so langt uppá
liturin, og at dálkingin verð-
ur so lítil sum til ber.
Keldur: FDM / Motor &
Peugeot Danmark,
Presseafdelingen
Nakað heilt nýtt í ferðslulógini er treytað frádøming av koyri-
kortinum í sambandi við fyrstuferðarbrot undir serliga linnandi
umstøðum. Hetta merkir í stuttum, at lógbrótarin fær bót og ein
treytaðan dóm í ávísa tíð. Brýtur hann lógina aftur í hesum
tíðarskeiði í so stóran mun, at nýggja brotið minst gevur sama
dóm, so fellur hamarin harðliga, tí endurtøkuavleiðingarnar eru,
at bæði upprunaligi og nýggi tilburðurin verða lagdir sum grund
undir treytaleysari frádøming. Treytað frádøming verður bert
brúkt undir heilt serliga linnandi umstøðum, og tað verður upp
til dómsvaldið at leggja støðið í tílíkum málum.
Treytað frádøming nakað
nýtt í ferðslulógini