hósdagur 5. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
21
Breyð grunduppskrift
Hetta er veruliga heimsins lættasta
breyð, og tað nøktar allan mín tørv.
Tað skal bara rørast saman og gongur
yvir náttina, so sjálvt ein stormfullan
troyttan týsmorgun ber til at unna
sær luktin av nýðbakaðum. Tað kann
varierast út í æsir og er lætt at spæla
sær við.
Til eitt breyð:
• 3 gram av ger
• 3 dl av vatni
• 9 gram av salti
• 400 gram av hveitimjøli
Rør vatn, ger og salt saman til alt er
upployst. Rør síðani hveitimjølið í. Eg
plagi at brúka ein gaffil, so sleppi eg
frá at deiggið klistrar seg fast í hend
urnar. Lat deiggi standa yvir náttina
á køksborðinum.
Morgunin eftir koyrir tú mjøl
á eitt borð og vendir deigginum í
mjøli. Síðani tendrar tú ovnin á 200
hitastig. Lat deiggið liggja og hvíla seg
til ovnurin er heitur. Síðani bakar tú
breyðið á á leið 15-20 min.
Græskarbreyð
Hetta er ein myrkari útgáva av grund
uppskriftini. Eg koyri eittsindur
minni av mjøli í, tí at hørfræið eisini
sýgur vesku til sín. Tað er lekkurt at
venda breyðnum í eyka græskar
kjarnum áðrenn tað fer í ovnin. Tú
stroytur bara eitt sindur av græskar
kjarnum á borðið og vendir breyð
num í hesum heldur enn í mjøli.
• 3 gram av ger
• 3 dl av vatni
• 9 gram av salti
• 50 gram av hørfræ
• 50 gram av graskarkjarnum (sum
meira at venda breyðinum í
áðrenn tað fer í ovnin)
• 150 gram av hveitimjøli
• 150 gram av fullkornshveiti
Rør vatn, ger og salt saman til alt er
upployst. Rør síðani græskarkjarnur
og hørfræ í, og at enda hveitimjølið
og fullkornsmjølið. Eg plagi at brúka
ein gaffil, so sleppi eg frá at deiggið
klistrar seg fast í hendurnar. Lat
deiggi standa yvir náttina á køks
borðinum.
Morgunin eftir koyrir tú mjøl
á eitt borð og vendir deigginum í
mjøli. Síðani tendrar tú ovnin á 200
hitastig. Lat deiggið liggja og hvíla seg
til ovnurin er heitur. Síðani bakar tú
breyðið á á leið 15-20 min.
Søtt russinu-súreplabreyð
Onkuntíð, kanska ein serligan sunnu
morgun, er lekkurt við einum søtari
breyði. Hetta breyðið verður eyka
saftugt av rossinum og súreplum
og smakkar stekt og vetrarligt av
kardemummu.
• 3 gram av ger
• 3 dl av vatni
• 9 gram av salti
• 1 spsk av hunangi
• 1 spsks av kardemummu
• 50 gram av rosinum
• 100 gram av súrepli, skorðið í
smáar terningar
• 350 gram av hveitimjøli
Rør vatn, ger, hunang og salt saman
til alt er upployst. Rør síðani rosinur
og súrepli í, og at enda hveitimjølið.
Eg plagi at brúka ein gaffil, so sleppi
eg frá at deiggið klistrar seg fast í
hendurnar. Lat deiggi standa yvir
náttina á køksborðinum.
Morgunin eftir koyrir tú mjøl
á eitt borð og vendir deigginum í
mjøli. Síðani tendrar tú ovnin á 200
hitastig. Lat deiggið liggja og hvíla seg
til ovnurin er heitur. Síðani bakar tú
breyðið á á leið 15-20 min.
Mín hveiti-
kærleiksváttan:
Eg elski teg hveiti. Ja sannleikin er at eg
ELSKI nybakað breyð, eg ELSKI eina góða
pitsa og mest av øllum, so ELSKI eg pasta!
Lukturin av nýðbakaðum breyði, ljóði av
eini nýbakaðari pitsa og silkikenslan av
pasta, ja, tað er lívið! HVEITI møguliga
(bara møguliga) hevur tú onkra negativa
ávirkan á meg, men tú gert mær eisini so
væl. Eg veit væl, at eg kann liva mítt lív
uttan teg, men elskaði, tað havi eg ikki hug
til; tí hóast tín ofta bleika hvíta lit, er tað
tú sum ert løriftið, ið litar mín (mat)heim.