Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 22 Hallur av rana N eyvan finst tað mans­ barn í Før­oyum, ið ikki hev­ur onkra hugsan um rík­is­rætt­ar­ligu støðu før­ oy­inga í danska rík­in­um. Líka síðani fólkaatkvøðuna í 1947 hev­ur rík­is­rætt­ ar­liga støðan verið ein týðandi part­ur av føroyskum politikki. Seinastu ár­ini hevur evnið eisini verið aktuelt, fyrst tá danski stovnurin Fíggjarligt Støðu­ festi bjargaði EIK banka undan húsa­ gangi, og síðani tá danska stjórnin tók lut í ES-boykottinum móti Føroyum í makrelstríðnum. Tað er tó ikki bara politiskt, at før­oy­ingar verða mintir um tætta til­knýti til Danmark. Millum annað, so leitar stórur partur av føroyska ung­dóm­in­um sær til Danmarkar í út­búgv­ing­ar­ørindum, danskt verð­ur undirvíst í fólkaskúlanum og gjald­ oyra er danskt. Sostatt verða føroyingar áhald­ andi mintir á, at vit í dag eru partur av einum størri felagsskapi. Men um vanligi føroyingurin verður spurd­ur, um hvar ríkisfelagsskapurin stav­ar frá, og menningina av fe­lags­skap­ in­um síðstu tríhundrað árini, so eru tað helst færri, ið kunna geva haldgóð svar. Men tað broytist møguliga nú, tí tveir danir hava sett sær fyri, at for­ telja søguna um ríkisfelagsskapin. Vilja fortelja søguna um ríkisfelagsskapin Martin Breum er útbúgvin journalist, og var í mong ár vertur í sendingin Dead­line á DR2. Har er hann ikki long­ur, men seinastu tvey árini hev­ur hann arbeitt saman við Jakob Gott­ schau, sjónvarpsframleiðara, við eini verk­ætlan, ið skal fortelja søguna um rík­is­fe­lags­skapin. – Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at nak­ar fortelur søguna um rík­is­ fe­lags­skapin trí­hundr­að ár aftur í tíð­ina. Send­ing­ar­nar royna at lýsa, hvat er hent, hvussu menningin av fe­lags­skap­in­um skal skilj­ast og hvat vit mugu læra frá for­tíð­ini, so vit eru betri før fyri at taka lut í einum kjaki um fram­tíð­ina, sig­ur Martin Breum. Ætlanin er at gera seks sendingar, ið snúgva seg um søguna hjá ríkis­fe­ lags­skapinum. Sendingarnar verða lidn­ar í apríl, og skulu sendast í trim­ um sjón­varpsrásum í danska ríkinum, KVF í Føroyum, KNR í Grønlandi og DR í Danmark. Sendingarnar, ið verða víst­ar í Føroyum, verða í mest møgu­ liga mun á føroyskum, meðan tær í Grøn­landi og Danmark verða á ávika­ vist grønlendskum og donskum. Harumframt er ætlanin, at til­far­ ið eisini skal kunnu nýtast sum und­ irvís­ing­artilfar á Miðnám og í Fólka­ skúl­anum. – Vit hava verið í samskifti við Nám her í Føroyum í yvir eitt ár. Vit eru sera takksamir fyri hvussu væl tey hava tikið móti uppskotinum.. Tey hava alla tíðina stuðla hesi verk­ ætl­anini, og fara at brúka tað sum und­ir­vísingartilfar her í Føroyum. Vit hava líknandi avtalur í Danmark og Grøn­landi. Sostatt fáa eisini næm­ing­ ar í øllum kongaríkinum betri innlit í rík­is­felagsskapin. Ríkisfelagsskapurin myndar okkum øll Men hvussu stóran týdning hevur ein fe­lags­skapur, ið nógvir danir ikki geva sær far um, og sum nógvir føroyingar og grønlendingar ikki ynskja at vera ein partur av? – Vit hava tað til felags í øllum rík­in­um, at eingin kann í dag siga, at tey ikki verða ávirkaði av hesum fe­lags­skapi. Tað ávirkar hvussu vit tosa, hugsa og skilja okkum sjálvi sum mod­ern­að menn­iskjur. Tað er ávirka av tríhundrað árum við ment­an­ar­lig­ um, sosialum, bú­skap­ar­lig­um og pol­ it­isk­um sam­skifti og handli mill­um Før­oyar, Danmark og Grønland. – Hetta er kanska lættari at skilja hjá føroyingum og grønlendarum, ið eru fødd inn í ein danska rík­is­fe­lags­ skap, har danskt mál, politikkur, bú­ skap­ur og kongshúsið hava ein stóran leik­lut. Men tað er eins avgerandi at skilja, at tá man er føddur í Danmark, so er tann tjóð, ið man býr í, djúpt ávirk­að av seinastu tríhundrað ár­un­ um av samskifti og handli við Før­oy­ um og Grønlandi. Seinastu árini er Martin Breum vorð­in sannførdur um, at grønlendska og føroyska ávirkanin á donsku tjóð­ ina, er nógv djypri, enn fólk gera sær far um. Hann vísir millum annað á, at tað eru túsundatals av dønum, ið hava okkurt tilknýti við restina av rík­is­felagsskapinum, verði tað seg gjøgn­um vinnulív, familju ella hjúna­lag. Men eisini á annan hátt, hava Grønland og Føroyar sett sítt merki á donsku tjóðina. – Listafólk, rithøvundar, vís­inda­ fólk, prestar, tey mentaðu, fólk, ið tosa, skriva, mála og samskifta, hava sein­astu trí­hundrað árini fingið nak­ að av teirra týdn­ingarmesta ávirk­an úr Grøn­landi og Før­oyum, og hevur tað havt alstóran týdn­ing í menning­ in av Dan­mark. So tað er líka­mikið, hvar man er í rík­is­fe­lags­skap­inum. Fe­lags­skap­ur­in hevur havt ein stóran týdn­ing fyri okkara sjálvs­mynd. Fávitskan um Føroyar er øgilig Hóast Martin Breum metir, at før­ oyska og grønlendska ávirkanin á Dan­mark hevur verið stór síðstu nógvu hundrað árini, so viðgongur hann samstundis, at vitanin um hini lond­ini í ríkisfelagsskapinum er ov tunn hjá dønum. – Fávitskan um Føroyar og Grøn­ land í Danmark er øgilig. Tá tað er politikkur Danir vita Lítið um Føroyar Fávitskan um Føroyar og Grønland millum danir er øgilig. Hóast Føroyar og Grønland eru týðandi partar av donsku fólkasálina, so eru vitanin hjá dønum ov grunn, tá tey skulu taka støðu til søgur um grindadráp, loysing o.s.fr. Tað heldur Martin Breum, ið er farin undir upptøkurnar til seks sendingar um ríkisfelagsskapin.