hósdagur 5. november 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
23
sagt, so vita danir væl, at Føroyar
og Grønland hoyra til ríkið, og tað
merkir, at danir síggja seg sjálvar
sum part av nøkrum, ið er størri enn
bara oyggjarnar í Jútland, Fjón og Sæ
land. Tað merkir nakað fyri hvussu
man sær seg sjálvan sum heimsborg
ari. Tað er ein søga, ið kanska ikki er
so kend, men hon er partur av fólka
sálini.
– Tí er týdningarmikið at læra dan
ir um søguna, tí tey hoyra fordómar
um føroyingar og grønlendarar, og
mugu taka støðu til viðkomandi
mál sum makrelstríðið, grindadráp,
loysing ella okkurt líknandi. Tá man
skal taka støðu til hesi málini, so ger
man tað við eini kenslu av, at vit hava
eina felags søgu, men kenna ov lítið
til hana. Tí verður kjakið mangan ov
tunt, og tað er tí, at vit framleiða hesar
sendingarnar, so fleiri fólk kunna taka
lut í kjakinum um ríkisfelagsskapin á
einum upplýstum grundarlagið.
Eitt litríkari kjak
uttanfyri Danmark
Ein stórur partur av verkætlanini er
at gera samrøður við søgufrøðingar,
politikarar, fólkalívsfrøðingar og fólk,
ið minnast søguligar hendingar. Har
við hava menninir handan verkætl
anini fingið eitt sjáldsama gott innlit
í, hvør ráðandi fatanin er av ríkisfe
lagsskapinum í teimum ymiskum
londunum.
– Tann størsti munurin í hugsanini
um ríkisfelagsskapin er, at tað í Før
oyum og Grønland er eitt livandi kjak,
um hvat besta samstarvi er landanna
millum. Tað kjakið vísir á fleiri loysnir.
Soleiðis er tað sjáldan í Danmark. Tey
fáu, ið luttaka í kjakinum, eru vanligir
politikarar og søgufrøðingar. Har eru
tey flestu enn av tí føstu sannføring,
at verandi ramma, tað vil siga danska
grundlógin og ríkisfelagsskapurin, er
besta ramman.
Nýggja CEF-samgongan hevur
boðað frá, at ætlanin er at smíða
eina føroyska grundlóg ella stjórnar
skipan. Ein slík lóg hevur áður ver
ið umstrídd, og vandi er fyri, at hon
kann vera í stríð við donsku grund
lógina. Martin Breum metir tó ikki,
at ætlanin hjá nýggju samgonguni
órógvar samstarvið í ríkisfe-lags
skapinum, tí einki nýtt er undir sólini.
Tosa hevur nevniliga verið í longri tíð
um eina føroyska grundlóg.
Danmark hevur
tørv á Føroyum
Sjálvt um framtíðin hjá ríkisfelags
skapinum ikki verður viðgjørd í send
ingunum, so svarar Martin Breum
fegin, tá hann verður spurdur um, at
koma við einum boði um framtíðina
hjá ríkisfelagsskapinum.
– Tað hevur aldrin verið so týðiligt
sum í dag, at Danmark hevur tørv á
Føroyum og Grønlandi. Tað er tá
klárt, at Danmark er ein størri tjóð í
verðini, tí Føroyar og Grønland eru
partar av danska kongaríkinum. Tað
er ein støðu, ið danska stjórin og allar
komandi stjórnir fara at gera sítt fyri,
at tað ikki broytist. Tað hevur verið
støðan í nógv ár, og tað fer tað fram
yvir at vera.
hallur@sosialurin.fo
Leita eftir tilfari
um kendar
føroyingar
Tað er nógv tilfar, ið skal fáast til vega, tá slíkar sendingar verða
gjørdar. Ikki altíð er tað so lætt heldur, tá tilfari skal finnast
um menniskjur, ið livdu í eini tíð langt áðrenn, at fartelefonir,
myndatól og aðrir hentleikar vóru tøkir, ið taka eitt ótal av
myndum av fólkum í heilum.
Serliga hevur tað verið torført at finna tilfar av Lucas Debes
og Nólsoyar Páll. Er tað tí onkur, ið hevur eina mynd, málning,
tekning, tekniseriur, frímerki ella eina skitsu av Lucas Debes
ella Nólsoyar Páll, ið kann brúkast til sendingarnar, so ber til
at fáa samband við Martin Breum við at skriva ein teldupost
til mb@martinbreum.dk