hósdagur 5. november 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
24
Birgir Kruse
– Eg vóni at verða eitt gott listafólk,
tá eg doyggi, sigur sjávútslettandi Ku
sama á einum uppslagið á vegginum
í Louisiana. Hóast hon avmyndar seg
sjálva, vil hon ganga í eitt við tapetið.
Hon brúkar heiti sum self-oblitera
tion, tað er við uppafturtøku at gera
seg sjálvan til einkis, sum tá tey gera
surimi úr ektaðari vøru, men vaska
allan fiskin úr fiskinum. Ein meditativ
hugsan, sum gjøgnum terapeutiska
rørslu verður til listarligt avrik.
Í dag hevur mótaverðin, og kanska
serliga ungar kvinnur, gjørt Kusama
til heimsins fremstu Instagram
stjørnu. Hon sæst á avísforsíðum
og í mótabløðum, og í 2008 setti hon
met, tá Christie’s seldi ein málning
hjá henni í New York fyri 5,1 mió
dollars. Tað er tað mesta, ein núliv
andi kvinna hevur fingið fyri eitt
myndlistaverk á skrásettari uppboðs
sølu. Bretska avísin The Observer
hevur fyrr í ár skýrt Kusama bæði
polkaprikkaprinsessu og heimins
best umtókta kvinnuliga listafólk.
Millum nýggju verkini á fram
sýningini, er litríka myndarøðin My
Eternal Soul, sum Kusama fór und
ir í 2009. Hon setti sær fyri at mála
hundrað, men nú er málið tíggjutús
und málningar.
Listaverkini hjá Kusama eru
av konseptslagnum og verða sýnd
fram um allan heim sum dømi um
feminismu, minimalismu, surreal
ismu, popart og abstrakta ekspressi
onismu. Týðuligt er, at flestu verk eru
sjálvævisøgulig.
Her er ein spektakulerur spegl
salur fyri fimm fólk í senn. Eins og
í konteynaranum hjá Tróndi, síggja
vit út í endaleysa ævinleikan, kanska
eru vit á eysturlendsku rísmarkini,
har bleytir polkaprikkutir soppar,
ella fallosar um tú vilt, vaksa upp úr
reinskaðu moldini.
Risastóru reyðu og gulu mynst
urverkini frá 1960 eru ein avbjóðing
at fotografera, ella yvirhøvur at end
urgeva á nakran hátt. Tey mugu
upplivast, so sum tey eru gjørd frá
fyrstu hond og bara har, sum tey eru
til skjals. Tey eru snurrandi gandur,
sum bara gerst livandi tá tú hyggur
og bráddliga sært og upplivir listina,
sum fer heilt útum kantin og fær
eina hallusinerandi dýpd. Sipingar
til Arnold Vegghamar og Stefan
Danielsen hoyrast í rúminum, tí her
koma eisini aðrir føroyingar at upp
liva aktuella heimslist. Tí verður við
mælt at vitja og uppliva hesa fram
sýning, har áskoðarin altíð er partur
av verkunum, tí hann verður drigin
inn í tey, verkini, antin tey eru reyð-
ella gulmynstrut.
Hetta er fyrstu ferð at Kusama
sýnir fram í einum Norðurlandi.
Næsta ár fer framsýningin til Oslo,
Stockholm og Helsingfors. Tað er
mentanargrunnurin The Japan
Foundation, ið varð stovnaður í 1972
og virkar í 21 londum, sum skipar fyri
norðurlendsku framsýningunum.
ummæli
Av psykiatrisku
deild í Tokyo
Listasavnið Louisiana í Humlebæk á Norðursælandi sýnir í hesum døgum
afturlítandi og spildurnýggj verk hjá 86 ára gomlu japonsku Yayoi Kusama.
Hon skrivar, málar og innstallerar úr einum psykiatriskum sjúkrahúsi í
Tokyo, har hon læt seg leggja inn í 1977 eftir at hava arbeitt nógv ár í USA.