Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 25 Ver úlvur Ummæli Oddfríður Marni Rasmussen Heðin Unnsteinsson: Ver úlvur Carl Jóhan Jensen hevur týtt Sprotin, 2015 180 bls., 198 kr. V it kenna tey. Skøldini, sum skriva um sítt egna lív, sínar túrar í ymiskar – fyri flestu menniskju – ófrætta­kendar heimar. Summi koma aft­ur­í­aftur, meðan onnur megna ikki at skipa tilveruna soleiðis, at tey hóra und­an. Tey doyggja ov ung. Sylvia Plath hóraði ikki undan. Willi­am S. Burroughs hevði sín hátt at hóra undan. Fjodor Dostojevskij hevði sín hátt at hóra undan. Hesi hava tað til felags, at lívið lagaði seg so­leið­is, at tey máttu stríðast ein harð­ari bardaga við sínar innaru devl­ar, enn vit onnur. Hesi hava eis­ ini tað til felags, at tey hava ríkað okk­um við dygdargóðum skaldskapi um, hvussu tær sálarkvølir, vit koma í, verða orðaðar. Hesi hava sjálv upp­ liv­að túrarnar í undirheimar og upp­ heimar, hava upplivað skrædl, gjørt sær lívsroyndir, eru batnað, og eru sokkin í aftur. Bøkurnar, sum liggja eftir hesi mætu skøld, verða brúktar sum lærubøkur í skúl­um, har tú lærir, hvussu sál­in verður innrættað í truplum, óhugs­andi støðum. Hetta eru ikki sál­ar­frøði­lig­ar tekstbøkur, men bøkur um tað veruligu, tyngdu sálina í ein­um menniskja. Fyri stuttum var tiltak í Reinsa­rí­ num, sum kallaðist: Hamskifti. Hetta tiltak skipaðu Føroyskir, psyki­atr­ iskir sjúkrarøktarfrøðingar fyri. Í sambandi við tiltakið kom út bókin Ver úlvur – wargus esto – ein eir­inda­ leys søga um hamskifti eftir Heð­inn Unnsteinsson, sum sjálvur var til staðar. Vit liva øll við grundleggjandi spurn­inginum: hvør eri eg? Onkuntíð spyrja vit okkum: hvussu eri eg? Og aðrar tíðir: hví eri eg? Slíkir spurn­ing­ar eru tilverusøkjandi og tilveru­menn­ andi. Svarið er ikki altíð tað, sum vit vilja hoyra, og tí gera vit eitt svar, sum hóskar til okkum, og tey, sum vit umgangast í gerandisdegnum – vit skifta ham eftir umstøðunum. Ver úlvur er skrivað við tí sama fyri eyga sum flestu bøkurnar hjá teim­um skøldum, sum eg nevndi í fyrst­ani. Hetta er ein ævissøgulig bók, sum tekur lesaran við sær á eina ferð, har tíðin gerst relativ og upp­loys­ist, tá ið kroppur og sál ikki eru í samsvari. Heð­inn Unnsteinsson arbeiðir í ísl­endska forsetismálaráðnum. Hann hevur arbeitt fyri heims­ heilsu­stovnin, WHO og fyri íslendska heilsu­málaráðið. Og so er hann maniodepressivur. Í bókini lýsir hann á ein tættan og inniligan hátt, hvussu sinnið gerst sjúkt, og hvussu hetta kennist. Við­hvørt spælir plátispælarin á 78 snún­ing­um, og so fer hann líðandi (skil orðið bókstaviliga) niður á 33 snún­ing­ar. Øll brigdi av hesum rundtúri í sinn­inum eru só ómetaliga væl lýst, at tú fært ikki slept bókini. Tá ið Heðinn er maniskur, kemur hann út fyri skemtiligum hendingum, mill­ um annað tá ið hann frættir, at Mel Gib­son er í býnum, og hann ætl­ar sær at finna hann og berjast við hann. Eis­ini heldur tragiskar hend­ingar eru, tá ið pápi hansara og beiggj­ar­nir sam­an við læknum og sjúkra­røkt­ ar­frøð­ingum tvinga hann at verða inn­lagdan móti sínum vilja. Eisini, tá ið hann í august 2008 fer inn í fleiri bank­ar at taka allar pengarnar út, tí at hann ivast ikki í, at íslendsku bank­ ar­nir fara av knóranum. Tað verður flent at honum, men tveir mánaðar seinni fara íslendsku bankarnir av knór­an­um. Samstundis sum alt leikar í inni í honum, so fer alt tað íslendska sam­fe­lagið eisini niður í snúningum, nið­ur í eina maniska depressión. Bókin er soleiðis bygd, at vit fylgja Heð­inni frá ungum árum, tá ið sjúkan tek­ur við, og til hon í seinni árum kem­ur í hæddina, og hann verður inn­lagdur og aftur útskrivaður. Seinast í bókini eru sett upp 14 lívs­ orð­ing­ar, sum Heðinn í eftirmælinum sig­ur hava hjálpt sær at skipa lívið so­ leið­is, at hann ikki aftur missir tam­ ar­hald­ið á sær sjálvum. Eitt vanliga sinn­is­sunt menniskja heldur, at hesar lívs­orð­ing­ar eru so einfaldar, at tær eru ein sjálvfylgja. Og tó. Hetta er slíkt, sum nógv gjalda í dýrum dómi fyri, at onkur lærir tey. So sum at læra seg at anda rætt, eta rætt, røra seg, liva nú, uppliva náttúruna, minnast til sín sjálv­an, aga seg sjálvan, vera til stað­ ar, halda við sær sjálvum, vera eyð­ mjúk­ur, trúgva og hava álit, finna seg sjálvan í øðrum og at loyva sær sjálv­ um at leingjast eftir tí, sum man hev­ ur. Við hesum 14 lívsorðingunum set­ ir Heðinn orð á, hvussu hann heldur sinn­ið sunt. Eg nevndi í fyrstani russiska høv­ undin Dostojevskij. Í skaldsøgu hans­ ara, Kjallaramenniskjað, hitta vit eitt frá­søgufólk, sum er í einum djúpum kjall­ara, og skal tað hava til lívsins uppi­hald, so skal tað longur niður eftir tí. Kjallaramenniskjað verður bjarg­að upp úr undirheiminum, tá ið ein lítil genta tekur í hondina á tí og biður om hjálp. Heðinn skal eina sannkenningarferð saman við vina­ skara, familju, starvsfelagum, og tað er henda ferðin, sum í dag hjálpir hon­um at temja úlvin, sum hjálpir hon­um at temja undirvitskuna í sinn­ in­um og halda snúningarnar javnar. Ummæli av bókini Ver úlvur hjá Heðin Unnsteinsson Loyv tær at leingjast eftir tí, sum tú hevur