Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 26 Dorit Hansen Í næstu viku kemur øðrvísi barna­bók út. Tað eru tær báð­ ar, Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril, sum hava gjørt eina bók um eina føroyska bamsu­ fam­ilju. Myndirnar í bókini eru foto­ myndir og bamsurnar og alt á mynd­ un­um er veruligt. – Spírin til søguna um Bartal og Bjarna liggur í bókini Edelweiss og sól­ar­kaffi, sum eg og Kristfríð Tyril arb­eiddu saman um í 2013, greiðir Mon­ika Stauss frá. – Vit tóku ymsar stuttligar myndir til ta bókina, og einaferð vit fóru út á Tofta­vatn, hevði eg hesar báðar bams­ ur­nar við spann og tráðu við. Okkum dámdi báðar líka væl myndirnar, men tær passaðu ikki til Edelweiss og sól­ ar­kaffi. Og so vit máttu sjálvandi gera eina bók, har tær passaðu inn. Monika flennir. Hon er upprunaliga úr Sveis og er gift til Leirvíkar. Hon hev­ur tónleikaútbúgving úr Sveis og Onglandi og starvast sum lærari á Føroya Musikkskúla. Umframt at spæla violin, spælir hon eisini onk­ un­tíð klovn. – Eg eri nokk eitt sindur barnslig, men tað bilar einki, um vit goyma okk­ urt barnsligt í okkum gjøgnum lívið. Børn hava so nógvar fantastiskar eg­ in­leikar, sum vit vaksnu kundu lært nógv av. Bamsurnar í bókini havi eg átt í fleiri ár. Eg keypti mær tær sum vaks­in, og tá eg keypti tær, gav eg børn­un­um hjá mær greið boð um, at tað var eg sum átti tær. At gera hugskot ítøkilig Kristfríð Tyril er fotografur og hevur drúgv­ar royndir við at taka myndir, bæði portrettmyndir og myndir frá til­tøk­um. Hetta er triðju ferð, at hon ger bók saman við Moniku Stauss Jo­en­sen. – Fyrstu ferð, vit arbeiddu saman, var til bókina Lívið – eitt undur, sum kom út í 2012. Og síðan gjørdu vit Edel­weiss og Sólarkaffi í 2013. Monika er full í hugskotum, og so royni eg at fanga hugskotini og gera tey ítøkilig, sig­ur Kristfríð Tyril. Hugskotið til nýggju bókina er nøkur ár, men tað var ikki fyrr enn í januar í ár, at søgan um bamsu­fam­ ilj­una byrjaði at taka skap. Tekstur var gjørdur, myndir tiknar, og so var ym­iskt skorið burtur, so søgan stóð greið­ari. – Børn hava ofta ikki tol at sita ov leingi, og bókin er ikki bara ein søga, men hevur ymiskt, sum børnini skulu finna og hugskot til ymiskt kreativt, sum børnini kunnu spæla, bæði í og utt­an fyri bókina. Summarið, sum ikki vildi koma Tað hevur verið ein serlig avbjóðing at gera eina føroyska summarbók í ár. Tí summ­a­rið mundi ikki komið. – Tað truplasta var at taka fittar úti­myndir í vár, tá tað bara regnaði og var kalt, og grasið bara ikki vildi blíva grønt. Tað var virkuliga ein avbjóðing. Monika greiðir frá um myndina, sum ímyndar ommuna millum vakrar blóm­ur ein heitan summardag. – Tann myndin bleiv tikin undir ein­um regnskjólið við blitsi sum sól. Tær báðar vildu hava hvørja mynd at útstrála nakað og hava eina atmos­feru, sum speglaði tekstin, og tá søg­an gongur fyri seg um summarið, skuldu føroysku blómurnar sjálvandi við, og bamsurnar skuldu vera ílætn­ ar og hava leikur og lutir sum røtt menn­iskju. – Her má eg nevna Sofíu Klæm­ ints­dóttir Jacobsen í Leirvík, sum hevur hjálpt okkum við nógvum prakt­iskum. Hon hevur seymað og bund­ið til alla bamsufamiljuna, og sjálvt postboðið fekk tasku og kepp við leðurhettu úr gomlum stivlum. Vit tóku eisini allar innimyndirnar heima hjá henni, og hon gjørdi greyt og skar pannukøkur í rætta stødd. Gullkorn um ymiskleika Monika og Kristfríð halda ikki, at bók­ in hevur ein yvirskipaðan boð­skap, men heldur hevur hon nógv ym­isk gull­korn. – Søgan snýr seg um tveir beiggjar, sum eru ymiskir, bæði av lindi og í áhuga­málum. Vit hoyra eisini um ym­ isk­leikan millum lond, tí omman er úr ein­um øðrvísi landi, og so leggur søg­an alla tíðina upp til kreativitet. Aldursbólkurin er børn millum trý og átta ár, og hon er væl egnað hjá vaksnum at lesa fyri børnum – kanska serliga ommum og abbum. – Eru fleiri líknandi bøkur á veg frá tykk­ara hond? – Tað er í øllum førum ymiskt í bók­ini, sum vit lættliga kunnu spinna eina nýggja søgu burturúr. Mentan Nýggj føroysk fotobók við søgu og spølum er ávegis Bamsulív í Leirvík 1 Bartal og Bjarni Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril Nýggj barnabók ávegis – Søgan snýr seg um tveir beiggjar, sum eru ymiskir, bæði av lindi og í áhuga­málum. Vit hoyra eisini um ym­isk­leikan millum lond, tí omman er úr ein­um øðrvísi landi, og so leggur søg­an alla tíðina upp til kreativitet.