hósdagur 5. november 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
27
STÓRAR stjørnur
Sigurjón Einarsson
S
angarin Pól Arni Holm
gjørdist hvørsmansogn,
tá hann sum oddamaður í
rokkbólkinum Týr kom við
landapláguni ”Orminum Langa”. Tað
eru liðin nógv ár síðan, at hann gavst
sum sangari í Týr, men nú er Pól Arni
klárur við einari solofløgu.
Útgávan er á føroyskum, og tón
leikurin ferðast í einum heimi av før
oyskum sagnum, vísum og kvæðum,
og kann bólkast sum fólkarokkur,
varð m.a. sagt í tíðindaskrivi, tá spild
urnýggja útgávan kom út tann 16.
oktober í ár.
Fløgan er gjørd saman við Una
Debess, ið eisini hevur staðið fyri upp
tøkunum í Finnur Hansen Studio.
Umframt Pól Arna og Una Debess,
eru Rani Hammershaimb Christian
sen og John Áki Egholm tónleikarar
á nýggju útgávuni, umframt hjálp frá
øðrum góðum fólki. Tað er plátufe
lagið Tutl, ið hevur givið útgávuna út.
Huglagið á fløguni
Við tónleikinum hjá Pól Arna og
Hamraduni, verður eitt nú farið
aftur til sagnirnar úr Føroyasøgu,
har alskurin til føðilandið og søgu
tess verður tikið fram. Sjálvt navnið
»Hamradun« ber brá av, at støði verð
ur tikin út frá føroyskum viðurskift
um í aldargomlu søgu føroyinga.
Hamrarnir standa sum tigandi
vitnir til tilburðir, ið eru farnir fram
í føroyskari søgu, har dun frá ham
arinum er sum eitt afturljóð ella frá
søgu frá farnari tíð. Pól Arni Holm
er sostatt, gjøgnum Hamradun, ein
søgusigari, og tað er í sær sjálvum
bæði áhugavert og møguliga eisini
týdningarmikið, tí hetta kann vera
við til, at føroyskir ungdómar kunnu
fáa innlit í føroyskari søgu, ið kanska
ikki annars høvdu givið sær far um
tað, tí er hetta onkursvegna eisini
slóðbrótandi tónleikur frá Pól Arna
og Hamraduni. Við Týr fóru vit aftur í
kvæðini og norðurlendsku mýtu
logiina, men við Hamraduni koma
vit eitt nú fram til tíðina, tá svarti
deyði herjaði her á landi í 14. øld. Tað
sigst, at av teimum 4000 fólkunum, ið
búðu í Føroyum tá, sigst minni enn
helmingurin ella heilt niður í 1000
fólk vera eftir á lívi, tá ið svarti deyði
hæsaði av. Hetta var eitt stórt bak
kast, sum tað tók nógv ár at vinna á,
og tað er nakað av hesum, ið Hamra
dun kemur inn á.
Løgini
At bólka Hamradun í fólkarokkinum
kann tykjast at lýsa tónleikin hjá Pól
Arna sera breitt, tí tá geislin fer frá, og
tú hoyrir lagið »Sneppan«, ið minnir
nakað um tungmálmsbólkin, Mano
war, fært tú eina kenslu av, at her er
talan um framfýsnan tungmálm, ið
er blandaður við fólkarokki.
Áðrenn sóttin svarta (svarti deyð
in) kom og legði oyði í Føroyum,
var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu
bygdum. Men sóttin ruddaði út í Vík
arbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá
bæði sum ein bygd). Eitt konufólk í
Hamrabyrgi, nevnt Sneppan, livdi
einsamalt eftir; men hon var vorðin
so vill og stygg, at hon fekst ikki upp
ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi varð
hon sitandi einsumøll alla sína ævi,
og tí gingu menn og kastaðu kjøt
niður av einum hamri til hennara, at
hon skuldi ikki doyggja í hungri. Ein
toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast
Snepphúsið eftir henni. Hetta sama
huglagið um svarta deyða hoyra vit
eisini í lagnum »Frísarnir«, ið handlar
um frísarnar, sum búleikaðust í
Akrabyrgi og sum eisini fullu fyri
svarta deyðanum.
Í »Sinklarsvísu« verður farið
aftur til føroysku kvæðini, har øll
tey 19 ørindini eru tikin við. Eitt lag,
ið varir í yvir átta minuttir, ið nemir
við føroysku fólkasálina. Hamradun
roynir at halda seg til upprunatilfarið,
men tað kann altíð kjakast um,
hvussu ella um tað verður pilkað
ov nógv við sjálvt stevið í útgávuni,
men tað lati eg upp til tann einstaka
at avgera. Men hetta verður avgjørt
eitt lag, sum lurtarin fer at taka til sín,
eingin ivi um tað!
Við søgnini um »Snæbjørn«, ið
“Uppi millum stovur” ella eisini nevnt
Tingstovan omanfyri Øravík, hoyra
vit um tá Snæbjørn varð dømdur, tí
hann hevði keypt frá hálendarum.
Eftir mikið rok, flýddi hann og livdi
friðleysur ymsastaðni í Suðuroy,
áðrenn hann flýddi av landinum.
Út frá somu søgnini um Snæbjørn
er lagið »Útlegd« gjørt. Her ger Pól
Arni sær tankar um Snæbjørn, ið
er flýddur til Hetlands og hugsar
aftur til føðilandið og kvinnuna,
ið ber hansara barn. »Kvæðið um
Hargabrøður« er ein nýtulking av
vísuni, ið er skrivað av Pól F. Og so
verða vit eisini borðreidd við einum
sálmalag hjá Mikkjali á Ryggi, har
deyðin er í brennideplinum, tí »Tað
er ein stutt og stokkut løta«, so fara
vit úr hesi verð, ið Pól Arni á óføran
klæðir inn í eitt rokkent lag, sum
hóskar seg sera væl.
Niðurstøða
Hóast tónleikurin til tíðir líkist
tónleikinum hjá Týr, so er avgjørt
pláss fyri einum tílíkum bólki, ið
miðlar okkum tilfar úr føroysku
søguni. Og tað kemur Pól Arni sera væl
frá. Eg komi tíverrri ikki so nógv inn
á sjálvan tónleikin, og hvussu hann
verður framborin, tí har er mestsum
einki at seta fingurin á. Hetta er úr
hondum væl greitt! Heldur er tað
søguliga tilfarið, ið tónleikaútgávan,
Hamradun, sum eg gjarna vil hava
fokus á, tí hetta er gott søguligt tilfar,
Pól Arni er farin í holt við. Hetta er
hansara kvøða til fosturlandið og
føroysku søguna! Og hevur tú ikki
fylgt við á skúlabonki sum unglingi,
so er hendan tónleikaútgáva eitt gott
høvi at fáa eitt sindur av føroyskari
søgu gjøgnum tónleikin á útgávuni.
Eg loyvi mær enntá at fara so langt,
uttan at taka munnin ov fullan, at her
er talan um veruliga tjóðarbygging
frá Pól Arna! Ein verður bergtikin
av tí søguliga tilfarinum, ið verður
framborin á ein so fantastiskan hátt,
at eg kenni meg koma í samband við
mínar forfedrar her á landi gjøgnum
tónleikin! Hamradun elur kenslur í
barmi at brenna!
Hamradun fær fýra STÓRAR
stjørnur út av fimm!
Við útgangsstøði úr føroysku søguni – við serligum atliti til
Suðuroynna, bjóðar Hamradun okkum við á tónleikaferð gjøgnum
føroysku kvæðini, sagnirnar, vísurnar og sálmarnar.
Søguligur fólkarokkur
frá Hamraduni
4
★★★★★