Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 128 28 STJÓRI Hóast Faroe Ship er 100 prosent útlendskt felag, so eigur føroyska sálin góða andan í felagnum ÁRNI GREGERSEN F aroe Ship er í dag ein 100 prosent íslendsk fyritøka. Risastóra íslendska Eim­ skip eigur aldargamla før­ oyska skipafelagið, sum nú hevur fingið nýggjan stjóra. Bogi Nielsen, 40 ár, fíggjarstjórin í felagnum hevur sett seg í stjórastólin, sum stóð tómur, nú fyrrverandi stjórin, Jóhanna á Bergi, valdi at skifta skip út við flogfør, og tók við stjórastarvinum í Atlantsflog. – Hetta er ein stór fyritøka í Føroyum, sum heilt klárt byggir á andan, sum er skaptur í gamla Skipafelagnum Føroyar, sigur Bogi Nielsen, stjóri. Vit sita á skrivstovuni hjá Jóhonnu á Bergi á gomlu havnaskrivstovuni í Havn. Tað verður skrivstovan hjá Boga Nielsen, men enn situr hann á síni egnu skrivstovu – skrivstovuni hjá fíggjarleiðaranum. – Tað er nógv at gera, so sjálv flyt­ ingin er ikki gjørd enn. Eg kann brúka mína egnu skrivstovu, tí enn hava vit ikki fingið ein nýggja fíggjarleiðara, sigur nýggi stjórin í Faroe Ship. Faroe Ship er ein stór fyritøka í Føroyum. 100 fólk eru í føstum starvi, men harumframt eru nógv fólk knýtt at fyritøkuni. Verður hugt at útgoldnum lønum, so svarar tað til, at 130 fólk vóru í føstum starvi. Vit síggja okkum sum ein rættiliga stóran aktør í føroyska samfelagnum, hóast íslendingar eiga felagið. Tað vil siga, at vit átaka okkum fulla sosiala ábyrgd í Føroyum og vit royna eisini at virka í lokalsamfelagnum, ahr vit kunnu. Faroe Ship eigur helvtina av frysti­húsinum í Ánunum saman við lokalum eigarum og fyritøkan er eisini partaeigari í Bergfrost, sum rekur frystigoymslurnar í Fuglafirði. Harumframt hevur Faroe Ship deildir í Klaksvík, Runavík og í Suðuroy. Tænastan avgerandi Kasppingin á flutningsmarknaðinum er ómetaliga hørð í hesum tíðum. Umframt Faroe Ship, so siglir Smyril Line eisini við farmi. Felagið hevur júst keypt tvey skip afturat til farmaflutning. Harafturat siglir Samskip eisini uppá Føroyar, so kappingin er ómeta­ liga hørð. – Fráferðirnar og komurnar eru nógvar. Eg kann bert nevna, at Faroe Ship siglir seks ferðir um vikuna úr Føroyum og seks ferðir um vikuna til Føroyar, sigur nýggi stjórin. Faroe Ship hevur beinleiðis sam­ band til Skotland og Onglands, SÁLIN FRÁ SKIPAFELAGNUM EIGUR LÍVIÐ Í FELAGNUM