Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 128 29 Væl rikin fyritøka sum fekk nýggjan stjóra Faroe Ship hevði 46 milljónir í avlopi í fjør, so tað er ein vælrikin fyritøka, Bogi Nielsen nús tendur á odda fyri ÁRNI GREGERSEN Faroe Ship er ein vælrikin fyritøka í Føroyum. Við flutningi sjóvegis, við bilum á landi, Skipaumboðan, frysti­goymslum, vøruhotelli og skundflutningi, hevði fyritøkan í fjør eitt avlop uppá slakar 46 mill­ jónir krónur. Bogi Nielsen hevur verið fíggj­ar­ leiðari í fyritøkuni síðani 2012, men hann hevur arbeitt har síðani 2007. Tað er íslendska Eimskip, sum eigur fyritøkuna, men virksemi í Føroyum er stórt. Fráferðir og komur hjá skipum felagsins eru tilsamans 12 um vikuna, umframt at 30 bilar flyta farm á føroysku vegunum. Bog Nielsen hevur avloyst Jóhannu á Bergi, sum stjóri í felagnum. Hann hevur arbeitt sjey ár sum grannskoðari og eitt ár í Danmark. Hann hevur eisini arbeitt hjá Satatoil í Føroyum í eitt ár. Bogi Nielsen er cand.merc.aud, hevur konu og fýra børn. – Hetta er eitt ómetaliga spenn­ andi starv. Vit hava eitt sterkt toymi, sum eg sjálvandi brúki til fulnar. Tað eru starvsfólkini, sum gera góða andan, sum fyritøkan byggir á, sigur hann. Faroe Ship seldi nettu fyri góðar 600 milljónir í fjør og sambært roknskapinum, so fingu tað sum svarar til 134 fólk eina ársløn frá felagnum. Í Faroe Ship er Árni Joensen, nevndarformaður og Líggjas í Bø og Olaf Olsen nevndarlimir saman við íslendingunum Bragi Tór Marins­ son og Gylfi Sigfusson. Holland, Týskland, Svøríki, Noreg, Ísland, Póllands umframt Danmark sjálvandi. – Men gjøgnum Eimskip hava vit eisini samband við Norður Amerika via Ísland, so tað ber væl til at senda farm úr Føroyum, sigur nýggi stjórin. Harumframt hava vit eit áralangt gott samstarv við Maersk har vit ikki røkka. Hann heldur fast um, at hóast kappingin er hørð, so er tað tænastan, sum avger, hvørjum felag kundarnir senda vøruna við. – Vit mugu alla tíðina lurta eftir kundunum og royna at gera alt eftir, hvat tey ynskja. Sjálvandi telur prísurin við, men tað er eisini ein partur av góðari tænastu, sigur Bogi Nielsen. Skipafelagið Føroyar var keypt av Eimskip í 2004. Umframt flutningin millum lond, so hevur felagið eisini 30 bilar, sum flyta góðs eftir føroysku landa­ vegunum. Faroe Ship ger eisini aðrar tæn­ast­ u­r. Millum annað er fyritøkan umboð fyri hópin av útlendskum skipum sum koma hendan vegin. Felagið er umboð fyri hópin av øllum teimum russisku skipunum og ferðaskipum, sum koma hendan vegin. – Hetta er ein marknaður, sum vit síggja fleiri møguleikar í, sigur nýggir stjórin. Hann nevnir eisini, at júst í hesum sambandi er Arktis og tær broytingar, sum henda har ein nýggjur møguleiki, sum hevur tikið seg upp. Hørð kapping Kappingin á farmamarknaðinum hevur altíð verið hørð, men Bogi Nielsen ivast í um kappingin nakr­ antíð hevur verið harðari enn hon er nú. Tvey onnur skipafeløg eru á stórt sama somu rutum, sum Faroe Ship, men harafturat eru tað ein hópur av øðrum farmaskipum, sum bjóða seg fram at flyuta farm úr Føroyum. Serliga eru tað norsk fyrstiskip, sum bjóða seg fram at flyta fryst­ an uppsjóvarfisk úr Føroyum til marknaðirnar í Ruslandi og aðra­ staðni. – Hetta eru skip, sum ikki sigla í rutu, men liggja og bíða til onkur farmur er at flyta. So bjóða tey seg fram – ofta fyri lágar prísir. Tað ger kappingina uppaftur meira av­bjóð­ andi, sigur Bogi Nielsen. Um hvat felagið fer at gera fyri at standa seg uppaftur netur í kapp­ ingini komandi árin i, sigur nýggi stjórin í Faroe Ship: – Uppaftur betri tænastur til kundar okkara. Tað er vegurin fram. Hetta er ein stór fyritøka í Føroyum, sum heilt klárt byggir á andan, sum er skaptur í gamla Skipafelagnum Føroyar« Bogi Nielsen, stjóri MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN