hósdagur 5. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
30
ÍTRÓTTUR
TRÝ UM BOÐIÐ
L
andskappingin hjá kvinnum
er deild upp í tvey. Tað ery
trý lið, sum stríðast um
heiðursmerkini, og trý lið,
ið stríðast í botninum. Soleiðis sær
stigatalvan hvørtfall út higartil.
Mikukvøldið vann Neistin í evstu
løtu á VÍF. Úrslitið gjørdist 24-23.
Seinasta málið í dystinum skoraði
Eir Berg í seinasta sekundinum av
dystinum.
Julian Johansen, fyrrverandi
venjari hjá Neistanum, segði í samrøðu
á Rás2, at Neistin er favorittur at
vinna gullheiðursmerkini aftur,
meðan Kyndil og VÍF eru fremstu
avbjóðararnar.
Farna vikuskiftið vann Stjørnan
heldur óvæntað á VB í Vági. Tí
liggur VB framvegis millum tey trý
í botinum, sum eru StÍF og Stjørnan.
Royndir bjarga Neistanum
Dysturin mikukvøldið millum Neist
an og VÍF var so spennandi, sum tað
nú eina ferð kann blíva í hondbólti.
VÍF javnaði, tá áleið tjúgu sekund
vóru eftir. Í løtuni eftir fekk Agnas
Olsen beinleiðis reytt kort, tá hon
stillaði seg fyri, tá Neistin skuldi geva
bóltin upp.
Síðani hevði Neistin 16 sekund at
skoraði avgerandi málið. Tað gjørdu
tær, tá klokkan mundi verða so nær
tímanum, sum yvirhøvur til ber.
Spælið var ikki tað besta, og til
tíðir gekk illa at fáa so mikið sum
spælt bóltin runt. Hinvegin fingu
áskoðararnir bæði undirhald og
spenning allan seinna hálvleik.
Sermerkt fyri sigurin hjá Neist
anum er, at tað vóru tveir spælarar,
sum ikki fyri vist skuldu spæla í ár,
sum gingu á odda. Tað vóru Fríða
Petersen í málinum, og Jacklin Dur
huus, sum skoraði ikki færri enn átta
mál.
Fríða Petersen hevur spælt alt
hetta kappingarárið, eftir at hon
farna kappingarár bleiv valt til ársins
málverja. Hon hevði nakrar heilt
framúr bjargingar, og stóð annars
væl.
Jacklin Durhuus hevur ikki vant
nakað í ár, men skaðar hava gjørt at
boð eru eftir henni. Hon gjørdi av
álvara mun, tí hon skoraði ikki færri
enn átta mál í seinna hálvleiki. Fleiri
av málunum vóru týdningarmikil, og
onkur av teimum eisini avbera góð.
Enn er tíðliga í kappingini, men
líkt er til, at tað verður ein kapping
millum Neistan, Kyndil og VÍF, tá
heiðursmerkini skulu deilast út.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
H71 OG HINI
L
andskappingin hjá monnum
er so smátt við at mynda
seg. Eitt lið rennur avstað
í oddinum, meðan eitt lið
stendur fast í botninum. Eftir seks
umfør hevur H71 fult stigatal, meðan
Team Klaksvík einki stig hevur.
Sunnudagin settu hoyvíkingar
KÍF upp á pláss við 25-20 sigri. Tað
var sætti sigurin upp í slag. Sostatt
hevur H71 vunnið á øllum seks
liðunum í FTZ-deildini. Sigarnir hava
í flestu førum verið sannførandi.
Serliga er tað tilgongdin av Peter
Krogh, sum hevur kveikt nýtt lív í
silvurvinnararnar farna kappingarár.
Liðið hevur somu grundina við Peturi
Mittún sum venjara. Avbjóðingin er
nú, at halda fokus, hóast luft er niður
til hini liðini á stigatalvuni.
VÍF við grønlendskum
íblástir
Mikukvøldið vann VÍF 27-24 á Neist
anum í høllini á Hálsi. Vestmenningar
eru – saman kollfirðingum – fremstu
avbjoðarnir hjá H71, meðan StÍF,
Neistin og Kyndil eru eina bátslongd
aftanfyri avbjóðararnar.
VÍF hevur eitt FM heiti at verja.
Í mun til farna kappingarár, so eru
millum annað menn sum Heini
Hanusarson, Agnar Joensen og
Sámal Joensen ikki at síggja á liðn
um – enn hvørtfall. Millum teir
nýggju á liðnum eru Danny Brandt
og Nuunu Lars Olsen, sum báðir eru
úr Grønlandi. Teir gjørdu báðir um
seg í sigrinum á Neistianum.
Danny Brandt sum ein ágrýtin
verjuspælari, sum fleiri ferðir
órógvaði uppspælið hjá teimum bláu,
og skoraði nøkur góð mál í hinum
endanum. Ein torførur spælari at
avlesa. Nuunu L. Olsen er striku
spælari, sum flytir seg væl. Tað vísti
hann fleiri ferðir í dystinum, har
hann bleiv spældur leysur.
VÍF tykist ikki vera líka væl fyri
sum hoyvíkingar, men megnar liðið
at halda fram at menna seg, so eru
møguleikar á liðnum.
KÍF og Kyndil
Í komandi umfari verður dystur mill
um Kyndil og KÍF, sum kann hava
stóran týdning fyri serliga møgu
leikarnar hjá Kyndli at bjóða av. Fýra
stig í seks dystum er ikki nokk, og fáa
teir ikki stig í dystinum móti KÍF, so
veksur frástøðan til fremstu liðini.
Stórur áhugi
Hóast talan í løtuni er um fyrstu
dystirnir í grundspælinum, so tykist
áhugin fyri føroyskum hondbólti at
vera stórur. Bæði til dystin í Kollafirði
millum KÍF og H71, og í høllini á Hálsi
mikukvøldið, var nógv fólk í høllini.
Tað hevur stóran týdning fyri
stemningin í høllini, at tað er nógvir
áskoðarar. Hetta merktist væl bæði í
Kollafirði og á Hálsi. Vónandi stendur
áhugi við restina av landskappingini.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Hvonn-deildin
FTZ-deildin