hósdagur 5. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
31
Kunngerð
Broyting í býarskipanini og
byggisamtyktini fyri Eysturkommunu
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og
byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013,
verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri
Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum
frá 9. november 2015 til og við 30. november 2015 á kommunuskrivstovuni.
Broytingin fevnir um matr. nr. 316, 194a, 319 og 194L í Leirvík:
Matr. nr. 316, 194a, 319 og 194L er økið ímillum vegin Samognarbøur og
Regnavegur.
Lýsing, verandi støða:
Nevndu matriklar liggja í bygdum øki við áseting H, sum er øki til Fríðlendi.
Tað er øki,sum ikki má byggjast á, lutvíst er tað lendi, sum løgd eru til
varðveitingar av náttúru, fornminni o.t., og til at fríðka um bygdina og gera
hana dámligari at búgva í, og lutvíst eru tað øki, sum ikki tørvur er á at taka
undir bygging í hesu syftu.
Lýsing um broytingina:
Sethús/bilhús eru bygt á økinum, og tí er ikki í samsvar við áseting H fyri
hetta økið. Tí er ætlanin at broyta byggisamtyktina fyri nevndu matriklar
til áseting B, sum er Sethúsaøki, eins og økini eru tað báðumegin hesar
matriklar.
Broytingin fevnir um matr. nr. 147d og 192 í Leirvík:
Lýsing, verandi støða:
Eysturkommunu býráð hevur samtykt at selja uml. 120 m2 av matr. nr. 147d,
sum skal leggjast til matr. nr. 192, fyri at at verandi matrikul og sethús eru
tíðarhóskandi í stødd við økið rundanum sethúsini.
Lýsing um broytingina:
Broytingin í byggisamtyktini fevnir um uml.120 m2 av jørð, matr. nr. 147d, ið
er Frílendi H, sum skal broytast til Miðstaðarøki A.
Broytingin fevnir um matr. nr. 62a í Leirvík:
Lýsing, verandi støða:
Festari á matr. nr. 62a hevur fingið játtað frábýti av matr. nr. 62a sum liggur í
bygdum øki í Leirvík. Frábýtið er millum vegin Toftanes og á Gøtuteigi.
Lýsing um broytingina:
Økið, sum skal frábýtast hevur áseting H, Frílendi og skal broytast til áseting
B í er Sethúsaøki. Økið er uml. 500 fermetrar við ábygdum hoyggjhúsi/
brunni.
Broytingin fevnir um matr. nr. 147af, 161, 162 og 147d í Leirvík:
Lýsing, verandi støða:
Nevndu matriklar liggja fram við Garðsvegi og fevna um 2 matriklar við
ástandandi sethúsum og part av matrikli hjá kommunni. Matriklarnir við
ástandandi sethúsum eru í øki við áseting B Sethúsaøki, men reguleringin av
matriklunum liggur í øki við áseting H, ið er Frílendi.
Lýsing um broytingina:
Broytingin er ein regulering av matrikullinju fram við kommunalum
øki, matr. nr. 147ad og matr. nr. 147d, (uml. 99 m2 og 9 m2 ) sum hevur
áseting H, ið er Frílendi, og verður broytt til øki við áseting B, Sethúsaøki.
Somuleiðis verður ein regulering millum grannarnar á matr. nr. 161 og
matr. nr. 162 (uml. 66 m2 ). Henda regulering av matriklunum er fyri at gera
umstøðurnar/fermetra-støddina til grundstykki meira hóskandi í stødd og
broytir ikki áseting fyri henda partin av byggi-samtyktini.
Broytingin fevnir um matr. nr. 194a, 243 og 242, sum er neystaøki
við áseting G í Leirvík og liggur norðanfyri almenna veg matr. nr. k :
Lýsing, verandi støða:
Tá ið byggisamtyktin var samtykt fyri Eysturkommunu í 2013, varð skjótt
staðfest, at nøkur av neystunum, sum eru bygt, ikki vóru komin við í yvirlitið
og korttilfarið.
Lýsing um broytingina:
Hetta er ein regulering, sum býráðið ynskir at fremja og sum skuldi verið
gjørd frá byrjan. Broytingin/reguleringin fyri økið við áseting H norðanfyri
almenna veg matr. nr. k, verður broytt til ásting G Neystaøki.
Broytingin fevnir um matr.nr. 199 í Syðrugøtu:
Lýsing, verandi støða:
Eysturkommuna hevur samtykt at gera útstykking til sethús í Syðrugøtu,
men fyri at gera pláss fyri hesi útstykking, verður neyðugt at víðka økið við
áseting B2.
Lýsing um broytingina:
Byggisamtyktin fyri nevnda B2 økið á matr. nr. 199 má víðkast nakrar
fermetrar fyri at fáa skipað eina góða samanseting av grundstykkunum.
Økið sum verður víðkað, er inni á kommunalum øki við áseting H, ið er
Frílendi. Tað er uml. 2300 m2 av øki við áseting H, sum verður broytt til
áseting B2.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða
kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. december 2015.
EySturKommuna
3. november 2015