hósdagur 5. november 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
32
KJAK
Poul Michelsen
landsstýrismaður
Samhandil og sam
starv við umheimin
eru grundarlagið
undir vøkstri og
vælferð í Føroyum,
og alheimsgerðin
skapar nýggjar marknaðir og sam
starvsmøguleikar.
Samgongan
hevur tí sett sær fyri at reka ein
virknari uttanríkispolitikk og at taka
burtur millumtjóða avmarkingar og
forðingar. Hetta merkir ikki einans,
at føroyingar skulu sita við borðið,
tá viðkomandi millumtjóða avgerðir
verða tiknar, sum koma okkum við,
men eisini sum sjálvstøðugur partur.
Men uttanríkispolitiska heimildar
lógin hevur í hyggju at forða okkum í
at røkja okkara sjálvsøgdu áhugamál.
Sambært lógini viðurkennir danska
stjórnin ikki, at Føroyar eru ein
sjálvstøðugur fólkarættarligur partur
og myndugar í altjóða høpi. Tað er tó
ikki sørt ironiskt, at danir ikki vilja
góðtaka okkara millumtjóða rættindi,
tí teir hava ongar trupulleikar við
at viðurkenna okkara millumtjóða
skyldur.
Ríkisrætturin er
eingin forðing
Uttanríkispolitiska lógin heimilar
Føroyum at taka lut í millumtjóða
felagsskapum og at gera avtalur
við aðrar tjóðir undir heitinum
“Kongeriget Danmark for så vidt
angår Færøerne.” Danska stjórnin er
av teirri fatan, at Danmark, Føroyar
og Grønland eru ein og sami fólka
rættarligi partur (subjekt), Kongaríkið
Danmark. Hetta forðar sambært
dønum fyri, at Føroyar kunnu fáa
sjálvstøðugan limaskap í millumtjóða
felagsskapum og gera sáttmálar í
egnum navni og soleiðis røkja síni
egnu áhugamál. Hesa fatanina
grunda danir á donsku grundlógina.
Men veruleikin er, at grundlógin er
púra óviðkomandi í hesum høpi.
Landsstýrið hevur gjørt sítt løg
frøðiliga heimaarbeiði í hesum máli.
Sambært altjóðarætti eru Føroyar
at rokna sum eitt rættarevni í al
tjóða lóg við heimildum at gerast
sjálvstøðugur sáttmálapartur. Tað er
ein fólkarættarlig meginregla, ið er
grundfest í altjóða rættarskipanini,
at millumtjóða sáttmálar verða
gjørdir millum fólkarættaligar
partar. Tað er fólkarætturin, sum
ásetur meginreglurnar fyri, hvussu
lond og altjóða felagsskapir skipa
viðurskiftini sínámillum. Her hevur
danska grundlógin í roynd og
veru einki at siga, tí sambært
fólkarættinum eru tað ikki
innanlendis rættarskipanir
- sum til dømis grundlógin -
sum gera av, um lond hava
sjálvstøðug sáttmála
rættindi.
Grundgevingarnar
hjá donsku stjórnini
fyri ikki at viður
kenna, at Føroyar
eru ein sjálv
støðugur millum
tjóða partur, eru snøgt
sagt ikki haldgóðar í
mun til fólkarættin. Tær eru tvørtur
ímóti í andsøgn til hann.
Skyldur, men ikki rættindi?
Tulkingin hjá donsku stjórnini er
ikki bara løgfrøðiliga óhaldbar. Hon
ber heldur ikki til í gerandisdegnum.
Tað hendir jú meira enn so, at
londini í Kongeriget Danmark hava
fullkomiliga mótstríðandi millum
tjóða áhugamál. Danmark sigur
seg skulu røkja føroysk áhugamál
vegna Føroyar. Men sum limaland
í Evropeiska Samveldinum kemur
Danmark ber hetta ikki til, tá Før
oyar hava trætumál við júst ES, og
Danmark tekur lut í tiltøkum ið
hava til endamáls at skerja tilvunnin
rættindi Føroya.
Í roynd og veru hava Føroyar eisini
í mong ár virkað við sjálvstøðugum
sáttmálarættindum. Vit hava millum
annað gjørt fiskiveiðiavtalur í egnum
navni við onnur lond í áratíggju.
Danmark noyðist tí at viðurkenna,
at Føroyar kunnu verða ein sjálvstøð
ugur sáttmálapartur.
Kanska er tað lagnunnar speisemi,
at danska stjórnin ikki avnoktar, at
Føroyar hava sjálvstøðugar sátt
málaskyldur, samstundis sum hon
ikki vil viðurkenna, at vit hava sjálv
støðug rættindi. Tiltøkini hjá ES í
sildaósemjuni vísa jú,
at Føroyar verða roknaðar
sum sjálvstøðugur partur í altjóða
samstarvi – í øllum førum, tá ið hetta
kann brúkast ímóti okkum.
Høvdu Føroyar ikki sjálvstøðug
sáttmálarættindi, skuldi tað merkt, at
Føroyar ikki kundi ábyrgdast fyri at
bróta fólkarættarligar skyldur. Kortini
var hetta júst tað, Føroyar vórðu
lagdar undir í sildaósemjuni. Hetta
var sjálv fortreytin fyri tiltøkunum,
sum ES-nevndin setti í verk móti
okkum. Sambært ES høvdu Føroyar
nevniliga ikki yvirhildið sínar skyldur
í umsitingini av fiskastovnunum í
mun havrættarsáttmálanum hjá ST,
og vit skuldu tí hava brotið okkara
fólkarættarligu skyldur. Ta ferðina
setti danska stjórnin seg ikki upp
ímóti, at Føroyar høvdu eina støðu
sum sjálvstøðugur fólkarættarligur
partur við beinleiðis skyldum í
altjóða lóg.
Tað er sjálvandi løgfrøðiligt
høpisloysi, um Føroyar ikki hava
sjálvstøðug sáttmálarættindi, tá vit
hava fólkarættarligar skyldur. Tað
tykist sera margháttligt, at danska
stjórnin ikki vil viðurkenna hetta.
ES-ákæran hevði verið ógildug, um
Føroyar ikki høvdu havt sjálvstøðug
sáttmálarættindi. Um danska stjórn
in tvíheldur um, at Føroyar ikki hava
hesi rættindi, átti Danmark at ført
fram mótvegis ES, at ákærurnar vóru
ógyldugar. Men tað gjørdu danir sum
kunnugt ikki. Tvørturímóti vórðu
Føroyar eggjaðar til at ganga ES-
harraboðunum á møti.
Ein spurningur um
politikk, ikki løgfrøði
Samgongan fer sum nevnt at skipa
ein virknari uttanríkispolitikk og at
taka burtur millumtjóða forðingar
og avmarkingar. Vit halda fast um,
at vit skulu sita við borðendan, tá
viðkomandi millumtjóða avgerðir
verða tiknar og hetta hevur við
sær at stremba eftir sjálvstøðugum
limaskapi í alheims stovnum.
Vit fara at endurskoða uttanríkis
politisku heimildarlógina og taka
tað málið upp við donsku stjórnina.
Tað er givið, at avmarkingarnar og
forðingarnar, sum lógin leggur fyri
okkum, ikki eru í samsvari við bæði
altjóða lóg og tann veruleika, sum
Føroyar longu virka í. Landsstýrið
kann ikki ganga við til órímiligu
undanførslurnar hjá donsku stjórnini.
Tað er ikki einans óhaldbært, men
eisini mótsigandi, tá danska stjórnin
sýtir fyri at viðurkenna, at Føroyar
eru
altjóðarættarligt evni.
Tað er danskur
politiskur óvilji og
ikki løgfrøði, sum
forðar okkum í
at røkja okkara
áhugamál á al
tjóða pallinum.
Hetta skulu vit
broyta.
Danir viðurkenna okkara skyldur,
men ikki okkara rættindi
eblaðið
sos.fo