Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 128 34 Óli Jacobsen DOLLIN VIÐURKENDUR PARTUR Í HEIMSSØGUNI AFTANÁ 100 ÁR Havnarmaðurin Daniel J. Danielsen, nevndur Dollin, er av útlendskum søgufrøðingum viðurkendur sum partur í stríðnum móti Leopold kongi í Congo L esarar okkara kenna rímiliga væl søguna um Daniel J. Danielsen, sum í 1903 við sínum ljósmyndafyrilestrum byrjaði ta fólkarørslu, sum trýsti belg­ iski kongurin Leopold II at geva Congo frá sær. Søgan er í stuttum, at Leopold kongur átti persónliga Congo frá 1885 til 1908, tá landið varð kallað Congo Free State. Tað frættist, sum tíðin leið, at her var talan um eitt satt ræðustýri. Tískil sendi bretska stjórnin í 1903 sín konsul í Congo, Roger Casement, á kanningarferð eftir Congoánni við bátinum, Henry Reed. Skipari og maskinmeistari var Dollin. Hann var so dugnaligur, at Casement seinni váttaði fyri bretska uttanríkisráðnum, at uttan Dollan hevði ferðin ikki verið so væleydnað, sum hon gjørdist. Tá ið ferðin var liðug, fór Dollin við fyrsta farti aftur til Ongland, har hann byrjaði eina fyrilestrarferð við myndum, hann sjálvur hevði tikið, av ræðuligu viðferðini, fólkið í Congo fekk. Henda fyrilestrarferðin vakti stóran ans og eggjaði til, at hon seinni varð hildin fram av øðrum. Úrslitið varð, at Leopold í 1908 mátti geva Congo frá sær til belgiska statin. Casement eisini kendur í Føroyum Hesar myndir eisini vórðu vístar í Føroyum, m.a. í Havnar klubba í mars 1904. Í 1938 hevði Poul Niclasen, kendur politikari, frásøgn í Dimmalætting frá hesum fundi, har hann skrivaði, at “tað var stúgvandi fult av fólki. Livandi bíløt vóru tá heilt ókend, og tað var bert sjáldan, at ljósbíløt vóru at síggja. D. Danielsen, missionerur, helt fyrilestur, og snúði hann seg um landið Kongo í Afrika, hvar Hr. Danielsen hevði verið missionerur nøkur ár. Hr. Danielsen dugdi ógvuliga væl at greiða frá tí, hann hevði sæð. Hann var eisini stuttligur maður, so fund­ urin var sera hugnaligur.” Danielsen greiddi eisini frá sínum leikluti saman við Casement. Poul mintist, at Daniel­ sen m.a. segði um Casement: “Hann var ein vælsignaður maður.” Casement fekk eina syrgiliga lagnu. Hann var íri og tjóðskaparmaður, og hann varð í 1916 hongdur í London fyri landasvik. Hansara sam­ band við Dollan gjørdi sítt til, at henda hending tá varð umrødd í føroyskum bløðum. Poul Niclassen heldur fram í somu grein: “Í fjør var eg staddur í Dublin og kom har á tal við ein av teimum írsku ministarunum. Vit komu millum annað at tosa um Casement, og eg fortaldi honum um fundin í Klubbanum, har Casement var umtalaður. Tá hendi nakað, sum eg seint vil gloyma. “Roger Casement var mín besti vinur”, segði ministarin við tárum í eygunum og tók fram eina yrking um Casement. Aftaná, at eg var komin heim á Hotel Gres­ ham í Dublin, sat eg leingi og hugsaði um henda dapra sorgarleik, og hvussu undarligt tað kundi tykjast, at eg sum hoyrdi Roger Case­ments navn gitið í Havn, 35 ár seinni skuldi hitta hansara besta vin.” Í sambandi við deyðadómin hevði Dimma­ lætting 12. juli 1916 samrøðu við Dollan um hansara kennskap við Casement. Dollin lýsti hann sum “en høj, meget nervøs Mand.” Fram úr gloymskuni Dollin kom at virka í Føroyum í 1904, til hann doyði í 1916 tveir mánaðir eftir, at Casement varð hongdur. Leikluturin hjá Dollanum í Congo varð skjótt burturtagdur og gloymdur. Hetta er orsøkin til, at tað, sum hevur verið skrivaðar um congo­málið, hevur verið skeivt og/ella mangul­fult. Men tað hevur tó verið alment viðurkent, at tað vóru myndirnar av lamløstaðum fólki, sum vóru avgerandi fyri úrslitið hjá teirri rørslu, sum í 1904 gjørdist ein felagsskapur, nevndur Congo Reform Association. Tann mest áhaldandi skeiva søgan er, at tað vóru trúboðarahjúnini John og Alice Harris, sum vóru í fremstu røð í hesi herferð. Tað verð­ ur nokk so nógv gjørt í Bretlandi fyri at gera hetta til ta almennu søguna. Í 2004 gjørdi BBC sendingina White King Red Rubber and Black Death við sama boð­ skapi. Hon er send fleiri ferðir, eisini í KVF. Send­ingin kann eisini síggjast á netinum. Men tað kann prógvast, at hetta er skeivt. Fyrsta kenda myndin, sum Alice Harris tók av lamløstaðum fólki var í mai 1904, og tey bæði komu ikki inn í congorørsluna í Bretlandi fyrr enn í oktober 1905, tvey ár aftaná Dollan. Tað eru fleiri søguskrivarar, sum nú ásanna, at teir hava verið á skeivari leið í hesum máli. Sannleikin komin fram Men nú er tann rætta søgan við at verða viður­ kend av søgufólki. Havi skrivað tvær bøkur um hesa søgu. Tann fyrra í 2010 við samandrátti og myndatekstum á enskum. Henda bókin vakti ans hjá søgufólki í Bret­landi. Hetta eggjaði til at halda fram við kanningum av hesi søgu. Úrslitið var ein nýggj dagførd bók, sum kom út á enskum í oktober 2014. Hon hevur ummæli frá søgufrøðingum í USA og fleiri londum í Europa. Eitt dømi er afrikaserfrøðingur, sum er fyrrverandi pro­ fessari við lærda háskúlan í Oslo. Hann sigur m.a: Det er en fascinerende historie, både per­son­ lig og i tilknytningen til den allmenne tema­ tikken. Jeg tror aldri jeg har kommet så på inn­ siden av Reform kampanjen som gjennom din fremstilling, den belyser så konkret mange av de vesentlige indre forbindelser og spenninger i denne bevegelsen, ikke minst misjonærenes stilling. Du har behandlet dette med streng faglig kritikk, og dine konklusjoner blir derved desto mer troverdige, spesielt viktig er dette mht hvem som har produsert mange av de viktige fotografiene, de er jo fortsatt gjengangere i alle fremstillinger av denne delen av Kongos historie. Spørsmålet om hvorfor Danielsen er glemt, berører også allmenn problematikk. Man gleder seg når noen som fortjener det trekkes fram igjen, slik du har gjort. Hini ummælini á enskum hava stórt sæð Siðsøga Henda myndin er tikin á ferðini hjá Dollanum saman við Casement. Fotografurin er samstarvsfelagin Wallbaum. Tað er sannlíkt, at myndin er tikin við fototólinum hjá Dollanum. Myndina hevði Dollin heim til Føroya í 1904 Hetta eru nakrar av eyðkendu myndunum hjá Dollanum. Aftaná 100 ár kann staðfestast, hvør hevur tikið tær