hósdagur 5. november 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
35
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá meslinga
grindini í Gøtu fyri 80 árum síðani.
somu niðurstøðu. Nú er tann rætta søgan
við fáa fótin fastan í tí, sum skrivað verður
uttanlands. Í fleiri bókum og ritum, sum eru
útgivnar í 2014 og 2015, verður víst til røttu
søguna um Dollan.
Ráðstevna í Leeds
Hetta kom eisini fram á ráðstevnu í Leeds í
Onglandi tann 10. oktober. Fyriskiparin var
áhugabólkurin Congo Free State, har dentur
verður lagdur á søguna hjá Congo 1885-1908.
Áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna www.
congofreestate.com
Her hittust fólk, sum á hvør sínum øki
vóru serfrøðingar í congosøguni. Millum hesi
var eisini amerikanski søguprofessarin Dr.
Dean Pavlakis. Vit samskiftu nógv í samband
við mína bók, sum kom út í fjør. Sjálvur var
hann tá í ferð við at skriva bókina British
Humanitarianism and the Congo Reform
Movement, 1896-1913.
Fyrra árstalið vísir til, tá trúboðarar byrjaðu
at gera vart yvirgangin i Congo. Seinna vísir
til árið, tá ið felagsskapurin Congo Reform
Association varð tikin av, tí hildið var, at hann
hevði rokkið sínum máli.
Hetta er tann mest umfatandi og nágreini
liga bókin, sum er skrivað um congorørsluna.
Dean Pavlakis staðfestir í bók síni søguna
um Dollan, og at hann “livir” enn við sínum
myndum, sum síggjast á mongum síðum
á alnetinum. Tær kunnu m.a. síggjast við
at googla “leopold atrocities”. Tær myndir,
har løstaðu fólkini hava hvítt klæði vavt um
kroppin, og løstaði armurin verður hildin
fyri hvíta klæðið, eru uttan iva myndirnar
hjá Dollanum, sum vóru við til at broyta
heimssøguna.
Dean heldur, at okkara bøkur supplera
hvørja aðra. Tær eru so tætt við sannleikan,
sum kann komast við teirri vitan, vit hava.
Meðan hann lýsir congorørsluna í síni heild
yvir eitt longri áramál, so lýsir mín bók leiklutin
hjá serstakliga einum manni, Dollan, ta stuttu
men avgerandi tíðina, hann var við í rørsluni.
Ein luttakari á ráðstevnuni var Phil Moakes,
sum rekur eitt nærvarp í Frome í Bretlandi,
sum er heimabeitið hjá Harris hjúnunum.
Hann skuldi gera sending, sum var grundað á
framsýning í London, sum var um framsýning
í London, sum var grundað á, at Harris hjúnini
vóru tey sum byrjaðu congorørsluna í 1903.
Nú arbeiðir Phil við, grundað á nýggju
upplýsingarnar, at fáa ta røttu søguna fram í
sínum nærvarpi.
Ein fundarluttakari var Donald Mitchell,
sum hevur skrivað ævisøguna hjá Edmund
Morel. Morel var drúgvasti stríðsmaðurin
fyri fólkið í Congo. Tað var nógv samband
millum Morel og Dollan, eftir at hann kom
heim úr Congo. Brævaskiftið teirra millum er
týdningarmikil kelda til søguna um Dollan.
Ósamdir trúboðarafelagar
Ein forkunnugur gestur á ráðstevnuni var
Rebecca Harris. Hon er langommu- og langa
bbadóttir Harris hjúnini. Hesi bæði arbeiddu
í síni tíð fyri sama missiónsfelag sum Dollin,
Congo Balolo Mission, men á hvør síni
missiónsstøð. Tey hittust, tá ið Dollin við sín
um missiónsbáti Pioneer sigldi til tær ymisku
støðirnar hjá missiónini. Eisini hava tey verið
saman á trúboðarafundum.
John Harris og Dollin vóru tó ikki væl.
Dollin kundi við sínum lyndi stoyta fólk frá
sær, sum tað er greitt frá í bókini. At Harris var
ein teirra sæst í brøvum hjá Harris, har hann
er ógvuliga niðursetandi mótvegis Dollanum.
Hetta sæst eisini í gerðabókini hjá trúboð
arunum í Congo. Á fundi 28. mai 1903 vóru tað
5 av 6 trúboðarum, sum stuðlaðu Dollanum
í sambandi við ákærurnar móti honum fyri
harðskap. Samstundis róstu teir Dollan til
skýggja fyri hansara dugnaskap sum maskin
maður og fyri stuðul í prædikuvirkseminum,
sum var takkað hansara framúr málkunnleika.
Hetta var bert ein góður mánaði, áðrenn hann
fór av missiónsstøðini ætlandi á veg heim.
Á fundi tann 12. og 13. mai 1904 skuldi støða
takast til, um Dollin skuldi sleppa aftur til
Congo. Nú var Harris við á fundinum. Hann
legði fram uppskot um at mæla frá, at Dollin
skuldi koma aftur til Congo. Nú vóru bert
tveir, sum bakkaðu Dollan upp, meðan tveir
ikki tóku støðu. Tríggjar atkvøður vóru fyri
uppskotinum hjá Harris.
Tað er sannlíkt, at orsøkin til hesa hug
burðsbroyting er tað split, sum tá var millum
trúboðarar í samband við ferðina hjá Case
ment, har summir teirra ikki vildu leggja seg
út við belgisku myndugleikarnar.
Tað var nevniliga ikki fyrr enn seinni, at
Harris gjørdist ein partur av herferðini móti
Leopold, tá ið hann sá, hvønn veg rákið gekk.
Men nú kann Dollin “løna” Harris hetta
aftur. Aftaná í 100 ár at hava fingið heiðurin
fyri at vera tann, sum legði til brots í Congo
stríðnum, kann nú prógvast, at tað var ikki
Harris men Dollin.
Ummæli hjá viðurkendum
universitetsforlagi
Nýggja bókin um Dollan er ummælt í út
lendsku bløðunum Irish Time, Tjaldur, (blaðið
hjá føroyskt týska vinarfelagnum í Týsklandi)
og Brethren Historical Review í Bretlandi.
Hetta ummælið er skrivað av hollendskum
afrikaserfrøðingini.
Afturat hesum verður komandi ár ummæli
í Journal of African History, sum hevur eina
serliga tign á hesum øki. Hetta rit verður givið
út av forlagnum hjá lærda háskúlanum í
Cambridge í Bretlandi, sum verður roknað
fyri at vera eitt av fremstu fróðskaparsetrum
í heiminum. Forlagið Cambridge University
Press hevur givið bøkur út síðan 1534. Hetta er
heimsins elsta forlag.
Hetta ummælið er skrivað av søgufrøðingi
á lærda háskúlanum í Leeds, Dr. Robert Bur
roughs, leiðari í umrødda Congo Free State.
Sum tað skilst er hetta ummælið jaligt. Størri
viðurkenning ber illa til at fáa.
Føroyingar kunnu fegnast um, at ein lands
maður verður viðurkendur at hava havt av
gerandi leiklut at broyta heimin til tað betra.
Ískoyti til trúboðarasøguna
hjá Jamaica og Edinburgh
Bókin um Dollan er eisini eitt ískoyti til trú
boðarasøguna hjá Jamaica! Á eini missións
heimasíðu í Jamaica verður umrøddur ein
trúboðari, Sawyers at navni. Men tey vistu ikki
meira um hann, heldur ikki, um hann hevði
verið trúboðari í Ghana ella Congo.
Tað vísir seg, at hetta er sami Sawyers, sum
var upprunin til tær ákærurnar móti Doll
anum, sum gjørdu, at hann av síni missión varð
heimkallaður til Bretlands. Hesar ákærur vóru
seinni vístar aftur, og Sawyers varð uppsagdur.
Nú er nevnda heimasíðan dagførd við hesum
upplýsingum.
Kanska hevur ein meining verið við tí kortini.
Hesar ákærur vóru orsøkin til heimkallingina
av Dollanum. Tað var á heimferðini oman
eftir Congoánni, at Dollin hitti Casement, sum
manglaði ein maskinmeistara og skipara, og
sum er byrjanin til hesa søgu.
Ein onnur samkoma, sum er partur av
hesi søgu, er Carubbers Close í Edinburgh. Í
hesi samkomu hitti Dollin á fyrsta sinni konu
sína, Linu, á einum møti tann 7. november 1904.
Hann hevði eisini fund um Congo í hesum sali.
Tí er hetta eisini ein partur av søguni hjá hesi
samkomu.
Var á møti hjá teimum 11. oktober og hand-
aði Eric Scott, sum hevur skrivað søguna hjá
samkomuni, bókina um Dollan. Samkoman
hevur havt trúboðarar í fleiri londum, nú vísir
tað seg, at tey eisini hava havt ein í Føroyum.
Ein almennur føroyskur stovnur hevur
víst hesi søgu ans. Tað er Postverk
Føroya við hesum frímerki, sum lýsir
ferðina hjá Casement og Dollanum
Harrishjúnini hava fingið heiðurin fyri myndir hjá
Dollanum. Tað er nú prógvað, at hetta er skeivt
Stórur partur av congosøguni var í staddur í Leeds. Kvinnan er
Rebecca Harris. Maðurin í miðjuni er Dean Pavlakis
Tosað verður um Congo. Kvinnan er Rebecca Harris. Maðurin í miðjuni er bretin
Phil Moakes, sum er við at gera eina útvarpssending um »okkara« Congo-søgu