hósdagur 5. november 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 128
36
Bátur og reiðskapur
til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verða 7 mannafarið
Flora frá 1965 við reiðskapi við hesum lýst til
sølu. Báturin og reiðskapurin eru í neystaognini
matr. nr. 813, Strendur.
Meira upplýsingar um bátin fáast á okkara
heimasíðu.
Áhugaði kunnu venda sær til:
AdvokAtvirkið
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85,
110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71,
sigrid@advokatvirkid.fo
www.advokatvirkid.fo
Almannaverkið søkir
námsfrøðingar til
Trivnaðardepilin Eind 1 – børn og
ung innan autismuspektrið
í Norðoyggjum og Eysturoy
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at
starvast í toyminum fyri børn og ung í
Runavík. Størvini verða sett skjótast tilber.
Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna, mánadag
til fríggjadag frá kl. 12.00 til 17.00.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í
løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 1. Tey, ið
verða sett, mugu tola broytingar í starvinum,
og at hetta kann verða umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum
Fíggjamálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 17.11.2015 kl 12.00
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Starv innan
bókhald og
fyrisiting
Hjá El|net sóknast vit eftir
dugnaligum fólki at umsita
bókhald og fyrisiting annars fyri
El|net og El|frost.
Starvið fevnir um:
· Bókhaldsarbeiði
· Avgreiðslu av lønum
· Telefonavgreiðslu
· Uppgávustýring & arkivering
· Aðrar fyrikomandi uppgávur, ið
verða álagdar av leiðsluni
Tað er ein fyrimunir, um umsøkjari
hevur kunnleika til Navision og
Løttløn.
Starvs- og lønarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, og
verður løn ásett sambært avtalu
við leiðsluna. Setunarviðurskifti
annars eru sambært løgtingslóg
um starvsmenn (funktionerlógin).
Starvsbyrjan verður sum skjótast –
og í seinasta lagi 1. januar 2016.
Umsóknir:
Umsóknir við viðkomandi
upplýsingum skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 20. november,
og skulu sendast á elnet@elnet.fo
ella til:
El|net
Grønlandsvegur 19
100 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til
Bernhard H. Petersen, stjóra, á
tlf. 284800 ella á bernhard@elnet.fo
Um El|net og El|frost
El|net eru løggild
el-innleggingarfyritøka við høvuðssæti
í Slættanesgøtu 11 í Havn. Eisini hava
vit deild í Vestmanna. Vit veita tænastu
innan allan el-ídnaðin, umframt
at vit veita útgerð og tænastur til
tannlæknar.
El|frost er løggild kølifyritøka við
høvuðssæti í Havn.
Samanlagt fevnir samtakið um á leið
30 starvsfólk.
grafix@email.fo
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Lívfrøðingur til
Fróðskaparsetur Føroya
Eitt vísindastarv í lívfrøði er, treytað av
játtan í 2016, leyst at søkja á Megindeildini
fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi við
setan frá 1. januar 2016 ella skjótast
gjørligt.
Starvsøkið
Starvið fevnir um gransking, undirvísing
og fyrisiting. Undirvísingin er nú serliga
innan bachelorútbúgving í lívfrøði, har
arbeiðið fevnir um undirvísing, vegleiðing,
planlegging og samskipan av evnum,
sum liggja upp at vistfrøði á landi og/ella í
havinum.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava lokið viðkomandi
ph.d. útbúgving og hava viðkomandi
starvsroyndir. Umsøkjarar skulu hava
førleika at undirvísa innan helst fleiri
av hesum økjum: vistfrøði, djórafrøði,
havlívfrøði, fiskalívfrøði, arvalæru,
biostatistikki, ella líknandi øki.
Freist
Umsóknarfreist er 1. desember 2015.
Nærri upplýsingar
Nærri lýsing av starvinum eru á
www.setur.fo.
Tórshavn
Vit selja í Vágsbotni fríggjamorgunin 6.
novembur frá kl. 9.00
Eysturoy
Vit selja við kommunuskrivstovuna í
Saltangará leygarmorgunin 7. novembur
frá kl. 10.00
UTTASTOVUGARÐURIN
á Sandi - 211870
SANDEPLI OG RØTUR
TIL SØLU