Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MIðlaR – Tað eru tvey kriteriu, sum vit mugu hava í mentu. Fyrst og fremst er eyðsæð, at føroysku miðlarnir eru veikir, og harnæst er miðlalandslagið heldur eintáttað. Vil føroyska samfelagið styrkja um miðlarnar, so er neyðugt við stuðli, heldur Øssur Winthereig, journalistur og nevndarlimur í Felagið føroysk miðlafólk. Barbara Holm Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um møguligar broyt­ingar í føroyska miðla­ landslagnum. Farna sam­ gonga stakk út í kortið ein miðla­stuðul á 2 mió., har før­ oysk­ir miðlar skuldi søkja um stuðul. Men hendan sam­gongan hevur sum skilst slept tí ætlan. Í mong ár hevur verið kjakast aftur og fram um hvussu stuðul til privatu miðlarnar skal skip­ast. Hetta tí, at tað er eyð­sæð, at privatir miðlar í Føroyum mangan sigla í tung­um sjógvi, og ynskiligt er sjálvsagt ikki, at eingir sterk­ir, privatir miðlar eru í land­inum. Men nú sær út til, at ætl­ aði stuðul á 2 mió. heldur ikki kemur ígjøgnum hesa­ ferð. Felagið føroysk miðla­ fólk er felagið hjá journ­al­ ist­um, og var ein teirra, sum upprunaliga setti spurn­ar­ tek­in við uppskotið frá Bjørn Kalsøe, fyrrverandi menta­ mála­ráðharra. – Tað eru nøkur við­ur­ skifti í uppskotinum frá Bjørn Kalsøe, sum vit ivast í. Eitt nú vóru starvs­fólka­út­ reiðslur frá árinum fyri við­ kom­andi fyri, um ein miðil skuldi fáa stuðul ella ikki, og tá sær tað einamest út sum rakstr­arstuðul, heldur Øssur Winth­ereig. Ein annar vandi við tí uppskoti var eisini, at tað fastlæsti føroyska miðla­ lands­lagið til sítt verandi líki. – Tað er kanska trupult at eggja nýggjum at fara undir miðla­virksemi við hesum upp­skotið, tí tað inniheldur als ikki byrjunarstuðul, og so­statt meta vit, at upp­skot­ ið heldur økið fast í sínum ver­andi líki, heldur Øssur Winthereig. Onnur kriteriu mugu inn í uppskotið Hóast Felagið før­oysk miðlafólk var at­finn­ing­ arsamt mótvegis upp­skot­in­ um, so eru tey kortini heitir for­sprákarar fyri, at tað al­ menna onkursvegna skal stuð­ul privatu miðlunum. Tó eru tey av tí fatan, at onnur kriteriu skulu til. – Onkursvegna má lóg­ar­ upp­skotið taka støðu til hvat enda­málið er við at stuðla priv­at­um miðlum, vísur Øss­ ur Winthereig á. Og eitt av endamálunum kann vera, at miðlarnir vísa á hvat peningurin skal fremja. – Eitt nú kundu miðlarnir lagt seg eftir at tryggja, at allir føroyingar fáa síni tíð­ indi frá føroyskum miðlum. Tað merkir ivaleyst eisini at mod­ernisera miðlarnir til tað yngra ættarliði eisini, heldur Øss­ur Winthereig. Hann vísur á, at hagtøl úr øll­um Norðurlondum vísir, at ungfólk í minni og minni mun fáa sínar upplýsingar frá dagbløðum og líknandi. Tey fáa sína vitan frá net­ miðl­unum, og tí er kanska eis­ini hugsandi, at føroysku miðl­arnir kundu ment seg meira á hesum palli, og at tað var eitt av kriteriunum fyri at fáa miðlastuðul. – Eitt annað kundi verið, at minst helmingurin av red­aktiónini skuldi vera út­ búnir journalistar. Ella at minst helmingurin av miðla­ tilfarinum skuldi vera red­ aktionelt tilfar. Tað eru nógv­ ir møguleikar, vísur Øssur Winth­ereig á. Eftir hansara tykki er tað umráðandi at spyrja seg sjálv­an hví stuðulin skal lat­ ast og eftir hvørjum leisti. Men tað eru eisini av­bjóð­ ingar óansæð hvussu eitt slíkt uppskot verður sam­an­ sett. – Um vit áseta kriteriu fyri nær ein miðil skal hava stuðul og hví, so renna vit okkum bein­an­ vegin í trupulleikar, tí so er frástøðan millum pol­it­isku skipanina og miðl­ar­nar ikki nóg stór. Arms­longd­ar­prin­ sipp­ið hvørvur, vísur Øssur Winth­er­eig á. Øssur Winthereig – Onkur stuðul má gevast privatu miðlun