mánadagur 9. november 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
MIðlaR
Her er uppskotið,
sum nýggja samgongan
hevur slept
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til privata miðlar
§ 1. Stuðul til privatar fjølmiðlar sbrt.
hesi lóg kann eftir skrivligari umsókn
til Mentamálaráðið latast prentað
um fjølmiðli, loftbornum fjølmiðli
ella netmiðli, har hesir virka sum
tíðindamiðil. Stuðulin kann latast
sum útbreiðslustuðul og sum redak
sjónsstuðul, sbr. tó §§ 2 og 3.
Stk. 2. Útbreiðslustuðul verð
ur latin tíðindamiðli sum stuðul til
beinleiðis skjalprógvaðar útreiðslur
av blaðútbering og rakstri av sendi
neti í tann mun, at útbreiðslan í stór
an mun viðvíkur framleiddum og
ritstjórnaðum tilfari, sum er lagað til
fólkið í Føroyum, og sum lýsir føroysk
samfelagsviðurskifti, ella útlendsk
viðurskifti úr einum føroyskum sjón
arhorni.
Stk. 3. Redaksjónsstuðul verður
latin til beinleiðis skjalprógvaðar
lønarútreiðslur, ið standast av einari
redaksjón, sum í stóran mun fram
leiðir og ritstjórnar tilfar, sum er lag
að til fólkið í Føroyum, og sum lýsir
føroysk samfelagsviðurskifti, ella út
lendsk viðurskifti úr einum føroysk
um sjónarhorni.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kunnar
almenningin um møguleikan at søkja
um stuðul og ásetir freist fyri at søkja
um stuðul. Landsstýrismaðurin ger
serligt oyðublað til umsókn av stuðli
sbrt. hesi lóg.
Stk. 5. Stuðul sbrt. hesi lóg kann
bert verða latin fyri eitt álmanakkaár
í senn.
Treytir fyri stuðli
§ 2. Stuðul sbrt. hesi lóg kann ikki
latast fjølmiðlum, hvørs ognarskapur
heilt ella lutvíst er almennur. Stuðul
kann harumframt ikki latast løg
frøðiligum persónum, hvørs samlaði
rakstur við 50% ella meiri er fíggjað
ur av almennum stuðli, harímillum av
lógarheimilaðum inntøkufíggjaðum
virksemi.
§ 3. Stuðul sbrt. § 1 er treytaður
av, at fjølmiðilin í mestan mun sjálv
støðugt ber fram journalistiskt við
gjørt tilfar. Tíðindi, sum í stóran mun
bera brá av endurtøkum av eitt nú
gerandishendingum ella viðmerking
um til kjak, verða ikki mett sum sjálv
støðugt journalistiskt viðgjørt tilfar.
Stk. 2. Umframt treytina fyri stuðli
sbrt. stk. 1 er stuðulin treytaður av, at
fjølmiðilin
1) er ein sjálvstøðugur miðil við
einum ábyrgdarhavandi blaðstjóra
ella ritstjóra,
2) umframt blaðstjóran ella rit
stjóran í minsta lagi hevur eitt árs
verk á redaksjónini,
3) ikki er fíggjaður við 50% ella
meiri frá arbeiðsgevarafelagsskapi,
arbeiðstakarafelagsskapi ella øðrum
vinnugreinafelag og
4) hevur tíðindainnihald, sum í
stóran mun er ritstjórnað tilfar við
eitt nú greinum av serliga politiskum,
samfelagsligum ella mentanarligum
slag og viðgerðum av aktuellum fjøl
miðlatilfari.
Stk. 3. Umframt tær í stk. 1 og 2
nevndu treytir skal prentaður fjøl
miðil fyri at fáa útbreiðslustuðul í
stóran mun vera landsfevnandi, og
fjølmiðilin skal gevast út minst eina
ferð um vikuna.
Stk. 4. Umframt tær í stk. 1 og 2
nevndu treytir skal loftborin fjøl
miðil fyri at fáa útbreiðslustuðul
hava lógligt atgeingi til sendinet, sum
røkkur í minsta lagi til 50% av lands
ins íbúgvum.
Stk. 5. Útbreiðslustuðul og redak
sjónsstuðul kann í mesta lagi vera
40% av teimum í § 1, stk. 2 og 3 nevndu
útreiðslunum árið fyri, at umsóknin
er latin Mentamálaráðnum, tó kann
stuðulsupphæddin í hægsta lagi
vera kr. 200.000,00 til blaðútbering,
150.000,00 kr. til sendinet og kr.
500.000,00 fyri redaksjónsstuðul, sbr.
§ 9.
§ 4. Umsøkjari skal saman við um
sóknini skjalprógva, at treytirnar
fyri stuðli sbrt. §§ 2 og 3, og at treytir
sbrt. reglum við heimild í hesi lóg, eru
loknar.
Stk.
2.
Landsstýrismaðurin
verður heimilaður við kunngerð
at áseta nærri reglur um, nær ein
fjølmiðil er at meta sum ein sjálv
støðugur miðil sbrt. § 3, stk. 2, nr. 1,
útrokningargrundarlag fyri útreiðsl
um sbrt. § 1, stk. 2 og 3, krøv til um
sóknina, útgjald av stuðli, roknskap,
grannskoðan, treytir og útgjald av
stuðli annars.
Miðlastuðulsnevndin
§ 5. Landsstýrismaðurin setir eina
Miðlastuðulsnevnd at gera sær til
mæli um, hvør umsøkjari kann fáa
stuðul, og hvussu nógvan stuðul ein
fjølmiðil kann fáa.
Stk. 2. Miðlastuðulsnevndin verður
tilnevnd av landsstýrismanninum
eftir tveimum tilmælum frá Felag
num Føroysk Miðlafólk sum umboð
fyri føroyska miðlaheimim, og einum
tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Fyri hvønn lim verður valdur tiltaks
limur eftir somu reglum.
Stk. 3. Limir og tiltakslimir verða
valdir fyri trý ár og kunnu í mesta lagi
sita í tvey skeið á rað.
Stk. 4. Nevndin skipar seg sjálv.
Er nevndin ikki samd um val av for
manni, velur landsstýrismaðurin,
hvør av teimum trimum vanligu lim
unum skal vera formaður.
§ 6. Miðlastuðulsnevndin er við
tøkufør, tá ið allir limir eru møttir.
Miðlastuðulsnevndin velur skrivara
millum limir sínar at gera fundarfrá
greiðing.
Stk. 2. Formaðurin ger fundarskrá
og kallar nevndina skrivliga inn til
fundar til at viðgera umsóknir og at
gera tilmæli til landsstýrismannin í
seinasta lagi eina viku eftir, at freistin
sbrt. § 1, stk. 4 er farin.
Stk. 3. Fundarskráir, fundarfrá
greiðingar, tilmæli v.m. skulu latast
landsstýrismanninum í seinasta lagi
seks vikur eftir, at freistin at søkja
stuðul er farin.
§ 7. Eftir tilmæli frá Miðlastuðuls
nevndini tekur landsstýrismaðurin
endaliga avgerð innan fyrisitingina.
Útrokningargrundarlagið
§ 8. Stuðul sbrt. hesi lóg verður rokn
aður í mun til játtanina til endamálið
á fíggjarlógini og tær samlaðu árligu
útreiðslurnar sbrt. § 1, stk. 2 og 3.
Nevndu útreiðslur verða gjørdar
upp við støði í áteknaða roknskap
inum
undanfarna
roknskaparár.
Landsstýrismaðurin ásetir, hvussu
samlaða játtanini til endamálið á
fíggjarlógini verður býtt millum
ávikavist útbreiðslustuðul til blaðút
bering, útbreiðslustuðul til sendinet
umframt redaksjónsstuðul.
Roknskapur og eftirlit
§ 9. Stuðulsmóttakari skal í sambandi
við umsóknina lata inn roknskap við
átekning frá grannskoðara fyri skjal
prógvaðar útreiðslur sbrt. hesi lóg
fyri undanfarna roknskaparár.
Stk. 2. Stuðulsumsøkjari skal upp
lýsa um øll viðurskifti, sum kunnu
elva til, at stuðulsgrundarlagið verður
lækkað.
Stk. 3. Mentamálaráðið kann
krevja stuðulsgrundarlagið nágreini
ligari lýst og krevja innlit í skjøl hes
um viðvíkjandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann
krevja stuðul heilt ella lutvíst rindað
an aftur, um fjølmiðil í sambandi við
umsókn sína hevur givið skeivar ella
villleiðandi upplýsingar, ella fjølmiðil
í sama sambandi hevur tagt burtur
týðandi upplýsingar, ella fjølmiðil
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi
dagin eftir, at hon er kunngjørd, og
hevur virknað frá 1. januar 2015 fyri
útreiðslur í 2014.
um
Og tí kann málið
síggjast øðrvísi.
– Um man vil sleppa undan
smagsdómarum, sum skulu
avgera hvør fær stuðul og
ikki, og ov tøttum sambandi
millum politikarar og miðlar,
so kann man eisini halda
um verandi uppskot, og so
leiðis hava onkran stuðul
til miðlarnar, inntil funnið
verður útav hvussu ein slík
stuðulsskipan fungerar best,
vísur Øssur á.
Lýsingar og
spøl úr KVF
"Sendingin er stuðla av". Hes
in setningur verður mangan
sagdur í útvarpinum hjá
Kringvarpinum.
Eisini
hoyra og síggja vit hvønn
dag lýsingar í útvarpi og
sjónvarpi, hóast KVF er
fastur inventarur á fíggj
arlógini, og er okkara Pub
lic Service stovnur. Og júst
tað, at okkara public service
stovnur fær fígging á fíggj
arlógini og umvegis lýsing
arinntøkur, er í sær sjálvum
ein andsøgn.
– Stendur tað til mín, so
taka vit allar lýsingar og spøl
burtur úr Kringvarpinum,
sigur Øssur Winthereig.
Hann vísur tó á, at í sjón
varpinum er støðan ein
onnur, tí KVF hevur einasta
sjónvarpsmiðil í landinum,
og sostatt er hesin miðla
pallur ikki í kapping við
aðrar miðlar. Eisini er eyð
sæð, at vit hava eina spírandi
filmsvinnu í Føroyum, og
tey, sum fáast við sjónvarps
lýsingar, hava ongan annan
pall at vísa sínar lýsingar.
Men verri er við útvarpinum.
– At útvarpið skal hava
sponsoreraðar
sendingar,
vinningar, sum tey hava
fingið ella lýsingar, tað gevur
onga meining, sigur Øssur
Winthereig.
Eftir hansara tykki er
tað tí umráðandi, at eitt
uppskot
um
stuðul
til
privatu miðlarnar kemur
í sama viðfangi sum eitt
lógaruppskot, sum bannar
lýsingarinntøku í útvarpin
um.
– Tú kanst gott siga, at
tað er uppgávan hjá tí al
menna at tryggja sterkar
miðlar. Men tað gevur ikki
meining at gera eina stuð
ulsskipan til privatar miðl
ar, samstundis sum vit hava
eina stuðulsskipan til Kring
varpið umvegis teirra rætti
at selja lýsingar. So hesi
viðurskiftini eiga at fylgjast
at, heldur Øssur Winthereig.
barbara@sosialurin.fo