Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin var ein maður dømdur í Føroya rætti fyri millum annað at hava tikið myndir av nevningum í rættarsalinum og at hava verið einum vitni í einum rættarmáli til stóran ampa VITNI OG NEVNINGA RÆTTARMÁL Danjal av Rana Eingin skal óttast, at kunna koma illa fyri av at hava ver­ið nevningur ella vitni í ein­um rættarmáli í Føroya rætti. Tí reisti ákæruvaldið ákæru móti einum manni fyri at hava tikið ljóð upp og myndir í rættinum undir sonevnda Pidda-málinum. Eisini varð maðurin ákærdur fyri at hava verið einum vitni í sama máli til stóran ampa, eftir at við­komandi hevði vitnað. Mað­urin var harumframt eisini ákærdur fyri fleiri brot á vápna­lógina og fyri brot á ferðslu­lógina. Málið er heldur marg­ hátt­ligt á tann hátt, at tað hevur verið fyri í Føroya rætti fyrr og tikið til dóms, men tíverri gjørdist dómarin óarbeiðsførur, áðrenn dóm­ urin varð sagdur og stað­ festur. Tí mátti alt málið gjøg­num rættarskipanina eina ferð enn, við øðrum dóm­ara. Upptøkur í rættinum Maðurin var ákærdur fyri at hava gjørt upptøkur í rætt­ arhølinum. Hetta er ólógligt, skilti greiða frá hesum í bygn­inginum, umframt at dóm­arin altíð kunnar áhoyr­ arar og onnur um hetta, um mál eru, sum hava serligan almennan áhuga. Soleiðis var eisini und­ir rættarsakini móti mann­in­ um, sum var ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi. Á hvørjum rættarfundi var upplýst fyri áhoyrarum, at tað var forboðið at gera upptøkur ella taka myndir undir rættarfundinum, men hóast hetta, er maðurin nú dømdur sekur í fleiri ferð­ir og á fleiri fundum at hava tikið bæði ljóð og myndir upp. Maðurin hevur tikið myndir av nevningum, dómarum, verjum, ákærum og tí nú dømda manninum. Maðurin hevði eisini sent myndirnar til ein føroyskan miðil, og ákærin vildi vera við, at hetta var gjørt við tí fyri eyga at fáa myndirnar almannakunngjørdar. Ákærin vísti á, at rættar­ lógin verjir nevningar og onnur í einum rættarmáli, og at tað ikki er loyvt at al­ mannakunngera, hvørjir eru nevningar í einu máli. Hon legði eisini dent á, at tá myndirnar vera sendar, missir ein tamarhald á, hvat myndirnar vera nýttar til, og tað metti hon vera sera óheppið, serliga tá hugsað verður um, hvønn miðil, myn­d­irnar vóru sendar til. Hesin miðilin hevur ferð eftir ferð verið í hóslag við rættin, minti ákærin dómaran á. Verjin hjá manninum meinti, at tað hevði verið órími­ligt at døma mannin fyri at taka nakrar myndir á einum almennum fundi. Hann vísti á, at hóast hetta ikki er loyvt, so er tað eingin stór brotsgerð, og eingin hev­ ur fingið skaða av gerðini. Verjin vísti eisini á, at Kring­ varp Føroya eisini vísti mynd­i­r frá rættarfundinum, men at stovnurin einans fekk eina munnliga átalu fyri sítt lóga­r­brot. Rættarfundir í Før­oy­um eru almennir, og tí kunnu øll koma oman í rættarhøli og síggja, hvørjir nevningarnir eru, segði verjin. Hann metti, at forboðið móti mynda­ tøku fyrst og fremst er gald­ andi fyri tey, ið hava verið fyri brotsgerðum og teirra avvarðandi, ikki fyri nevn­ ingar, sum gera eina al­menna tænastu. Plágað vitni Maðurin varð eisini dømdur fyri at hava verið einum vitni í drápsmálinum til stóran ampa eftir rættarmálið. Í fleiri telefonsamrøðum hev­ur maðurin lagt ein mann, sum var nýttur sum ser­kunnugt vitni í rættar­ málinum, undir at hava gjørt nakað revsivert, við ikki at hava greitt frá sannleikanum í drápsmálinum. Tann dømdi maðurin ákærdi vitni fyri at hava sagt ósannindi í rætt­ inum, eins og at hann ikki hevði sagt rættinum allan sannleikan. Ákærin vildi hava mannin dømdan fyri hetta, við atliti at almenninginum. Linda Margrethe Hesselberg vísti á, at tað var týdningarmikið fyri fólk at vita, at tey trygt kunnu vera vitni í einum rættarmáli, uttan at óttast at verða plágað aftan á, fyri okkurt tey hava borið fram í rættinum. Linda Margrethe Hessel­ berg segði, at tað var órími­ ligt, at vitni skulu soleiðis vera fyri ónáðum av einum, ið heldur, at vitni skuldi sagt okkurt annað í rættinum. Í hesum málinum hevði dømdi maðurin millum ann­ að sagt, at vitni kundi vænta sær minst seks ára fongsuls­ revsing fyri at hava sagt Ein maður var í Føroya rætti dømdur fyri at hava verið einum vitni í Pidda-málinum til stóran ampa eftir rættarmálið