mánadagur 9. november 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
AR MUGU VERJAST
Tey umboða eisini Føroyar í skandinavisku
finaluni, sum verður um tríggjar vikur
Argjaunglingar vunnu
First Lego League
Leygardagin hittust børn
og ung úr øllum Føroyum í
høvuðssætinum hjá Føroya
Tele í Klingruni í Hoyvík
undir miklum herrópum og
við nógvum áskoðarum.
Tey bóru fram hópin
av góðum hugskotum fyri
dómarum og kappaðust um
robottar, tøkni gransking,
marknaðarføring og sam
starv.
Rigmor Dam, landsstýris
kvinna í mentamálum, setti
stevnuna. Kappingin í ár
hevur heitið Trash Trek og
snýr seg um rusk. Samfeløg
um allan heim hava stór
ar trupulleikar av ruski, og
hetta tykist bara at versna.
Tað er alneyðugt, at vit ger
ast tilvitað um henda um
hvørvisvandan
og
finna
alskyns loysnir á rusktrupul
leikum. Henda stóra spurn
ing høvdu børnini í FIRST
LEGO League sett sær fyri
at hyggja nærri eftir.
Føroyameistarar í First
Lego League 2015 gjørdust
Legoholics frá Skúlanum av
Argjahamri. Ungu dreingir
nir og genturnar av Argjum
eru dugnalig til bæði tøkni
og gransking og hava skarað
burturúr í áravís, nú tey
vunnu føroyameistaraheitið
fyri triðju ferð. Tey hava
luttikið í evropisku leikum í
Spania og vunnu steyp.
Í ár hava tey góðar møgu
leikar at gera seg galdandi,
tá tey umboða Føroyar í
skandinavisku finaluni í Mo
i Rana í Noregi tann 28. no
vember.
– Tað var spennandi at
síggja, at hóast fleiri av lið
unum í ár vóru við fyri fyrstu
ferð, kláraðu tey seg væl bæði
í gransking, tøkni, samstarvi
og marknaðarføring. Team
Lego frá Sands skúla fram
førdi sjónleik á pallinum og
við góðu hugskotum sínum
vunnu tey steyp í bæði
gransking
og
samstarvi,
skrivar First Lego League í
tíðindaskrivi.
Tey skriva eisini, at unga
liðið,
Lego
Kingdom,
úr
Runavíkar skúla tók øll á bóli
við at koma í finaluna móti
Legoholics í robottkoyring.
Tey
fingu
steyp
fyri
framferð og aðru virðisløn í
robottkappingini.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn, handaði steyp
til allar vinnararnar.
Kappingin varð stroymað
allan dagin á ustream, og
fleiri hundrað fólk fylgdu
á henda hátt við First Lego
League í Hoyvík.
RÆTTARMÁL
KAPPING
ósatt í rættinum.
Verjin
hjá
manninum
meinti, at júst hetta málið var
fallið fyri fyrningarfreistini
sambært revsilógini, men
at ákærin hevði broytt or
søkina fyri ákæruna til at
vera fyri at verja vitni, so
at ákæran kann fevnast av
rættarlógini, har eingin fyrn
ingarfreist er. Verjin vildi
vera við, at ákærdi maðurin,
eins og øll onnur, hevur talu
frælsi, hóast samskifti mill
um ákærda og vitnið kanska
gjørdist ið so heitt til tíðir.
Maðurin varð at enda
dømdur fyri at hava gjørt
vitninum ónáðir, men frí
kendur fyri hóttanir móti
vitninum.
Vápn til sjálvverju
Maðurin er eisini ákærdur
fyri fleiri brot á vápnalógina,
bæði viðvíkjandi innflutn
ingi av vápnum og vápna
lutum og fyri at hava vápn og
lutir til vápn liggjandi heima,
uttan neyðugu loyvini.
Fleiri ferðir hevur toll
valdið
steðga
pakkum,
sum maðurin skuldi hava,
umframt
at
løgreglan
hevur
funnið
vápn
og
vápnalutir
undir
fleiri
húsarannsóknum. Talan er
um fimm revolvarar, tvær
riflur, eina asins rúgvu av
patrónum og kúlum, um
framt alskyns lutir, sum
kundu setast saman til full-
virkin skotvápn.
Verjin vildi vera við, at
talan í høvuðsheitum var
um antikk vápn, ið skuldu
upp á veggin at hanga sum
pynt, og at tey ikki kundu
nýtast at skjóta við. Annars
vildi ákærdi vera við, at hann
hevði vápnaloyvi til riflu,
men at hetta loyvi var frá
tíðini, áðrenn nýggja vápna-
lógin kom í gildi. Tí var loyvi
ikki bundið at eini ávísari
riflu, men segði einans, at
hann hevði loyvi at hava
riflu.
Viðvíkjandi teimum vápn
unum, sum vóru fullvirkin,
segði ákærdi, at tey vóru til
sjálvverju, tí at hann fleiri
ferðir hevði verið útsettur
fyri morðroyndum.
Ákærin vildi vera við, at
vápnaloyvið, sum verjin legði
fram í rættinum, var falskað.
Eisini var hon sannførd um,
at ætlanin var at seta vápna
lutirnar saman til fullvirkin
vápn. Orsøkin til, at vápnini
vóru innflutt í lutum var, at
flutningsfelagið ikki vildi
senda vápnini í heilum líki.
Hon vísti eisini á, at um
maðurin skuldi nýta vápnini
til sjálvverju, máttu tey sjálv
andi vera fullvirkin, um tey
skuldu gera sína tænastu.
Maðurin
fekk
tríggjar
mánaðir treytaða fongsuls
revsing, við eini royndartíð
í eitt ár. Harumframt leggur
løgreglan hald á vápnini og
vápnalutirnar, og maðurin
skal eisini gjalda sakarmáls
kostnaðin.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Maðurin innflutti vápnalutir, sum hann
skuldi seta saman til fullvirkin vápn.
Um FIRST Lego League
• Kunnleikakapping fyri børn og
ung í aldrinum 9 til 16 ár
• Kappingarnar hava verið hildnar í
Skandinavia síðan 2000
• Føroyar hava luttikið í kappingunum síðan 2005
• Endamálið við kappingini er at stimbra hugin
hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni
og støddfrøði og vekja áhuga teirra at
gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.
• Heimasíða hjá FIRST Lego League
Scandinavia: www.hjernekraft.org
• First Lego League Føroyar
- Lis Mortensen, verkætlanarleiðari,
Lis.Mortensen@jardfeingi.fo.
- Kurt Madsen, kurt.madsen@skulin.fo
- Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo
- Jón Svein Heinesen, jonsvein@kvf.fo