mánadagur 9. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggja samgongan skal loysa fleiri stórmál áðrenn javnvág fæst á fíggjarlógini fyri 2016
politikkur
Mánadagin verður broyt
ingaruppskotið til nýggju
fíggjarlógina fyri 2016 borin
fíggjarnevndini í Løgtingin
um.
Um vikuskiftið og hesa
vikuna verða fyrst og fremst
samgongufólk kunnað um
tær broytingar, sum lands
stýrið kemur við, men vænt
andi fær almenningurin eis
ini nakað at vita í dag ella í
morgin.
Samgongan hevur risa
stór mál, sum skulu loys
ast, skal tað eydnast henni
at fáa javnvág á fíggjar
lógini og at halda ein part
av vallyftunum, sum sam
gonguflokkarnir komu við
undan løgtingsvalinum 1.
september.
Samgongan hevur sagt,
at lág- og meðalinntøkurnar
fáa ein skattalætta longu 1.
januar. Hetta verður helst
einasta broytingin í sjálv
um
inntøkuskattinum,
tí
samgongan
hevur
eisini
sagt, at tey sum fingu gagn
av flatskattinum ikki skulu
óttast fyri at teirra skattur
hækkar.
Við
framskrivingunum
í fíggjarlógaruppskotinum,
sum var lagt fyri tingið 30.
september var eitt hall uppá
140 milljónir krónur, men
tá vóru ikki vanligar lønar
hækkingar tiknar við.
Verður hetta hildið saman
við lovaða skattalættanum,
so gevur fíggjarlógin eitt
hall nærindis 400 milljónum
krónum.
Hesin peningurin skal
so finnast onkra aðrastaðni
– annaðhvørt við hægri
inntøkum ella við sparing
um, skal fíggjarlógin hava
javnvág millum inntøkur og
útreiðslur.
Tilfeingisgjøldini
Hjá teimum báðum størru
samgonguflokkunum, Javn
aðarflokkinum og Tjóðveldi,
hevur tað alla tíðina ligið
í luftini, at vinnan skal
gjalda meira. Serliga verður
hugsað um fiskivinnuna og
alivinnuna, sum eru tilfeing
isvinnur.
Vinnan bíðar spent eftir,
hvat fer at henda, tí í fyrstu
atløgu verður ikki talan um
at skipa fiskivinnuna av
nýggjum.
Í fyrstu atløgu snýr tað
seg um at fáa pening í lands
kassan og áleggja vinnuni
eitt hægri gjald.
Ætlanin er at gera broyt
ingar í fiskivinnuni at koma
í gildi 1. januar 2018, men enn
er nevndin, sum skal fyri
reika
broytingarnar,
ikki
sett.
Tað vil siga, at við einari
fíggjarlóg, sum fer at virka
1. januar 2016 skulu inntøkur
og sparingar gerast við gald
andi lóg um vinnuligan fiski
skap.
Gitast kann, at talan verð
ur um at leggja hægri gjøld á
– fyrst og fremst uppsjóvar
fiskin, men eisini annan fisk
og møguliga á alivinnuna.
Svongu børnini
Fyrsta málið, sum samgong
an er komin í rasshaft av, er
málið um at veita børnum
hjá fíggjarliga hart sperdum
familjum ein fíggjarligan
stuðul.
Teir flokkar, sum manna
samgonguna nú, løgdu í
mai eitt uppskot fram, sum
skuldi loysa hendan trup
ulleikan, tí hann var sera
átroðkandi.
Málið fall.
Síðani
eru
flokkarnir
komnir í samgongu, men
enn hevur tað ikki eydnast
at finna eina loysn, so hesin
styrkur verður veittur.
Landsstýriskvinnan í al
mannamálum hevur boðað
frá, at sjálv lógin um hendan
styrk ikki fær virknað í ár.
Stór mál at loysa áðrenn fíggjarlógin kann fara at virka
Fólk hava undrast á, hvussu
friðarligt tað hevur verið á
politiska vígvøllinum síðani
valið 1. september, og síðani
samgongan varð skipað um
hálvan september.
Men tveir mánaðir skulu
til í minsta lagi, tá ið ein full
komuliga nýggj samgonga
tekur við valdinum eftir eitt
val og serliga tá ið fyrsta ar
beiðsuppgávan er at gera
nýggja fíggjarlóg fyri kom
andi ár.
Í næstu viku kemur broyt
ingin fram til tað framskriv
aða
fíggjarlógaruppskot,
sum var lagt fram seinast í
september. Tað uppskotið
var ein framskriving av tí
fíggjarlóg, sum er galdandi
fyri 2015, men har vóru ongar
politiskar broytingar gjørdar
í.
Fíggjarlógin er í veru
leikanum tað, sum almennir
myndugleikar hava at stýra
eftir. Ongar útreiðslur og
ongar inntøkur hjá lands
kassanum kunnu gjaldast
um tað ikki stendur á fíggj
arlógini – ella í serligum føri
á eini eykajáttanarlóg.
Nú hevur samgongan so
arbeitt við einum broyting
aruppskoti, sum skal vera
grundarlag undir rakstrinum
av Føroyum í 2016.
Landsstýrið hevur hig
artil hildið kortini sera tætt
at kroppinum og hevur ikki
viljað sagt, hvat innihaldið er
í fíggjarlógini.
Hetta ber sjálvandi til í
eina tíð, meðan semja verður
fingin í lag um, hvussu hetta
skal gerast millum sam
gonguleiðararnar.
Men
parlamentariska
grundarlagið undir lands
stýrinum – sjálv samgongan
– skal sjálvandi góðtaka
uppskotið, tí landsstýrið fær
onki gjøgnum tingið sjálvt.
Tingbólkarnir hjá teimum
trimum
samgonguflokk
unum mugu taka undir við
uppskotinum, skal tað gerast
veruleiki.
Tí hava flokkarnir nú lat
ið tingbólkunum vitan um,
hvørjar broytingar samgong
an vil hava framdar í fíggjar
lógini fyri 2016.
Fyrsta framskrivingin og
skattalættin til lág- og með
allønt vísa eitt hall á fíggj
arlógini uppá á leið 400 millj
ónir krónur.
Hetta hall skal burtur, tí
flokkarnir, sum nú manna
samgonguna hava sagt, at
hallið skal burtur í 2016.
Tað segði gamla samgong
an, og tann samgongan, sum
tók við eftir valið, hevur als
ikki slept málinum um at
sleppa av við hallið á fíggjar
lógini í 2016.
Útmelding í dag
Vikuskiftið er brúkt til at
kunna tingfólk um, hvat ætl
anin er við broytingarupp
skotinum til fíggjarlógina
og hvussu samgongan ætlar
at stýra Føroyum gjøgnum
2016.
Men sjálvt um tingfókini
nú so smátt eru kunnað, so er
avtala gjørd um, at hvør ting
limur ikki fer út í sínum lagi
enn við, hvørjar broytingar
henda á fíggjarlógini.
Hinvegin hava tingfólk
mælt landsstýrisfólkunum
til at byrja at kunna um,
hvørjar broytingar standa
fremstar.
Tí samstundis sum fíggj
arlógin verður tilrættað til
komandi ár, so er eisini neyð
ugt at broyta og gera nýggjar
fylgilógir, so samsvar verður
millum fíggjarlógina og tær
lógir, sum eru karmar um lív
ið í samfelagnum.
Tí koma væntandi tey
fyrstu útspølini um broyt
ingarnar frá samgonguni í
dag ella í morgin.
Meðani tað hevur verið ómetaliga friðarligt á politiska vígvøllinum
síðani valið, so kemur gongd á politiska arbeiðið nú
Nú kemur útspælið
frá nýggju samgonguni
Flokkarnir lata nú tingbólkunum vitan um,
hvørjar broytingar samgongan vil hava
framdar í fíggjarlógini fyri 2016