Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tiltakið, sum hevði stór­an áhuga millum seyða­eig­ar­ ar og onnur, varð hild­ið í vestara fiska­virk­is­bygn­ing­ in­um á havnalagnum. Tór Karlonsson Win­ther, sum var ein av fyri­reik­ar­un­ um, sigur, at 74 seyðir vóru við í kappingini um virð­is­ løn­ir­nar.­ – Lagið á fólki var gott, og eg haldi, at tey vóru væl nøgd við tiltakið. Høvdarhagi bestur Tór Karlonsson Winther sig­ ur, at besti hagi varð kosin at vera Høvdarhagi Heimari Part­ur í Skopun. Á øðrum plássi kom Eystursíða Húsa­ vík, og á triðja plássi Heim­ asti Hagi Niðan Skálavík. Bestu veðrar Besta heimaseyð hevði Schønn­ing Hentze, og Jóan Pet­ur Kjærbo fór avstað við aðru og triðju virðisløn fyri besta heimaseyð. – Besta veturgamla veðr­ in hevði Markus Clem­ent­ sen, sigur Tór Karlonsson Winth­er. Leygardagin var seyðasýning á Sandi, har bestu hagar og veðrar í oynni fingu virðislønir 74 veðrar í kapping um virðislønir Ársins sandoyingur: Sunleif Rasmussen, tónaskald, er valdur av Lions Tindur til Ársins sandoying. Hann fær heiðurin fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði, serliga innan klassiska tónleikin. Heiðurin varð latin á stórari veitslu hjá Tindi á Keldu í Skálavík leygardagin. – Eg hevði hug at royna okkurt nýtt, sigur maðurin úr Bangladesh Vilmund Jacobsen Sadiqull Patawary, róptur Robin, sum er ættaður úr Bangladesh og giftur í Klaks­vík, hevur keypt Café 44 í Saltangará og kallar nú mat­arstaðið MC Café & Grill og barrina, sum er í ov­ aru hæddini, MC Bar. Tað eru 13 ár síðan, at Rob­in av fyrstan tíð kom til Før­oya, og tað var, meðan hann las í London, at hann hitti føroysku konu sína. Robin hevur í nøkur ár havt eina lítla grillbarr á bryggj­uni í Klaksvík, og nú hann hevur keypt hølini og mat­ar­staðið í Saltangará, hev­ur hann leigað grill­barr­ ina í Klaksvík út til ein ann­ an. – Eg hevði hug at royna okk­urt nýtt, og nú havi eg keypt bæði matarstað, barr og bygningin í Saltangará og fari at leggja alla orku í hetta virk­semi, sigur Sadiqull Pata­ wary. Landsverk hevur sett upp vevkamera norðanfyri Hvalbiartunnilin, so til ber at síggja koyrilíkindini 74 seyðir vóru við í kappingini á Sandi leygardagin um virðislønir fyri bestu hagar og bestu veðrar Útle­nd­ing­ar læra ókeypis um Føroyar Eysturkommuna bjóðar nú útlendingum, búsitandi í kommununi, ókeypis skeið, har tey kunnu læra um føroyska samfelagið - og at skilja samfelagið betri. Skeiðini, sum eru seks í tali, eru ætlað útlendingum, sum eru flutt í kommununa úr útlondum. Evnini fevna um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur. Skeiðini verða hildin í Leirvíkar skúla, og lagt verður fyri longu leygardagin, 14. november. Skeiðundirvísarar eru Rúni og Tórhild Bjarkhamar. vilmund@sosialurin.fo Sadiqull Patawary, róptur Robin, er ættaður úr Bangladesh og giftur í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Robin eigur nú Café 44