mánadagur 9. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Flótti mín flótti.
Mín
prinsippiella
støða er, at tað
skulu vera so fáar
forðingar gjørligt,
tá tað kemur til
fólkaflutning. Eisini
hann
um
landa
mørk, tað veri seg innflytarar ella
flóttafólk, ávikavist menniskju, ið
søkja nakað so universalt sum ein
betri lut og frælsi, og menniskju,
ið flýggja undan pínu, deyða og
persónligum yvirgangi. Sum regul
islamiskum harðræði. Undan Islam.
Ja, eins væl og pengaflutning,
vøruflutning og tænastuflutning.
Allan flutning. Eisini hann, ið eigur
at vera lógligur. Alt frítt, einki
“men”. Annars missur tú prinsippið.
Annars ongin liberalisma, libertian
isma og hvat alt hatta nú einaferð
eitur.
Tað sagt, eg sýti fyri at stuðla
hasi hyper-moralismuni, hasi sym
patiserandi frásøguni hjá kultu
rella right-on klassanum, ið nú
gagnnýtir stakkalafólkini í Sýria
til tess at vísa, hvussu himmalska
háborin tey eru. Hetta miðlaskapta
drama nú fullfíggjað við ódámlig
um myndum av deyðum børnum
og óvanliga ótespiligum saman
beringum við Holocaust.
“Hvussu kunnu vit hjálpa?”-
riðilin og modernaði vinstrivong
urin í heila tikið við sínum blá
oygdu musikarum og “vit eru
so
pro-flóttafólk”-erkleringum
bara staðfesti, at tað, sum burdi
kulminerað í eini demokratiskari
diskussión um flóttafólkakreppur
og flóttafólk, varð reduserað til enn
ein sýnisglugga fyri tey mentanar
liga kulu at vísa okkum deyðiligu,
hvussu góð og samvitskusom tey
eru.
Tak hatta deyða sýriska barnið,
3 ára gamli Aylan! Tá fyrst tann
innari Bob Geldof kom í føroyska
tónleikaran, og helst hann við
nydeligum langskeggi og trendy
hárstíli, bleiv Aylan “deildur” á face
book í sama tempo sum Sjómans
kvinnuringurin deilir uppskriftir.
“Hevur tú sæð handa deyða sýr
iska smádrongin? Hygg at honum,
er tað ikki synd, er tað ikki bara so
synd; er hetta ikki bara tann mest
syrgiliga myndin ever, ha? Góða deil
tað, vís tað fyri øllum tínum vinum
á facebook, serliga konufólka-kjak
arum, vís tað allastaðni, vís tað so
longi, at eisini tey blíva ordiliga
kedd og fáa hug at opna sítt heim
fyri Ahmed og Amiru, fyri øllum, tí
vit mugu gera okkurt. Hey, skulu
vit ikki skipa fyri tiltaki; ella hvat
við at syngja fyri teimum, hvat við
einari konsert, hvat við at spyrja
Reinsarí-Boga?”
Nú er tað so, at vit so ella so øll
kenna til porno, ella definitiónina
av porno. Og vit kenna eisini øll,
ja, skulu vit ikki bara siga “avbjóð
ingina”, ið er seksual-porno á inter
netinum. Men har er eitt munandi
meiri trølsligt slag av porno:
moralskt kensluporno. Og onki
lýsir betur hetta slag av porno enn
nettupp handa deyðsmyndin av
Aylan og 5 ára gamla beiggjanum,
Galip – druknaðir í síni flóttaroynd
úr Sýria.
Problemið
við
deyðamans-
porno er, at tað fungerar sum
ein konkret og beinleiðis óhjálp
til hesi stakkaladýr. Tað verður
sligið upp sum “ein roynd at gera
okkum øll meiri uppmerksom um
flóttafólkastandin í verðini, at vísa
toleransu og solidaritet”, men er,
tá av tornar, desainað at hindra
einum seriøsum kjaki um flyting og
fólkaferðingar í 21. øld, eitt óvanliga
samansett mál, og kveikja eina
afturkenniliga sjálvnøgd millum
hasi, ið “føla”.
Tað, hesir sjálvgóðu útvegarir
av kensluporno eginliga meina
við, er hetta: “Lat okkum gera tey
óvitandi meiri vitandi, meiri følin,
meiri verulig, global og samkenslu
lig og minni harðhjartað; lat okkum
fáa tann arbeiðandi hvíta arbeiðs
klassan, pøbilin, og hampaborgaran
annars á høgravonginum, ið øll
halda seg vera anstendig fólk, men
faktiskt eru rasistar, í besta føri
xenofobar, at síggja, hvør vit eru,
hvussu góð vit eru, og so fáa tey
kanska hug at verða sum vit... góð.”
Misskil meg ei. Eg haldi eisini,
at tað er synd í flóttafólki. Eg fari
bara ikki við teimum sum nøkur
ynkelig subjekt tørv á hjálp frá tí
Alvaldandi, tí eftiransandi Móðir
Evropa. Eg haldi tað vera skeivt at
fara við fólki, sum hava hug at flyta,
sum kenna seg noydd at flýggja
ella hava tikið avgerð at rýma, sum
barnslig offur, hjálparleys og brúk
fyri at verða bjargað av rættlátum
fb-mammum við ov nógvari teldu
frítíð.
Ókey, um partar av ekstrema
høgravonginum onkuntíð ómenn
iskjaliggera flóttafólk og fara við
teimum sum ein skapleys hóttan, tá
hava tey á vinstravonginum, hasi,
ið posera sum flóttafólkavinir, áh!,
so sanniliga eisini onkuntíð ómenn
iskjaliggjørt hesi fólk – tað hava vit
sæð henda seinasta mánaðin ella so,
ein heilt forbannað stórur klumpur
av teimum faktiskt. Tú kanst siga,
at har ekstremi høgravongurin
kriminaliserar
“útlendingar”,
barnsligger vinstrivongurin teir.
Eg haldi eisini, at handa yvir
deilda myndin av deyðu beiggjun
um er óhugalig. Men at tað loypir
hvøkk á fólk, at fólk doyggja í
royndini at koma inn í Evropa, er
líkaleiðis óhugaligt. Túsundtals
fólk, bert sum vit vita um, hava
latið lív. Túsundtals, bara tey síðstu
árini.
Og tað er uppaftur meiri óhuga
ligt, at vælbjargað fólk draga sær
gagn úr ólukkum úti í heimi at
profilera seg og samlynt. Og upp
aftur meiri óhugaligt aftur, tá tey
gera hetta við at syndra samfelagið,
við at flokka hugburðin hjá teim
um, sum eru sindur skeptisk í
mun til “fremmandafólk”, serliga
muslimar, sum “fremmandaótti”.
Tá ert tú farin frá “at hjálpa øðrum”
til “at reklamera fyri tær sjálvum”.
At rudda forsíður fyri deyðum
ella
hungursgeylandi
børnum
er blivið kulturur seinnu árini í
Vesturheiminum. Í 80unum høvdu
vit
hasar
famøsu
myndirnar
av hungurstungnum børnum í
Etiopia, meðan tað seinnu árini
er blivið superpopulert millum
tey ælabogaprofilerandi at “deila”
myndir av deyðum børnum eftir
ísraelskt álop á Gasageiran. Hasin
keddi, svangi ella deyði óvitin er
tí endaður sum ein avloysari fyri
sakligari greining og sinniligari
umrøðu.
Stórpolitiskt
kensluporno
ger ongum nakran beina, tí tað
snarar fyri øllum meiningsfullum
kjaki. “Ná, so tú heldur ikki tað
sama sum vit, sum vit øll her; so
tú heldur ikki, at Ísrael er ónt;
ókey, meðni, men hygg so her...
eg segði HYGG, hygg at myndini
her, hygg at hesum sundurblásta
palestinska barninum!” Men hetta
er bílig moralisma. Kenslusemi
substituerað við hugsanarsemi.
Heldur enn at vísa druknað
vaksin, velja avísirnar at fokusera
uppá Aylansa skroypiliga kropp. Og
heldur enn at koma við analytisk
um meiningum, velja tey moralskt
sjálvtilnevndu at deila hesar sam
kensluelvandi sjokk-myndir og so
leiðis, uttan íhald, flagga sína góð
vild.
Hetta, at stilla inn á børn í
vanlukkuøkjum, handlar um at
fáa vesturlendingar, serliga tey
»Hvussu kunnu vit hjálpa?« snýr seg
ikki um samkenslu, men sjálvkærleika
Tað er skeivt at fara við flóttafólki sum barnslig offur, nøkur ynkelig subjekt, hjálparleys
og brúk fyri at verða bjargað av rættlátum fb-mammum við ov nógvari frítíð
KJAK