Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 KJAK “kulturelt” opinskáraðu, at føla seg væl. At vísa børn í svárari kreppu handlar um at fáa tey vælbjargaðu í verðini at leingjast eftir at verja tey og syrgja fyri teimum, taka sær av teimum. Tað er faktiskt vetið merkiligt, tí samtíðis sum vit blíva rørd av einari mynd av einum sorgarbundnum barni, elska vit hana eisini, tí hon kann vekja kenslur í vælgerandi vesturlendinginum. Kenslur, iva­ leyst, ið fær hann at føla seg góðan og moralistiskan. Fjølmiðlarnir hava sín heilt stóra leiklut. Einki nýtt í tí—tak bara Lgbt-leflandi Kvf og teirra demonisering av teimum, ið vita ella ditta sær at siga, hvat hjúna­ bandið er fyri ein stødd! Men her, tá vit tosa flóttar, tosa vit persónligar tragediir, oftani óafturtakandi mannalagnur. Eisini barnalagnur. Og ikki bara avtøkuna av eini sam­ felagsbyggjandi institutión. Og at konstruera, at leikstjórna eitt menniskjasligt melodrama, er ikki bara óheppið, men ljótt. Avísir kleiggja ein sýriskan smádrong, deyður, men søtur, á teirra forsíðu. Tó, her er einki afturíhald. Tí saman við altyvirfølandi nýsosialistum tora redaktiónirnar enntá at reka fram­undir, at tað, vit uppliva í dag, sýrisk flóttafólk havnað á mark­ inum til Eysturevropa, “legur” og annað bu-hu, eigur at geva okkum assosiatiónir til hasar Holocaust- líknandi hugmyndirnar frá Eystur­ týsklandi, tá sjálvur Hitler ráddi fyri borgum. Hetta er ikki bara anti- intellektuelt, men falskt og ullint sum inn í helviti. So tá ein marknavørður á eyst­ ur­evropeiska markinum so kur­ teis­liga syftir eitt flótta­fólk á eitt lokomotiv, ja, tá er bara at fyri­reika seg uppá eina flóð­aldu av følilsis­ drama frá minnilutasmikrandi vinstravonginum, um hvussu vit nú endurtaka søguna, tá “jødar máttu flýggja undan týskum nasist­um”. Tey ultra-góðu, oftani amatør- tónleikarsr, heita á Landið og fólk av góðum slag at skipa fyri einum serskildum, skulu vit ikki bara siga, serføroyskum “barnaflutningi”, so at sýrisk børn sleppa inn í stov­ urnar hjá frontfigurunum hjá Fram­sókn, song­fuglum og sjón­ varps­vertum, so tey kunnu “taka sær av teimum”... við eitt sindur av hjálp frá sínum vinum. Men, ikki tær at siga, hesar sam­an­beringar eru bæði søktar og ósømi­ligar. Sýriska flótta­fólka­ krepp­an er makaleys. Hon hevur líka lítið at gera við systematisku týningina av evropeiskum jød­um, sum hjúna­bandið hevur við kær­ leika og javnrættindi at gera. Tað sagt, tá tað kemur til at samskipa moralskar neyðlygnir til eitt moralskt ørkymlað Evropa, ja, so hevur tað víst seg, at faktiskur historikkur kann fabrikerast uttan nakað himpr... bert fyri at geva sjálvpromoverandi einstaklingum og bólkum í moralskum uppisetri hatta árliga kickið, ein kokkteylur av sjónligum moraliteti og sjálv­ nøgd. Slíkur sjálvkærleiki, at brúka alskyns pret at finna op og raka eymleikan í einum fólki, sum eina­ ferð dugdi at skyna á veruleika og persónligum veruleika, einum upp­ lýstum fólki, sjálvstøðugt hugsandi fólki, hevur bara vundið uppá seg við internetinum. Nú er ikki bara at stara og, í felagsskapi, fella tár av myndum so hjartanemandi, so hjartanemandi, av børnum í armóð, men at endur­ prenta, vísa av nýggjum ella “deila” just in case hini hava gloymt, hvussu følsamur og moralskt heil­ skapaður tú ert – “gloym gittarin, langa skeggið og sam­tíðar­hár­stíl, eg eri ein big softie, ein hipstari, ein konufólka-maður”. Bara tittulin, “Hvussu kunnu vit hjálpa?” – og við kraftigast denti á “vit” – er so himnarópandi narsissistiskur, at tað er líka so frægt, at húsið er útgjørt við fleiri vesi­kummum. Tí at vísa deyð børn er ikki ein eksistensiell dygd. At vísa og endurvísa eitt druknað barn er ikki bara kensludeyvt, men skeivt. Tað er at leggja líka í líðingarnar hjá øðrum. Miskunnarleyst og óneyð­ ugt. “Men hey!, vit fáa tað gott, og hatta eru bara flóttafólk... sýrisk flótta­fólk”. Og har kom rasismu­ kortið – ups! Flóttafólkakjakið í Føroyum hevur ikki verið so nógv eitt kjak, men ein skitin roynd hjá “Hvussu kunnu vit hjálpa?”-brigaduni at bera út um allar geilar, hvussu góð hon er. Eitt prógv um, enn eitt fúlt og ódemokratiskt prógv um, at tað instinktiva og lætta sleppur at vinna á djúphugsni og tí samansetta, á náðileysum toli. Eitt rák, serliga væl klemmað av Kvf, ið spanderar okkara pengar við at, ikki upplýsa, men kunngera og, seinnameiri, implementera sín­ar meiningar í Føroyar, henda látur­ liga miniature-útgáva av Danmark. Skulu vit “loysa” flótta­fólka­ kreppuna, hesa og tær komandi, tá er neyðugt við einum veruligum kjaki, einum skilabundnum kjaki. Ikki fólki dedikerað til bíligan moralitet og sjálvkærleika, ið hava úr at gera at kalla fólk, heilt vanlig fólk, bæði líkt og ólíkt, tí teirra meining ikki sampakkar við teirra egnu; men hvørs egna íkast eginliga begrensar seg til at flasha myndir av deyðum børnum og postulera: “Eg græt, tí eri eg góður.” TILTØK Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Mánakvøldið kl. 21 Bønarløta Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími v/ Jákupi Olsen, Gal. 5, 7 - 15 Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti Sunnukvøldið kl. 17.30 Bønarløta kl. 18. Møti. v/ Øssur Kjølbro, evni: Er bíblian sonn?                               Adventistakirkjan Mikukvøldið 11. november 2015 Kl. 19 Vit lesa Filippibrævið KFUM & KFUK í Havn Mánadagur  9. november kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Mariu Jørðdal Niclasen Mikudagur 11. november  kl. 19.00 í KFUM: Ten-sing venur. Hetta er fyri ungdómin. Hósdagur 12. november kl. 15.00  í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Hósdagur 12. november kl. 19.30  í KFUK: Vit gera klárt til basarin. Leygardagur 14. november kl. 15.00 í KFUK: Basarur, eydnuhjól, tombola, kondittarí. Mánadagur  16. november kl.15.00 í KFUK:  Seinnapartsamkoman við  David Johannesen. Mikudagur 18. november  kl. 19.00 í KFUM: Ten-sing venur. Hetta er fyri ungdómin. Hósdagur 19. november kl. 15.00  í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Mánadagur  23. november kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Bergur Debes Joensen. Evni: Martin Luther. Mikudagur  25. november kl. 19.00 í KFUM: Ten-sing kórið venur, hetta er fyri ung. Hósdagur  26. november kl. 19.30 í KFUK: Bíbiltími við Eyðgerð Abrahamsen. Ápostlasøgan kap. 12. Mánadagur 30. november kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Hildu Viderø. Evni: Arbeiði í Liberia, ebolasmittan. Katólska kirkjan Gerandisdag messa verður kl. 17.30 í Kerit. www.katolsk.fo Nazaret, Kaldbak Møtirøð í Nazaret við Zacharias Zachariassen, við heitinum “liva vit í síðstu døgum” Mikukvøldið 11. november kl. 20: Hitt profetiska orðið! Hvat er profeti? Uppfylt og óuppfylt profeti! Hóskvøldið 12. november kl. 20: Hvat er munurin millum Ísrael og samkomu Kristusar? Fríggjakvøldið 13. november kl. 20: Munurin millum dag Harrans og dag Jesus Krists. Sunnudag kl. 11: minnismáltíð Harrans Sunnudag kl. 12.30: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið 15. november kl. 18: Afturkoma Kristusar, burturrykkingin. Missiónshúsið í Kollafirði Týsdagur 10. novembur Bønarmøti kl. 19:30 Bíbiltími kl. 20:00 v/ Liljan Midjord Veri hjartaliga vælkomin Lívsins Orð, Runavík Týskvøldið kl.19,30 Bønarmøti Mikukvøldið kl.20.00 Ungdómsmøti v/Tanju N.Jacobsen Sunnumorgun kl.10,30 Møti v/Kára Jacobsen Kl.11.00 Barnamøti - Profeti Øll hjartaliga vælkomin Missións og -ungdómshúsið á Glyvrum Mánadagin 9. nov. kl. 19:30 Sjó­ mans­kvinnuringur Týsdagin 10. nov. kl. 20:00 Todos venur Mikudagin 11. nov. kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Fríggjadagin 13. nov.kl. 21:00 Un­g­ dómsmøti Leygardagin 14. nov. kl. 9:00 Mans­ bólkurin venur Sunnudagin 15. nov. kl. 16:30 Bøn og lovprísan kl 17:00 Møti Jesus er vegurin - Hvat er Islam Høgni Johannesen undirvísir Verið hjartaliga vælkomin Soli Deo Gloria Hósadagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Beintu Napolionsdóttir Jacobsen Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Oydis Olsen KFUM & K Klaksvík Týsdag Kl.19.00 Limafundur. Allir limir vælkomnir. Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími. Jakupsbræviđ kap.4 viđ Hanus Lassen. Hósdag Kl.18.00 Junior møti, t.v.s. 5. - 7. flokk. Allir juniorar fáa sms. Um onkur ikki fær sms, smsa so navn til 212480 Kl.19.00 - 20.30 Gospelkórið "Sola Gratia" venur. Øll vælkomin at syngja við Leygardag Kl.20.00 Útgávukonsert "Life as it is" viđ HEĐIN viđ bólki. Fløgan kann keypast v/signering. Konsertin er ókeypis. Kaffimunnur o.a gott er at fáa aftaná. Eisini koma Tummas Eivind og Hans Arni at spæla løg av teirri útgávu. Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra boðskap um Jesus og hava tað gott saman. Eftir sunnudagsskúlan syngur barnakórið. Allir dreingir og gentur eru hjartaliga vælkomin. Í dag fara vit at venja jólasangir. Kl.17.30 Bønaløta Kl.18.00 Sang og vitnimøti. Barnaansing er undir møtinum. Kl.20.00 Ungdómsguðstænastan í Christianskirkjuni við Jóannes Purkhús. Øll hjartaliga vælkomin. Vitja okkum eisini á facebook: kfumkklaksvik Missiónshúsið í Skopun Mánadagin 9. nov. Kl. 17.00 venur Barnakórið. Mikudagin 11. nov. Eingin bíbliutími vegna missiónsviku í Skálavík. Sunnudagin 15. nov. Eingin sunnudagsskúli vegna Sandoyarleguna í Nesvík. Einki møti um kvøldið vegna missiónsviku í Skálavík. Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3.hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torvgøtu 2. í Runavík. Opið er Mánadag - Hósdag frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Øll eru vælkomin. Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15-18 í skúlanum í Sørvági. Drekkamunnur og køka. Øll hjartaliga vælkomin Dagtilhaldið Blákollan í Sunda kommunu Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 til 18. Øll eru vælkomin. Pensionistafelagið í Havn Mikukvøldið 11. novembur kl. 19,00 verður hugnaløta í Losjuni. Á skránni er burturluting. Limir kunnu hava gest við. NB! Havi pakka við. Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Tiltak fyri tilkomin og eldri fríggjadag kl. 15.00-18.00. Tilhaldið Tórsgøta 21 Tlf. 316491 / 286491 T-postur: tilhald@torshavn.fo Sí heimasíðu: www.tilhaldid.fo Opið er mánadg. – fríggjadg. kl. 9-16 Øll eru vælkomin