Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR 14 FERÐIR ÁKI Áki Egilsnes skoraði ikki færri enn 14 mál, tá VÍF og StÍF spældu javnleik 29-29 leygardagin. Ungi bakkurin er í holt við at blíva ein profilur í føroyskum hondbólti Tróndur Arge Ein og hvør ítróttargrein hev­ur brúk fyri profilum. Í eina tíð hevur føroyskur hond­bóltur havt trupult við at menna veruligar pro­ fil­ar. Talan hevur í stóran mun verið um útlendskar spæl­arar, ið hava verið stór­ skjúttar á sínum liðnum. Nú tykist vend vera kom­ in í. U21 landsliðið hevur fleiri spennandi spælarar, sum kunnu koma at seta sín dám á føroyskan hondbólt komandi nógvu árini. Ein teirra er Áki Egilsnes úr VÍF. Leygardagin skoraði hann 14 mál í einum og sama dysti. Hóast níggju av teimum komu eftir brotskast, so er talan um frálíkt avrik. Hann skor­aði upp á øll níggju brots­køstini, sum hann tók. Føroyskur hondbóltur hev­ur brúk fyri, at fleiri av okkara ungu spælarum blíva til profilar, sum kunnu mynda eitt møguligt A-lands­ lið, tá tíðin er búgvin til tað. Hetta ger eisini, at áhugin fyri føroyskum hondbólti veks­ur. Tað sóu vit eitt dømi um farna mikukvøld, tá Neistin og VÍF hittust hjá monnum og kvinnum. Høllin á Hálsi var at kalla full, hóast talan enn er um grundspælið, og einki verður avgjørt í kom­ andi dystunum. StÍF ringt at rokna út StÍF er í stóran mun mannað við lokalum spælarum. Tað er torført at meta um sonnu styrkina hjá strandingum, men leygardagin prógvaðu teir, at teir eru við í kapp­ ingini um at røkka heiðurs­ merkjunum. Eins og hjá VÍF, so eru fleiri ungir og spennandi spæl­ararnar við, sum vóru við U21 landsliðnum herfyri. StÍF hevur eftir sjey dyst­ ir, fingið sjey stig. Teir eru bara tvey stig frá FM finalu plássinum. Team Klaksvík skal hava nýggjan venjara Svein Rógvi Nielsen er farin frá sum venjari hjá Team Klaksvík. Hetta er nakað, ið nevndin í felagnum og Svein Rógvi sjálvur hava avgjørt í sátt og semju. Sambært Norð­lýsinum, so heldur Svein Rógvi sjálvur, at tíðin er komin til, at nýggjur mað­ur skal yvirtaka besta mans­liðið, so liðið kann gerast enn betur. Svein Rógvi Nielsen hevur staðið á odda fyri Team Klaksvík síðani á sumri 2013. Tó steðgar virksemi hansara í Team Klaksvík ikki nú, tí at hann fer framvegis at virka í felagnum á annan hátt. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR VB PÚRA FYRI ONGUM Fyri skjótt einum ári síðani spældu stíddust VB og Kyndil um at koma í steypafinaluna. Tá var spenningur yvir tveir dystir. Í gjár vann Kyndil heldur lættliga 23-16, eftir at VB millum annað fekk beinleiðis reytt kort Tróndur Arge Kyndil vann í gjár 23-16 á VB, eftir at Kyndil var á odda 12-8 í hálvleikinum. Kyndil hevur við sigrinum lagt seg á odda í Hvonn-deildini, meðan VB fram­vegis bara hevur tvey stig. Tær liggja á einum deild­um aftasta plássi. Einsamøllu stigini komu í heimasigrinum á StÍF, sum liggur aftast. VB hevur ann­ ars bitið eitt sindur frá sær í dystunum móti teimum trim­ um fremstu fyrr í kapp­ingini. Men eitt fimm-máls tap fyri Stjørnuni á heima­vølli leggur upp til, at alt er ikki sum tað skal vera í VB í løtuni. VB hevur í stóran mun havt brúk fyri, at útlendsku spælararnir eru í einum flokki fyri seg. Tað kann hava nýggju útlendingarnir í fe­lagnum ikki prógvað hesa­ferð. Við tapinum er kappingin hjá kvinnunum farin púra í tvey. Kyndil, Neistin og VÍF eru farin avstað, meðan Stjørnan, StÍF og VB liggja eftir á. VÍF greiddi sína skyldu Leygardagin vann VÍF 23-19 á StÍF. VÍF tapti miku­kvøldið í evstu løtu fyri Neistainum, men hava nú reist seg. Serliga heimafturvenda Marianna H. Jacobsen gekk á odda. Hon skoraði heili níggju mál, meðan Liljan Djurhuus fekk næst flest við fýra. Beint fyri hálvleik, royndi VÍF at seta trumf á, tær fóru frá 10-11 til 15-12, men fáar minuttir inn í seinna hálvleik var 15-15. So gekk tó ikki longur, og VÍF vann sær leiðsluna aftur, og harvið dystin. trondur@sosialurin.fo Fakta um FTZ-deildina StÍF – VÍF 29-29(13-15) Málskjúttar: VÍF: Áki Egilsnes 14, Hanus Christophersen 3, Filip Jovic 3, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 2, Danny Brandt 2, Nuunu L. Olsen 1, Julian Olsen 1, Rúni Joensen 1 StÍF: Fríði R. Djurhuus 7, Allan Norðberg 6, Kjartan Johansen 5, Pætur Johansen 5, Sveinur Justinussen 4, Borgar M. Persson 2, Pætur Joensen 1. Team Klaksvík-StÍF 21-28 (hava ikki móttikið dómaraseðil) Fakta um Hvonn-deildina VB – Kyndil 16-23 (8-12) Málskjuttar: VB: Gurið K. Mortensen 3, Una Nolsøe 3, Danijela Mistric 3, Rannvá Johanessen 2, Christina Holm 2, Rúna M. Jacobsen 2, Helga E. Kjærbo 1 Kyndil: Anna Brimnes 8, Marianna G. Eystberg 5, Turið A. Samuelsen 5, Anja Hammer 2, Randi Wardum 1, Bjarta Johansen 1, Bára K. Hansen 1. VÍF – StÍF 23-19 (15-12) Málskjúttar: VÍF: Marianna H. Jacobsen 9, Liljan Djurhuus 4, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 2, Brynja Rógvadóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1, Eilin Hansen 1 StÍF: Fríðrún Danielsen 7, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Paula Høgnesen 2, Guðrun Gærdum 1, Guðrið Poulsen 1