Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 ÍTRÓTTUR SVIMJING PÁL JOENSEN ÁTTI BESTA ÚRSLITIÐ Á WORLD CUP 2015 Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm hava luttikið á tveimum World Cup stevnum í ávikavist Doha og Dubai. Pál Joensen vann bronsu í Dubai. Føroysku svimjararnir eru í harðari venjing, og úrslitini vóru eitt sindur hareftir Tróndur Arge Tríggir føroyskir svimjar­ ar luttóku í farnu viku á World Cup stevnum í Doha og Dubai, sum liður í fyrireikingunum til kom­ andi meistarastevnur. Tað varð ein vika við hørðum av­ bjóðingum, har besta úrslit var tá ið Pál Joensen í Dubai vann bronsu í 1500 metra frí­ svimjing. Teir tríggir føroyingarnir sum luttóku hesuferð, vóru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir. Teir valdu at luttaka á World Cup stevnunum í Doha og Dubai, tí at hesar lógu væl fyri í kalendaranum hjá teimum, í millum til dømis HM í Kazan í august, og EM í Ísrael í desember. World Cup stevnurøðin var fyri fyrstu ferð á langgeil, sum er í 50 metra hyli, heldur enn á stuttgeil, sum er í 25 ára hyli. Úrslit svomin nú vóru tí hesu ferð minst líka við­ komandi fyri til dømis OL- úttøkustevnuna á Danish Open í apríl 2016, og fyri OL í Rio 2016, sum fyri EM á stuttgeil í Ísrael nú í de­ sember. Pál vann bronsu Pál Joensen og Óli Mort­en­sen valdu at lutt­ aka í 400 og 1500 metra frísvimjing bæði í Doha og í Dubai, meðan Alvi royndi seg í 400 frí og 200 blandað í Doha, og í 400 blandað og 200 frí í desember. Til­ meldingartíðirnar hjá teim­ um vóru frá stevnum farna árið. Saman um tikið svumu teir tríggir føroyingarnir sum ein kundi vænta, nú meðan teir enn venja nógv fram ímóti stevnum í de­ semb­er. Ikki bestu tíðir, men tó rímiliga væl niður ímóti hesum. Teir kláraðu seg eisini rættiliga væl í mun til sína styrkismeting á startlistunum, tá ið hugs­að verður um at aðrir svimj­arar kanska vóru nærri topp­ formi nú. Frægastu úrslit vóru ikki óvæntað tey hjá Páli Joen­sen, har hann í 400 metra frísvimjing var nær við at svimja seg í finalu, og síðani í 1500 metra frí­ svimjing var við í kapp­ ing­ini um heiðursmerki. Í Doha gekk tað ikki at vinna heiðursmerki, men í Dubai bragdaði tað so mikið, at hann megnaði at vinna bronsu. Pengar at vinna á World Cup World Cup er ein stevnu­ røð sum altjóða svimji­sam­ bandið FINA skipar fyri á hvørjum ári, um heyst­ið aftaná størru meist­ara­ stevnurnar um summarið og tær sum koma upp undir jól. Í ár vóru World Cup stevn­urnar í Moskva, París, Hong Kong, Beijing, Singa­ pore, Tokyo, Doha og Dubai, í greipum á 2-3 nærliggjandi stevnum frá 11. august til 7. november. Hvør einstaka stevna letur rættiliga flottar pen­ inga­virðislønir til allar heið­ ursmerkjavinnarar, og enn flottari ífall at onkur klárar at seta heimsmet. Stig verða givin fyri heið­ ursmerki, heimsmet og trý tey bestu avrikini á hvørj­ ari stevnu, og størri pen­ ingavirðislønir verða so latnar fyri flestu stig vunnin á hvørjari greipu og á øllum World Cup tilsamans. Tey bæði allarbestu verða skýrd vinnarar av World Cup, og fáa steyp. Vunnu væl yvir milliónina Flestu luttakararnir velja sær nakrar stevnur burtur úr kalendaranum, at royna seg á meðan tey venja fram til meistarastevnur so sum EM á stuttgeil í desember. Men har eru eisini nakrir spesialistar, sum ferðast til allar stevnurnar og venja so at tey kunnu klára seg væl í nógvum greinum, og sum harvið kunnu brúka World Cup til at fáa eina rættiliga fitta inntøku. Í ár vóru World Cup vinn­ ararnir Katinka Hosszu úr Ungarn, og Cameron van der Burgh úr Suðurafrika. Katinka Hosszu vann til­ sam­ans 325.500 US dollarar á World Cup 2015, meðan Cam­eron van der Burgh vann 262.000 dollarar. Tað sva­rar til ávikavíst 2.26 og 1.82 milliónir danskar krónur. trondur@sosialurin.fo Føroysk úrslit á World Cup 2015 Doha - Mánadagur 2. november Menn 400 frí - 42 luttakarar Pál 3:53.39 - 838 FINA stig og nr 9 (tilm.tíð 3.50.22) Óli 4:02.76 - 744 FINA stig og nr 31 (tilm. tíð 4:00.71) Alvi 4:12.42 - 662 FINA stig og nr 36 (tilm.tíð 4:13.08) Doha - Týsdagur 3. november Menn 200 blandað - 29 luttakarar Alvi 2:12.46 - 637 FINA stig og nr 20 (tilm. tíð 2:08.98) Menn 1500 frí - 20 luttakarar Pál 15:13.69 - 866 FINA stig og nr 5 (tilm.tíð 14:50.59) Óli 15:54.34 - 760 FINA stig og nr 12 (tilm.tíð 15:49.14) Dubai - Fríggjadagur 6. november Menn 400 frí - 51 luttakarar Pál 3:53.88 - 833 FINA stig og nr 11 (tilm.tíð 3.50.22) Óli 4:02.13 - 750 FINA stig og nr 29 (tilm.tíð 3:59.67) Menn 400 blandað - 18 luttakarar Alvi 4:43.19 - 638 FINA stig og nr 12 (tilm.tíð 4:33.15) Dubai - Leygardagur 7. november Menn 200 frí - 69 luttakarar Alvi 1:58.83 - 632 FINA stig og nr 44 (tilm.tíð 1:57.80) Menn 1500 frí - 19 luttakarar Pál 15:08.90 - 880 FINA stig og nr 3 (tilm.tíð 14:50.59) Óli 16:05.23 - 734 FINA stig og nr 13 (tilm.tíð 15:49.14)