mánadagur 9. november 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
EINGIN
SKJÓTIBREYT
OG EINGIN
MENNING
Bogaskjúttarnir í Føroyum líða eisini undir vánaligum umstøðum.
Vælvild og neyðloysnir hava bjargað skjúttunum nøktandi umstøður
innandura, men at skjóta uttandura ber als ikki til. Føroyar eiga onga
breyt. - Tað er ein sannroynd, at vit seinastu fýra árini fram ímóti seinastu
oyggjaleikunum als ikki hava ment okkum, meðan hinar oyggjarnar
hava tikið okkum aftur og helst eru farnar framvið okkum. Hetta meti
eg avgjørt vera tí at vit ikki hava havt nøktandi uttandura umstøður,
sigur Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya
Pætur Albinus
Bogaskjóting hevur í mong
ár verið ein av teimum ítrótt
argreinunum, sum hevur
vunnið Føroyum eina ør
grynnu av heiðursmerkjum
á oyggjaleikunum. Tað er
tó ikki tí at umstøðurnar
til bogaskjóting eru serliga
góðar í Føroyum, at úrslitini
hava verið somikið góð –
heldur tvørturímóti eru um
støðurnar ivasamar, men
tey innan bogaskjóting hava
í stóran mun skapt sær sínar
egnu umstøður og livað av
vælvild.
Umstøðurnar at skjóta
uttandura – ja, tað ber ikki
til at tosa um tær, tí at tær
eru snøgt sagt ikki til, og tað
hevur bara borið tað harmi
liga við sær, at støðið er fall
ið.
Trý feløg
Sersambandið
hjá
boga
skjúttunum í Føroyum eitur
Bogaskjótisamband Føroya,
og har eru trý feløg limir.
Tambar í Tórshavn, Ørvur í
Runavík og Vágaskot í Vág
um. Í alt eru umleið 100 limir
í teimum trimum feløgunum,
og av teimum luttaka eini 20-
30 í kappingunum, sum verða
fyriskipaðar
um
veturin.
Summarkappingarnar
eru
mest fyri teir royndastu
skjúttarnar, tí frástøðurnar
úti eru væl longri og torførari
at skjóta.
Ein
av
eldsálunum
í
bogaskjóting
í
Føroyum
er Schandorff Vang. Hann
gjørdist formaður í Skjóti
sambandinum, sum tað æt
tá ið tað varð sett á stovn í
1997, og hann helt fram sum
formaður í Bogaskjótisam
bandi Føroya tá ið boga
skjúttar og byrsuskjúttar
gjørdu hvør sítt samband.
Schandorff er framvegis for
maður.
Umframt tað, so var hann
við til at seta Ørv á stovn
í 1991, og hevur hann verið
við líka síðani sum skjútti,
venjari og dómari. Hann er
eisini altjóða dómari og hev
ur eitt nú dømt í OL.
Undirtøkan
Schandorff sigur, at tey inn
an bogaskjóting ikki hava
merkt nakra tilgongd sein
astu árini.
– Undirtøkan hevur verið
svingandi,
men
seinastu
árini er talið av luttakarum
í kappingum heldur minkað
eitt sindur, sigur hann.
Vit bóðu Schandorff lýsa
hvussu umstøðurnar eru hjá
teimum trimum bogaskjóti
feløgunum í Føroyum.
– Tambar hevur havt sítt
høli á skipasmiðjuni í Havn
síðani felagið bleiv stovnað
í 1988. Hølið er óbroytt og
einasti vansin er kuldin um
veturin, sigur Schandorff og
heldur fram við felagnum í
Runavík:
– Ørvur hevur sítt høli í
kjallaranum í ítróttarhøllini
í Runavík. Eina tíð var nakað
trongligt, tí at skúlin skuldi
hava part av hølinum. Hetta
er tíbetur broytt aftur og
hevur felagið megnað at
rigga hølið somikið væl til, at
umstøðurnar eru nøktandi,
greiðir hann frá.
Bestu umstøðurnar til at
skjóta við boga og píli í Før
oyum eigur felagið vesturi í
Vágum.
– Vágaskot hevði fyrstu
árini einki fast høli og hús
aðist í fimleikarhøllini og
partvís ítróttarhøllini á Gilja
nesi. Síðani hevur felagið
gjørt avtalu við kommununa
og hevur bygt sær sera gott
høli í Miðvági, sigur Schan
dorff.
Trupulleikin
Eitt er, at umstøðurnar hava
verið nøktandi í teimum ym
isku hølunum, sum boga
skjúttarnir húsast í, men tað
fortelur ikki alla søguna. Tað
er nevniliga himmalvíður
munur á at skjóta inni og
at skjóta úti, og tað er hetta
seinna, sum telur mest. Í al
tjóða
kappingum
verður
skotið uttandura, og umstøð
urnar at venja seg til tað eru
ikki góðar í Føroyum.
– Uttandura hevur altíð
verið trupulleikin. Tambar
hevði møguleika at brúka
Tórsvøll og Ørvur hevði
møguleika at brúka Svang
askarð, áðrenn teir vallirnir
blivu lagdir undir graslíki.
Síðani hevur eingin vøllur
verið tøkur og uttandura
skjótingin hevur verið fall
andi við vandamiklari ferð,
sigur Schandorff og vísir á
hvussu lappaloysnirnar nú
eru uppbrúktar.
– Vit fingu møguleika
at venja á gamla vøllinum
á Mølini á Eiði, men har er
opið út í havn og ikki altíð
bestu líkindir. Í 2015 var tann
møguleikin eisini tikin, tí
vøllurin skuldi brúkast til
campingpláss, vísir hann á.
Fram undir oyggjaleikirn
ar á Jersey í summar varð ein
fyribils loysn funnin.
– Í neyðini upp undir
oyggjaleikir 2015 fingu vit
loyvi at venja á niðara vølli
á Toftum, eins og møguleiki
bleiv givin til ein lítlan geira
í Hoydølum. Tað hevur ver
ið tað, sum vit hava havt
seinastu árini, sigur Schan
dorff.
BOGASKJÓTING
Bogaskjúttar harmast: