Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 ÍTRÓTTUR Hjálparleysir Sum sersamband hevur Boga­skjótisamband Føroya roynt at gjørt sítt til, at gongd skal koma í arbeiðið at fáa betri umstøður uttan­ dura, men enn hevur tað ikki givið úrslit. – Vit kunnu ikki gera so nógv yvirfyri myndug­leik­ un­um annað enn at spyrja um okkurt øki er tøkt. Trupul­leikin er, at kravið er, at økið skal vera til longdar sum ein fótbóltsvøllur og trygdin kring økið skal vera í lagi, sigur Schandorff, sum hevur verið í samband við tvær kommunur um at fáa út­vegað øki. – Vit hava havt fund við Sunda kommunu, men har er einki brúkiligt øki. Vit hava havt fund við Tórs­havnar kommunu, sum hev­ur roynt at peika á okk­urt øki, sum tó ikki hevur ver­ið heilt nøktandi. Tó bleiv fyribils loysn funnin fram undir oyggja­leikirnar, sigur Schan­ dorff vísandi til Hoydalar. Av eini nøktandi uttan­ dura skjótibreyt hevði tað kravt, at hon var minst 20 metrar breið og 100 metrar til longdar. Harafturat krevst eitt trygdarøki, sum helst skal vera upp til 50 metrar longri og umleið 10 metrar til hvøra síðu. Eisini krevjast aðrar umstøður so sum at­ koma, parkering, kloakk, streymur, dren og møguleiki fyri einum húsi. – Alt eftir hvussu eitt øki er frammanundan og hvussu nógv skal skal gerast við tað áðrenn tað er brúkiligt, kann metti konstnaðurin saktans fara upp á einar 4-5 milliónir krónur, metir Schandorff. Ongar umstøður Schandorff fær illa fyrihildið seg til spurningin, hvørs nú­ verandi uttandura umstøður er brúkiligar ella ikki. – Núverandi umstøður? Vit hava als ongar uttandura umstøður, sigur Schandorff. Nýliga er uppskot sent Tórs­havnar kommunu um skjóti­øki, men vónirnar um at fáa eitt eru ikki góðar. – Skulu vit hava vøll til bogaskjóting til oyggjaleikir, so skal hann vera minst líka stórur sum ein fótbóltsvøllur. Eg ivist stórliga í, um nøkur kommuna fer at játta okkum nakað, sum er so stórt, tí tað hevði bara ligið til einkis í størst­an mun, heldur Schan­ dorff. Sambært yvirliti hjá ÍSF eru borðtennis, judo og boga­skjóting einastu ítrótt­ ar­greinarnar, sum ikki eiga egið anlegg. For­menn­in­ir í borð­tennis- og judosam­ bond­unum hava sagt við Sosial­in, at teir meta seg eiga tørn til betri umstøður, men hesum viðvíkjandi er Schan­ dorff meiri varin. – Eg haldi ikki man kann siga, at nakar ávísur eigur tørn at fáa nakað, men skal bogaskjótingini vera lív lag­ að í framtíðini, so mugu viður­skiftini uttandura fáast í rætt­lag sum skjótast, sigur Schan­dorff. Vantandi umstøðurnar eru í ferð við at kosta ítrót­t­ ar­liga. Føroysku boga­skjútt­ arnir hava verið sera stinnir í oyggjaleikahøpi, men tað eru ábendingar um, at teir vikna í mun til hinar oyggjarnar á leik­unum. – Tað er ein sannroynd, at vit seinastu fýra árini fram ímóti seinastu oyggja­leik­ unum als ikki hava ment okkum, meðan hinar oyggj­ arnar hava tikið okkum aftur og helst eru farnar framvið okkum. Hetta meti eg avgjørt vera tí at vit ikki hava havt nøktandi uttandura um­støð­ ur, sigur Schandorff. Fótbóltsvøll Veðurlíkindini í Føroyum eru ikki góð til at skjóta uttan­dura, men tað eru ráð fyri tí. Londini rundan um okkum hava funnið sær eina loysn, sum kemur veður­ trupul­leikanum til lívs. – Tey hava bygt hølir við vallirnar, har tey kunnu lata lúku, hurð ella vindeyga upp út ímóti skjótibreytini, og so standa tey inni og skjóta út. Júst hetta hevur gjørt, at skjúttar seinastu árini hava ment seg ótrúliga nógv. Tað ynskja vit eisini í fram­tíð­ini, sigur Schandorff, sum undir­ strikar, at eitt slíkt hug­skot hevði hækkað støðið á skjót­ ingini her heima. Tað er ikki tí at boga­skjót­ ing ikki hevur betur uppi­ borið, tí at hava víst ítrótta­ andlit Føroya úteftir hevur bogaskjóting avgjørt tikið sítt ódnartak í. – Man eigur at hugsa um, at bogaskjótingin síðani oyggjaleikirnar í 1995 hevur verið ein av føstu greinunum á heiðursmerkjapallinum, og til at vera so lítil ítróttar­ grein, kanska millum mest vinnandi. Vit hava altíð verið góð fyri fleiri heiðurs­merk­ir. Ein av lakastu oyggja­leik­un­ um var júst 2015. Skal man hyggja eftir tí, so er eingin ivi um, at okkurt má henda við umstøðunum, sigur Schan­ dorff. Tað krevst í fyrsta umfari kanska ikki so nógv, sum ein vildi hildið, og tað hevði eisini hjálpt upp á trupulleikan viðvíkjandi teirri syndarligu støðu, at Føroyar ikki eru før­ar fyri at vera vertur fyri oyggj­a­leikunum. – Kravið um miðsavnan av øllum ítróttargreinum í Havn eigur at sleppast. Eg vildi sagt: gev okkum ein rími­ligan veðurgóðan fót­ bólts­vøll, so eru vit klárir at stíla fyri oyggja­leik­un­um aft­ur, sigur Schan­dorff Vang at enda. albinus@sosialurin.fo BOGASKJÓTING Dømir tvær stórar kappingar Næsta ár skal Schandorff Vang, altjóða dómari í boga­ skjót­ing, vera eitt slag av høv­uðs­dómara á tveim­um World Cup-stevnum Pætur Albinus Tað er ikki bara á oyggja­ leik­unum, at føroyskir bogaskjúttar luttaka uttan­lands. Væntandi vera føroyingar við í Reykja­vik International Games í januar næsta ár. Við altjóða limaskapi hava bogaskjúttarnir loyvi at luttaka í øllum kapp­ingum uttanlands, burtursæð frá OL. Tó eru tað hørð krøv, sum verða sett til skjúttarnar áðrenn teir sleppa at vera við til EM og HM. Schandorff Vang, sum er altjóða dómari, hev­ur tvær stórar upp­ gáv­ur næsta ár. Í jan­ uar fer hann til Nim­es í Frak­landi at vera for­ mað­ur fyri dómararnar í innandura World Cup, og í apríl verða aftur boð eftir honum sum for­ maður. Tá er tað utt­an­ dura World Cup í Shang­ hai, sum er á skránni. Formaðurin fyri dóm­ararnar hevur høv­ uðs­á­byrgdina av øllum, soleiðis at kappingarnar koyra so væl og smidliga sum tilber. albinus@sosialurin.fo