Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR KURVABÓLTUR TAÐ ER FAN Frá at hava verið næstan útideyður, er kurvabólturin í Føroyum nú í besta blóma. Tvey nýggj feløg eru sett á stovn, og nú eru upp ímóti 100 kurvabóltsleikarar í Føroyum. - Tað er fantastiskt, sigur formaðurin í kurvabóltsfelagnum Hamar, Janus Jakobsen Pætur Albinus Hóast føroyskur kurvabóltur hevur verið virkin í Føroyum í skjótt 20 ár, so er tað ógvu­ liga lítið, ið hevur verið at sæð til ta heldur ókendu ítrótt­ar­greinina her um leið­ ir. Ein­falda orsøkin hev­ur ver­ið, at undirtøkan hev­ur ver­ið lítil og at kurva­bólts­ fe­lagið Ham­ar í Havnini hev­ur verið einsa­malt fe­ lag. Eingin hevur verið at spælt ímóti, men nú er oyðu­ markargongdin av. Ikki færri enn tvey nýggj feløg eru sett á stovn. Sporð­ drekin heldur til í Havnini og er sprottin burturúr Hamar, meðan landsliðsprofilurin, Bjarni W. Zachariasen, hevur fingið gongd í kurvabóltin á Toftum, har teir hava sett felagið Ravnur á stovn. Fantastiskt Janus Jakobsen er formaður í kurvabóltsfelagnum Ham­ ar, og hann stórfegnast um at tað nú eru onnur feløg at kappast ímóti. – Tað er heilt fantastiskt. Eg havi verið formaður í kurvabóltsfelagnum Hamar í nøkur ár, men vit hava ver­ið einsamallir og hava ong­an havt at spælt ímóti. Síð­ani vit valdu at fara við til oyggjaleikirnar hava vit havt eitt ordiligt lop – nú eru trý lið og vit kunnu skipa fyri landskapping, sigur Jan­us og leggur afturat, at lands­kappingin ikki er almenn av tí at teir ikki enn liggja undir ÍSF, men at teir hava gjørt av at skipa fyri hesi kapping, har liðini hitta hvørt annað fýra ferðir hvørt kappingarár. Umframt at fegnast um undir­tøkuna, so metir Janus tað vera umráðandi, at teir nú leggja sær eina ætlan í feløgunum og geva góða venjing frá sær. – Um vit hyggja langt fram, so tað umráðandi at fáa eina miðvísa venjing hjá teimum yngru og at geva teimum góða venjing, so­ leiðis at fáa nakrar góðar kurvabóltsleikarar um nøkur ár. Tað er ringt at fáa tey, sum hava spælt annan ítrótt alt lívið, so tað snýr seg um at fanga tey tá ið tey eru ung, heldur Janus. Bylgja Tað er nýliga íkomin ein ordans bylgja í kurvabólti í Før­oyum, har ein rúgva av leik­arunum eru lagstir aft­urat. Tað hevur verið til­ ætlað, og luttøkan á oyggja­ leikunum í summar hevur avgjørt gjørt sítt. Hetta var fyrstu ferð, at føroyskur kurva­bóltur var við á oyggja­ leik­unum, og hóast før­oy­ing­ arnir taptu allar dystir­nar, so lærdu teir eina rúgvu og – ikki minst – hava skapt stórt uppmerksemi fyri tí higartil nær­um ókendu ítrótt­ar­ grein­ini her um leiðir. – Vit savnaðu nakrar leik­arar, sum høvdu spælt, til oyggja­leikirnar, og har prát­aðu vit um at fáa fleiri lið í Føroyum. Tað gjørdu vit beint sum vit komu heim aftur, og nú eru vit allir byrjaðir at venja, sigur Janus um Hamar, Sporðdrekan og Ravn, sum nú hava upp ímóti 100 leikarum tilsamans. Tað eru Magnus Jakobsen og Allan Dybczak, sum hava sett felagið Sproðdrekan á stovn. Magnus er beiggi Pól Jakobsen, ein av profilunum í Hamar, men brøðralagið hjá teimum kemur neyvan í vanda orsakað av kappingini teirra millum, tí tað er púra greitt, at avgerðin um nýtt felag er tikin fyri tí allar besta føroyskum kurvabólti at frama – nevniliga at fáa kapping í. Felagið á Toftum hevur Bjarni W. Zachariasen verið Kurvabóltur blómar: Tað er heilt fantastiskt. Eg havi verið formaður í kurvabóltsfelagnum Hamar í nøkur ár, men vit hava ver­ið einsamallir og hava ong­an havt at spælt ímóti Um vit hyggja langt fram, so tað umráðandi at fáa eina miðvísa venjing hjá teimum yngru og at geva teimum góða venjing