mánadagur 9. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
ÍTRÓTTUR
KURVABÓLTUR
NTASTISKT
við til at sett á stovn. Bjarni,
sum er risa stórur og livir
fult og væl upp til navn sítt,
hevur spælt kurvabólt á
høgum støði í Danmark og
er greidliga ein góður læru
meistari hjá hinum, sum
tað eisini sást undir dystin
um leygardagin, har hann
gjørdi nógv burturúr at
leggja teimum ungu og meiri
óroyndu lag á.
Áhugi
Tað er rímiliga stórur áhugi
fyri kurvabólti í Føroyum.
Nógvir ungir mans hava tað
fyri at hyggja eftir heimsins
bestu kurvabóltsdeild, NBA í
USA/Kanada, sum javnan er
at síggja í sjónvarpinum. Tað
er ofta hiðani áhugin stavar.
– Sjálvur hyggi eg ikki,
men eg veit, at nógvir hava
hugt síðani teir vóru ungir,
sigur Janus Jakobsen, for
maður í Hamar, sum varð
sett á stovn í 1995.
Tað bilar einki, at áhugin
er nógv vaksin júst nú, tí teir
føroysku kurvabóltsleikara
rnir ætla sær aftur til oyggja
leikirnar í Gotlandi í 2017, og
tá skuldi betri grundarlag
fyri at framt eitt betri úrslit.
Nú er kurvabóltur í øllum
førum komin fram í ljósið
í Føroyum, og nú verður
harður dystur um plássini á
føroyska landsliðnum.
albinus@sosialurin.fo
Sporðdrekin
Heimstaður: Tórshavn
Stovnað: 2015
Ábyrgdarfólk: Magnus
Jakobsen og Allan Dybczak
Hamar
Heimstaður: Tórshavn
Stovnað: 1995
Ábyrgdarfólk: Janus Jakobsen
Ravnur
Heimstaður: Toftir
Stovnað: 2015
Ábyrgdarfólk: Bjarni W.
Zachariasen