mánadagur 9. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
RAVNUR VANN
SANNFØRANDI
Nýggja felagið á Toftum spældi til tíðir sera góðan kurvabólt og vann
sannførandi ímóti Hamar úr høvuðsstaðnum. Ein frálíkur dystur
Pætur Albinus
Tað vóru umleið 50 áskoðarar
møttir upp til dystin í høllini
í skúlanum við Løgmanna
breyt leygardagin, har slagið
stóð ímillum Hamar og Ravn
í fyrsta landskappingardysti
í føroyskum kurvabólti nak
rantíð.
Karmarnir vóru góðir.
Hóast hetta einans er ein
skúlahøll, so man hon vera
ímillum tær snøggastu í
landinum. Hon er ljós, hevur
góðar kurvar og høgt er til
loftið. Einasta, sum ikki er
gott, er, at tað er lítið pláss
frá síðulinjuni til rimarnar.
Føroysku kurvabóltsfólk
ini høvdu gjørt nógv burtur
úr. Alt sá út, sum var tað
altjóða. Útskiftingsbenkur,
reyðklæddir dómarar og ein
flatskermur við støðu, topp
skjúttalista, hvussu nógv
mistøk (brot á kurvabóltslóg
ina) hvør leikari hevði gjørt
o.s.fr. Eitt framúr debut, má
sigast.
Kúgvendist
Dysturin útartaði seg heldur
løgið. Hamar var greitt betra
liðið fyrstu løtuna. Teir
royndu menninir úr høvuðs
staðnum høvdu minni nerv
ar og raktu kurvina betur
enn teir nýggju á Toftum.
25-15 til Hamar var støðan
einaferð í fyrra hálvleiki,
men so tók dysturin eina
brádliga og ógvusliga vend.
Við eitt fór alt at rigga hjá
Ravni, og teir so at siga
smurdu Hamar av tað, sum
eftir var av dystinum. Tað
endaði við, at Ravnur vann
greitt 63-35.
Støðið í dystinum var
hækkandi, og at enda var
tað sera gott. Áskoðararnir
vórðu
undirhildnir
við
3-pointers, reverse layup og
ikki minst einum dunki, sum
heitini eru innan kurvabólt.
Góður dystur
Janus Jakobsen, formaður og
ein av profilunum hjá Ham
ar, var hóast tapið væl nøgd
ur eftir dystin.
– Dysturin var góður. Eg
eri ovfarin av hvussu nógv
fólk komu og hvussu góðar
umstøðurnar vóru. Dyst
urin var spennandi ímillum
tvey jøvn lið, men vit fáa
ov nógvar feilir og skjútt
arnir raka ikki dagin. Vit
fingu ikki nóg nógv stig
frá teimum. Vit mangla ov
nógvar mans síðsta quarter
(síðsti fjórðingur av dystin
um, red.), og tá fara teir frá
okkum, segði Janus beint
eftir dystin. Hamar fekk
tríggjar mans útvístar – teir
gjørdu ov nógv (fimm) per
sónlig mistøk, t.e. brot á lóg
ina, og sluppu tí ikki inn aft
ur á vøllin.
Skjóta
Vit spurdu Janus, um hann
sambært hesum dystinum
sá nakað, sum føroyskir
spælarar skulu betra. Og tað
sá hann.
– Generelt haldi eg, at
vit skulu skjóta nógv meira,
soleiðis at vit fáa eitt stabilt
skot. So er tað eisini hatta
við at seta seg ordiliga inn í
reglugerðina, sigur Janus og
leggur afturat, at hann helt,
at dómararnir gjørdu eitt
framúr arbeiði.
Dómarar í dystinum vóru
Magnus Jakobsen og Allan
Dybczak.
albinus@sosialurin.fo
KURVABÓLTUR