mánadagur 9. november 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. november 2015 · Nr. 129
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Í blaðnum í dag er triðja og seinasta greinin um
ítróttargreinar, sum ikki hava nakað heimstað.
Sambært ÍSF, so er tað bara borðtennis, judo og
boðaskjóting, sum eru heimleysar ítróttargreinar.
Í temagreinini vísir Schandorff Vang, formaðurin í
bogaskjótingsamband Føroya, á trupulleikarnar við
at ongin uttandura skjótibreyt er. Avleiðingarnar
eru, at luttakaratalið til kappingarnar minkar, og at
úrslitini í altjóða kappingum versna.
Í fleiri ár hevur boðaskjóting verið ein av
ítróttargreinunum, sum hevur vunnið okkum nógv
heiðursmerki á oyggjaleikinum. Skal tað halda fram,
so er týdningarmikið, at boðaskjóting fær nøktandi
umstøður.
Allar tríggjar ítróttargreinarnar stríðast fyri at
halda lív í ítróttinum, so nú er spurningurin um tey
eiga nakran góðan.
Komandi dagarnar fara vit á Sosialinum og In.fo
at fylgja U21 landsliðnum og U19 landsliðnum í
fótbólti. U21 landsliðið er farið til Russlands at spæla
undankappingardyst, meðan U19 skal luttaka í EM
undankapping í Rumenia.
Beint fyri prentstart boðaði Hondbóltssambandið
frá, at kvinnulandsliðið hjá okkum skal spæla tveir
venjingardystir móti Bretlandi seinni í hesum
mánaðinum. Í tí sambandi hava landsliðsvenjararnir,
Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin úttikið ein
hóp til dystirnar.
Spælararnir eru hesir:
Fríða Petersen, Neistin
Ása Dam á Neystabø, Neistin
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Eir Martinsdóttir Berg, Neistin
Birita Jacobsen, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Anna Armgarðardóttir Brimnes, Kyndil
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Liljan Djurhuus, VÍF
Eilin Súsanna Hansen, VÍF
Marianna Holm Jacobsen, VÍF
Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB
Bára Berthelsen, StÍF
Fríðrún Danielsen, StÍF
Rebekka Justinussen, StÍF
Ruth Mohr Heen, CIK Amager
P.S. Um tú ikki hevur sæð tað, so er seinna málið hjá
Neymar í gjár vert at síggja.
Boga
skjóting
eisini
í neyð
www.fif.fo:
Hóast veðurmenninir ikki høvdu spátt tað besta renniveðrið tá Runt Agnið
skuldi rennast í morgun, gjørdist aftur í ár talan um luttakaramet
www.nordlysid.fo:
Sámal Erik Hentze vil ikki siga, hvønn leikara talan er um. Men Norðlýsið veit
frá sera góðum keldum, at talan er um 25 ára gamla Jobin Drangastein
www.fsf.fo:
Tað verður Dánjal Godtfred úr FC Suðuroy, ið avloysir Leivur Joensen til
U21-landsdystin millum Russland og Føroyar, sum verður um eina lítla
viku
www.in.fo:
Um tað stendur til forsetan í altjóða hondbóltssambandinum, Hassan
Moustafa, so verður ikki neyðugt at koyra harpiks á framtíðar bóltar og
hondbóltshendur
www.svimjing.fo:
Pál Joensen vann sær fyri løtu síðani enn eitt altjóða heiðursmerki
www.ab.fo:
Nýggji hjálparvenjarin eitur Terji Leitisstein Hansen, hann hevur drúvgvar
royndir bæði sum spælari í bestu deildini og sum venjari.
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
JAN ELMAR
SKJÓTASTUR
RUNT AGNIÐ
Jan Elmar Sørensen úr Treysti
vann leygardagin rennikappingina,
runt Agnið. Hjá kvinnunum var
Rigmor N. Arge langt fremst
TRÓNDUR ARGE
Leygardagin
skipaði
Roysnið fyri fyrstu TF Vet
rarkappingini 2015/16. Fleiri
enn 100 rennarar vóru við
í kappingini í dag, og tað er
aldrin hent fyrr. Hetta hóast
verðurlíkindini ikki vóru tey
bestu, skrivar fif.fo.
Jan Elmar skjótastur
hjá monnunum
Í kappingini hjá monnum
vóru fleiri um boðið, men
tá samanumkom, tá var tað
Jan Elmar Sørensen, sum
kom á mál fyrst. Hann kom
á mál við tíðini 37 minuttir
og sjey sekund. Átta sekund
frammanfyri nummar tvey.
Heimasíðan hjá frælsum
ítrótti í Føroyum skrivar, at
tað var ein topptrimmaður
Jan
Elmar
Sørensen
úr
Treysti, sum í harðari kapp
ing við Eirik Hansen vann
kappingina. Tað kom eitt
sindur óvart á, at Jan Elmar
skuldi strúka avstað við
sigrinum.
Umframt Jan Elmar, so
vísti Eirikur Hansen eisini
bæði stórform og góðan
vinnaravilja, men mátti tó
yvirgeva seg tá einir 200
metrar vóru eftir. Á triðja
plássi kom Julian Gregersen,
sum fleiri metti hevði ein
møguleika at vinna. Síðani
komu kend ítróttarnøvn sum
Sam Vang og Gudmundur
Joensen.
Umframt teir, so komu
Martin Gravesen og Henry
Olsen eisini á mál upp á
undir 40 minuttir.
Rigmor í einum
flokki fyri seg
Kvinnukappingin gjørdist
ikki so spennandi. Til tað var
Rigmor N. Arge alt ov sterk,
skrivar fif.fo. Hon vann
ein greiðan sigur framman
fyri Durutu R. á Lofti, sum
heldur ikki fekk stórvegis
kapping um silvurið. Rigmor
N. Arge kom á mál við tíðini
44 minuttir og 48 sekund,
meðan Duruta R. Á Lofti
kom á mál við tíðini 46
minuttir og eitt sekund.
Størsti spenningurin var
um bronsuna, har teir báðir
Bragdarfelagarnir,
Krista
Nielsen og Ann Thomsen,
vóru í tøttum dysti. Tað var
tó at enda Krista Nielsen,
sum kundi lata seg heiðra á
triðjapalli.
trondur@sosialurin.fo
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA:
FÓTBÓLTUR LANDSLIÐIÐ