týsdagur 10. november 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Til Føroya
at kunna um
vakurleikavørur
Nýggi mótahandilin
í SMS spílar seg nú
út við enn einum
góðum merki, Comfy
Copenhagen, ið
onkursvegna eisini
kann sigast at
hava eitt føroyskt
“samband”
Um tú rennur teg í klæði í Rákinum,
sum hava styles-nøvn sum “Beds Are
Burning”, “Wanna Rock”, “Gimme
Shelter” ella “You Are Simply the
Best”, so er tað ikki, tí tú ert vilst inn í
ein fløguhandil.
Júst hetta við at navngeva ymsu
klædnasniðini eftir kendum og góðum
rocksangum, er eyðkendi stílurin hjá
Comfy Copenhagen, ið er eitt spildur
nýtt danskt klædnamerki.
Eftir bara fáum mánaðum er Com
fy Copenhagen blivið sera væl umtókt
í bæði Danmark og eisini Norra, Svøríki
og Týslandi, og við góðum og bíligum
klæðum hevur merkið vunnið seg fram.
Tað er Frederikke V. Kampmann,
sum er kvinnan aftan Comfy Copen
hagen, tí hon eigur felagið og arbeiðir
sjálv sum sniðgevi.
Hon hevur eisini eitt serligt før
oyskt “samband”, tí bæði pápi og
pápabeiggi hennara arbeiddu í Før
oyum, tá hon var lítil, og í skúlanum
skrivaði hon serritgerð um Føroyar,
umframt at fleiri av bestu vinum
hennara eru føroyingar.
Nú hevur hon so fingið fótin fast
an í Føroyum, um vit kunnu siga
tað soleiðis, við tað at Rákið í SMS
umboðar hennara klædnamerkið, so
eisini føroyskar kvinnur kunnu pynta
seg í klæðum frá Comfy Copenhagen.
Stílurin er – sum navnið eisini sigur
tað – “comfy”, ið merkir, at hetta eru
ógvuliga komfortabul klæði, sum eru
løtt, bleyt og snøgg, og av tí sama
egna seg til bæði gerandis og frítíð.
Í
døgunum 23. og 24. november
vitjar danska vakurleikafyritøkan
Beautycenter Cosmetics Føroyar.
Endamálið við vitjanini er at kunna
um teirra vørur í Føroyum.
Vitjanin hjá Beautycenter Cos
metics er býtt upp í tvey. Fyritøkan
skipar fyri einum professionellum
kunningarkvøldi, og so verður eisini
møguleikin hjá áhugaðum at bíleggja
ein fund við donsku fyritøkuna.
Professionella kunningarkvøldið
er serliga ætla fríðkanarserfrøðingur,
húð- og kropsrøktarum, eygnahár- og
makeup artistum og hárfríðkarum, og
verður á Hotel Tórshavn 24. november
klokkan 19.30.
Síðani ber eisini til at bíleggja eina
tíð við umboðunum hjá Beautycenter
Cosmestics mánadagin og týsdagin
23. og 24. november millum klokkan
9 og 13.
Hetta er møguleiki at fáa ein
privatan fund við sølufólkini hjá fyri
tøkuni, og er eitt upplagt høvi at royna
og síggja vørurnar, ið Beautycenter
Cosmestics hevur at bjóðað. Heldur
enn at taka kjansin og keypa ókendar
vørur á netinum, so ber nú til at royna
tær á Hotel Tórshavn.
Allar vørurnar hjá Beautycenter
Cosmetics eru uttan luktilsi, litevnir,
haldevnir, loftkvom oljusløg, óneyð-
uga innpakking og miniralskar oljur.
Umframt ymiskar vørur, so bjóðar
Beautycenter Cosmetics eisini ymisk
skeið innan vakurleikarøkt, ið nærri
kunning fæst um á kvøldinum.
Til ber at lesa meira um Beauty-
center Cosmestics á heimasíðu teirra
beautycentercosmetics.dk
Seinasta freist at melda seg til
kunningartiltakið
er
mánadagin
16. november 2015. Tað kann
gerast við at senda ein teldupost
til
beautycenter@beautycenter.dk
ella ringja á telefonnummar +45
75858857
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest, at tað ber til at lata mat, ið er
farin um datomerkingina, til vælgerandi endamál.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur annars staðfest, at útgingin matur
ikki kann brúkast av vælgerandi felagsskapum og latast eitt nú sperdum
familjum, men undantøk eru.
Heilsufrøðiliga Stavsstovan sigur, at summar útgingnar matvørur
kunnu brúkast til vælgerandi endamál. Talan er um heila frukt, grønmeti
og líknandi matvørur, ið ikki eru datomerktar, og um matvørur, sum eru
merktar ”heldur sær í minsta lagi til”.
Kunnu geva fólki
útgingnan mat
Rockur í Rákinum
Hørð kapping og lágir oljuprísir gera, at
prísirnir á altjóða flogferðaseðlum eru
nógv lækkaðir og fara at lækkað enn meiri
Kundi tú hugsað tær eina ferð suður í sólina ella á vitjan í fjaeystri ella
Karibia, kanst tú fegnast um, at prísirnir á flogferðaseðlum eru nógv
lækkaðir seinasta árið, og at teir fara at lækka enn meira komandi tíðina.
Kappingin millum flogfeløgini á altjóða marknaðinum og lágur
oljuprísur gera, at prísirnir á flogferðaseðlum nú eru teir lægstu í seks ár.
Líkamikið, um fólk ætla sær at flúgva langan ella styttri tein, eru
prísirnir í miðal munandi lægri, enn teir hava verið. Samanborið við somu
tíð í fjør eru prísirnir nú 10 prosent lægri, og roknað verður við, at prísirnir
fara at falla meira komandi tíðina.
Hetta vísur ein greining hjá felagnum Travelmarket.
Umframt eina harða kapping á flogferðslumarknaðinum eru lágu
oljuprísirnir ein høvuðsorsøk til, at prísirnir á flogferðaseðlum eru lækkaðir
so nógv. Altjóða flogferðslufelagið IATA metir, at prísurin á ”jet fuel” er
fallin við næstan 40 prosentum seinasta árið og er nú tann lægsti í 10 ár.
Stóra flogfelagið Ryanair hevur júst kunngjørt eitt avlop á 10,5
milliardir krónur fyri fyrra hálvár, og tað er meira enn ein triðing størri
avlop samborið við somu tíð í fjør. Ein orsøk til stóra avlopið er, at felagið
hevur spart oljuútreiðslur.
Bíligari at
fara á flog