týsdagur 10. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 46 • 9. november 2015
8
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Lis Waagstein
Stólurin
í stólinum hesa vikua
Um tú trýrt á teg sjálva ber alt til
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
- Treisk - Ótolin - Smílandi
Hvat merki er bilur tín?
Peugeot
Hvat merki er telefon tín?
iPhone 6
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Havi ferðast í nógvum londum kring knøttin
og havi havt tað sum blomman í egginum
bæði í Dubai og í Caribia. Men bestu summ
arfrítíðarupplivingarnar hava uttan iva
verið at komið heim til hetta høgt elskaða
oyggjasamfelagið, meðan eg havi verið
búsitandi í Keypmannahavn, har eg havi
slappað av, hugnað mær saman við familju
og vinfólki og fingið góðan føroyskan mat.
Hvat orð ella Hvønn setn
ing nýtir tú oftast?
Tað man nokk fara at verða
orðið "okey" ella "super"
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Hyggi ikki eftir hinum kyninum! ..nei
tvætl, tað man vera eftir heildini.
Hvat ger teg í góðum lag?
Positiv fólk og ikki minst sól og summar :)
Hvat stressar teg?
Ov nógv ferðsla og bilførarar, ið koyra
ov seint ella út fyri ein, og sum eftir
mínum tykki ikki áttu at havt koyrikort!
Óavgreiddar uppgávur stressa meg eisini.
Hvør er tín yndisrættur?
Hmm.. Har eru nógvir.. Ræstur fiskur,
skerpikjøt upp á breyð, ræst kjøt, oksalundir
við einari góðari Amarone afturvið :)
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
At flyta heim aftur til Føroyar
Hvar arbeiðir tú?
Í Change Lingerie sum eg bæði eigi og reki
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Eg havi altíð havt ein dreym um at gerast
sjálvstøðug vinnurekandi, og so dámar
mær ótrúliga væl at hava við fólk at
gera. Eisini helt eg at tað varð stórur
tørvur á einum undirklædnahandli við
breiðum úrvali í Føroyum, vegna tað at
eg sjálv og flestu vinkonur mínar altíð
hava keypt undirklæðir uttanlands.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Tá ið ein kundi fer nøgdur og
glaður út aftur úr handlinum.
Hvat gleðir teg?
At tað gongst væl í handlinum, nógvir væl
nøgdir kundar. Gott veður gleðir meg eisini
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Uha.. Eg kann lurta eftir næstan øllum!
Mær dámar alt frá tí nýggjasta nýggja,
til tað heilt gamla, havi altíð verið glað
fyri Creedence Clearwater Revival og
Roxette. Tónleikur frá 90'inum er eisini
fantastiskur og ger meg altíð glaða og
so ikki at gloyma Páll Finnur Páll :)
Hvat er besta uppfinningin?
Uppvaskimaskinan :) ...og telefonin!
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Vónandi Change
Hvat er títt besta
heimaráð?
If you believe in yourself anything is
possible
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Ferðast til Bora Bora og Maldiverne. Eisini
hevði eg niðurgoldið sethúsaskuld.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Sama sum omanfyri og so nógv lond
afturat. Eisini hevði eg gjørt mær
onkrar íløgur og bygt eini nýggj hús.
Givið mínum nærmastu eitt oyra, og
lati ein part til vælgerandi endamál.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Fólkaslagið, friðurin, frælsið, náttúran
og ikki minst tryggleikin.
Hvar ert tú um 10 ár?
Ja tað hevði eg eisini viljað
vita. Vónandi í Føroyum.
Positiv fólk og
sól og summar
gera meg í
góðum lag