Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015 9 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Runavík TEMA Runavíkar kommuna: Setir met í fólkatali – Her er nógv arbeiði av ymiskum slag, bústaðarmøguleikarnir eru fjølbroyttir, umstøðurnar hjá børnum og eldra ættarliðnum eru góðar, mentanin og ítrótturin standa í blóma, og góðar umstøður eru skaptar við kring um í økinum, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri Vilmund Jacobsen Fólkatalið í Runavíkar kommunu hevur ongantíð áður verið so høgt, sum tað er í dag. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at saml­ aða fólkatalið í kommununi nú um dagarnar hevur rundað tey 3.900, og so mong hava ongantíð áður búð í Runavíkar kommunu. – Bara higartil í ár er fólkatalið vaksið við umleið 100, og vøksturin í fjør mundi vera á leið hin sami. Borgarstjórin vísir á, at í 2011 búðu umleið 3.800 fólk í kommununi, men eftir tað minkaði fólkatalið niður aftur á umleið 3.700. – Nú havi vit so rundað tey 3.900. Vøkstur hevur verið í barnatalinum, og fólk hava sett búgv í kommununi. Hann sigur, at tað serliga eru bygd­ irnar við Skálafjørðin, sum hava merkt vøksturin. Gleðilig gongd Magnus Rasmussen fegnast um góðu gongdina og vísir á, at nógv virksemi er í økinum, eins og umstøðurnar í komm­ununi eru góðar. – Her er nógv arbeiði av ymiskum slag, bústaðarmøguleikarnir eru fjøl­ broyttir, umstøðurnar hjá børnum og eldra ættarliðnum eru góðar, ment­ anin og ítrótturin standa í blóma, og góðar umstøður eru skaptar við kring um í økinum. Spurdur, um borgarstjórin held­ ur, at Runavíkar kommuna og Skála­ fjørðurin annars so smátt eru farin at merkja eina ávísa ”tunnilseffekt”, nú tíðin til nýggja sambandið við megin­ økið nærkast, sigur hann, at tað dugir hann ikki rættiliga at meta um. – Nú fáa vit at síggja, hvussu gongd­in verður í komandi tíð, men eg fegnist um, at vit í løtuni eru fleiri í kommununi, enn vit nakrantíð hava verið áður, sigur Magnus Rasmussen.