Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 46 • 9. november 2015 10 Ókeypis lýsingarblað TEMA Runavík Jólaklæðini fært tú Hjá Sannu Eigur tú børn ella ungdóm – ella tú ert kvinna og ætlar at keypa tær nýggj undirklæði – er klædnahandilin Hjá Sannu í Saltangará og í Sørvági eitt gott boð. Umframt at selja klæðir til børn og ung, hevur handilin eisini eitt stórt úrval av undirklæðum og náttklæðum til kvinnur Vilmund Jacobsen Hjá Sannu í Saltangará er ein for­vitn­ is­lig­ur og spennandi klædnahandil til børn og ung – bæði gentur og dreingir – úr 0 ár­um og upp í eini 16 ár. Hand­il­ in liggur væl fyri við vegin, og park­er­ ings­møguleikarnir eru framúr. Hjá Sannu fær leypandi nýggja vøru, og í løtuni er nógv vøra, sum ikki hev­ur verið í handlinum áður. – Vit hava longu fingið øll tey nýggj­astu jólaklæðini heim. Her er nógv nýtt og vakurt til gentuna og dreing­in. Í fleiri pløggum til gentuna gong­ur reyði liturin aftur, og til dreing­in hava vit eitt nú hvítt, svart og grátt, sigur Oddvá Davidsen. Undirklæði til kvinnur Handilin Hjá Sannu nógv nýtt og for­ vitn­is­ligt, og umframt barna­klæð­ini, er eisini eitt breitt úrval av undirklæðum til kvinn­ur. – Vit hava ymisk merki av und­ir­ klæð­um. Her eru bæði brósthaldarar, truss­ur og náttklæði – í ymiskum stødd­um. Oddvá vísir á, at millum merkini í und­ir­klæðum eru eitt nú Vanity Fair við, Trofé, Femilet, un: usual, Sloggi og í løtuni eitt minni úrval av Triumph. – Støddirnar í flestu av nevndu merkj­um eru úr A upp til H, og nátt­ klæð­ini til kvinnur fáast bæði í silki og bumm­ull, leggur hon aftrat. Parfuma og make-up Handilin Hjá Sannu í Saltangará hevur eisini nógv ymisk sløg av parfuma og make-up til kvinnur og millum merk­ ini, ið fáast bæði sum dag-og nátt­ar­ krem og sum body-loution, er eitt nú um­tóktað merkið Hava. Eitt avmarkað útboð er eisini av par­fuma til menn. – So, her finnur tú eisini jóla­gáv­ una, um tað skal vera, sigur Oddvá. Handilin Hjá Sannu, sum er í Saltangará, er eisini í Sørvági við um­ leið sama útboði sum í Saltangará. Tað merkir, at í Sørvági er eisini nógv nýtt, og her eru eisini jólaklæðini longu komin. – Allar vørur, sum vit hava í Salt­ ang­ará, kunnu eisini keypast í Sørvági – og øvut, sigur Oddvá Davidsen. Várperla í Runavík í jólahýri – Nú jólamánaðurin nærkast, hava vit longu fingið nógv ymiskt prýði til jólini, og vit hava eisini jólagávuna. Handilin er á tremur við nýggjum vørum, sigur eigarin av Várperlu, Anna Hansen Vilmund Jacobsen Tað er altíð hugnaligt at vitja blómu­ hand­il­in Várperlu á Heiðavegi 10 í Runa­vík. Hetta er ein hugnaligur og for­vitnisligur handil við nógvum vøkr­ um tingum og lutum, og hand­ils­eig­ ar­in, Anna Hansen, er altíð blíð og fyri­komandi. Tá tú kemur til dyrnar, standa liv­ andi plantur í túninum, ymiskt littur lyng­ur, pyntikál, plantur, sum eru grøn­ ar alt árið, og ymiskir figurar til prýðis. Inni í handlinum er eitt stórt úr­val at kalla øllum hugsandi livandi inni­ plant­um. Men, í handlinum er eisini nógv annað enn plantur. – Vit hava longu fingið nógva jóla­ vøru, og nógv jólavøra fer at koma leyp­ andi so hvørt, sum høgtíðin nærk­ast. Anna sigur, at tey soleiðis longu hava skotið jólini í gongd, sum hon tek­ur til. – Vit hava fingið nógv nýtt til jól­ ini, sum vit ikki høvdu síðsta ár. Tað er umráðandi, at vøruútboðið broyt­ist, so handilin framhaldandi er attrakt­iv­ ur. Eg vil siga, at nýggj vøra fyllir meg­ in­partin av handlinum í løtuni, og her eru alskins gávu-og prýðislutir. Vakrar oljulampur Anna Hansen sigur, at her eru ymiskir fig­ur­ar, sum hoyra jólunum til. – Vit hava fingið nógvar nýggjar dekor­eraðar fløskur sum oljulampur, eis­ini prýddar við reyða jólalitinum, og onkrar av lampunum hava ”kal­end­ara­ ljós”. Vit selja eisini lampuolju, sum ikki luktar, tá hon brennur. Várperla selur nú eisini snøgga merk­ið Chic Antique, ið eitt nú fæst sum vakrir stakar til ljós, skálir, potta­ mál og tað, ið rópt verður uppsatsur til smákøkur. – Vit hava ymisk upphang, urta­ potta­fjalarar og nógv ymiskt prýði. Vit hava eisini ymiskar støddir av gólv­ lamp­um – bæði stórar og smáar – at seta livandi ljós í. Blómuhandilin hevur eisini eitt breitt úrval av tí, sum áður varð rópt søt­meti, men her er ikki alt søtt, tí ein fittur partur av úrvalinum er suk­ur­frí­ur. – Hetta eru vørur frá gomlum veit­ ar­um, ið hava gjørt søtmeti heilt aftur til 1879, og her fært tí tann góða, gamla smakkin aftur. Vit brúka eitt nú fruktir, karamellur, bomm, kaffi og te at pynta gávukurvar við. Í slíkum kurv­um hava vit vanliga eisini livandi plant­ur í urtapotti ella avskornar plant­ur – alt eftir ynski. Bukettir og kransar Várperla eisini hevur brúðarbukettina, eins og handili hevur alt til at pynta grav­staðin við. – Er tað til eina jarðarferð, hava vit børuprýði, kransar og bukettir til jarð­ ar­ferðina, og vit kunnu eisini koyra út at pynta lokalir - antin tað er til brúd­ leyp, dópsveitslur, jarðarferð ella ervi, sig­ur Anna Hansen. Handlarnir hjá Sannu í Saltangará og í Sørvági, sum serliga eru kendir fyri at selja klæðir til børn og ung, hava eisini eitt stórt útboð av undirklæðum og náttklæðum til kvinnur Vakrar dekoreraðar jólaligar oljulampur í Várperlu Mynd: Vilmund Jacobsen Várperla húsast á Heiðavegi 10 í Runavík Mynd: Vilmund Jacobsen