Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa A dore Vælvera við Hoydalsvegin 19 í Havn er ein samanlegging av Sól & Klipp og Face-it. Tað er Maria Marielsdóttir saman við døtru­ num Beintu Olsen Djurhuus og Lindu Olsen, sum eiga nýggju fyritøkuna. Hjá Adore Vælveru starvast hár­ fríðk­arar, make-up artistar, kosmeto­ logar/kosmetikarar, linergistar (perma­nent makeup/tatoo makeup og negla­teknikarar). Umframt allar hár­við­gerðir fæst t.d. andlitsviðgerð, DermaOxy Lift, DermaTude Face Lift, hártøka, Manicure & Pedicure, krops­ við­gerðir, make-up, vippur og brýr. Adore Vælvera veitir tænastur bæði til menn og kvinnur, ung sum eldri. Talan er um góða tænastu, har per­sónurin verður settur í hásæti. Okk­ara fjølbroytta úrvæl av serkønum starvsfólki dagføra allatíðuna sína vitan og royndir fyri at kunna hjálpa. Alt innan er gjørt av nýggjum í nýtím­ ans stíli í salongini við 10 starvs­fólk­ um. – Hetta er sum ein dreymur at hava fingið eina salong, sum liggur so væl fyri í býnum við góðum umstøðum og góðum parkeringsmøguleikum, siga tær tríggjar Maria, Beinta og Linda, sum eiga og reka nýggju fyritøkuna. Adore – vælvera frá topp til tá