týsdagur 10. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015
17
TEMA
Heilsa
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tú økir eisini um vandan fyri ov høgum blóðtrýsti og krabbameini í livrini.
Sjúkur, ið standast av rúsdrekkanýtslu, økja vandan fyri tunglyndi
og koma ofta til sjóndar, áðrenn tú verður sjúkliga hugtung/ur.
Tess størri nýtsla, tess størri vandi.
Heldur rúsdrekkanýtslan uppat, batnar tunglyndið.
Meira enn áttandi hvør av teimum, sum líða av angist, hava eisini
sjúku, sum stendst av rúsdrekkanýtslu. Rúsdrekka fær ringt
svøvnlag at versna.
Um tú drekkur meir enn, hvat mælt verður til, er vandin fyri, at
arbeiðsavrikið hjá tær gerst vánaligt og størri vandi fyri
arbeiðsloysi.
Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst.
KVINNUR
alkoholeindir
um vikuna
alkoholeindir
um vikuna
MENN
14
7
Tað er lítil vandi fyri at gerast
sjúk/ur av rúsdrekka,
um drukkið verður í mesta lagi
Á www.folkaheilsa.fo
kanst tú lesa meira
Har kanst tú rokna út, hvussu nógv alkohol tú
drekkur um vikuna. Har sært tú eisini, hvørjir
fjaldir vandar kunnu standast av tíni nýtslu.
Visti tú, at menn,
ið javnan drekka meir enn tríggjar alkoeindir um dagin, t.d.
tríggjar pilsnarøl, eru í tvífalt størri vanda fyri heilabløðing
enn ein, ið onki drekkur.